Føðindardagsheilsan til abba mín, Nikkel Nielsen

Góði abbi, hjartaliga tillukku við 90 ára degnum, og fyri at siga, sum tú so mangan hevur tikið til: 90 ár er ikki 90 dagar. Tað er tað so sanniliga heldur ikki, og er tað nakar, sum hevur uppiborið at verða hátíðarhildin, so er tað júst tú. Ongantíð hevur tú gjørt nakað serligt burtur úr tær sjálvum, men tín innsatsur gjøgnum lívið hevur so ongantíð ligið eftir, hvørki á sjónum ella heima hjá ommu.
Stórur, óvanliga sterkur, raskur sum fáur, treystur. Soleiðis kenna fólk - ikki minst teir mongu menninir, sum tú hevur siglt við – teg best. Ikki sigur tað lítið, at tú gjøgnum alt títt virkna arbeiðslív - sum ikki var heilt stutt, 54 ár – hevur siglt við nøkrum av bestu skipunum, ið føroyingar hava átt. Millum hesi eru Fiskanes, Kallsevni, Jóannes Patursson og ikki at gloyma gamla Norðborg, har tú endaði tína drúgvu fiskimannakarieru sum 69 ára gamal. At tú ikki legðist á land, fyrr enn tú nærum hevði rundað tey 70, fortelur bara, hvat treysti og ikki minst loyalitetur hevur búð og enn býr í tær.
Sum uppvaksandi smádrongur hevur tað altíð verið stuttligt at fáa at vita, hvussu raskur og sterkur abbin hjá sær hevur verið. Var tín styrki stór, var títt lítillætni ikki minni, tí aldrin hoyrdi eg reypandi orð úr munni tínum. Men tað er einamest fólk, ið kenna teg, ið altíð hava róst tær. Síðsta dømi um tað var, tá eg í fjørsummar var í Grønlandi saman við einum manni, ið hevði siglt við tær umborð á Norðborg. Hann hevði tvey skoðsmál um teg. Fyri tað fyrsta var tað tann øgiliga kropsliga styrkin, sum í tær búði. Sum hann segði, tá nótin skuldi hálast inn, hálaði tú helvtina, meðan restin av manningini hálaði hina helvtina inn. Tað hevði ikki verið tespiligt, um øði kom í ein slíkan mann sum teg. Men tí hevur tað ongantíð verið nakar vandi fyri, tí sum maðurin í Grønlandi tók til, so vart tú eitt sovorðið góðdýr, ið ongin kundi siga nakað ringt um. Væl kendur við sjólívið tókst tú teir ungu til tín og lærdi teir upp. Hendingin við trolinum tolir eisini at forteljast: Trolið fór so mikið illa, at skiparin sá ikki annað at gera enn at sigla til lands og keypa nýtt trol. Men við tínum framúrskarandi sjómansskapi bjóðaði tú teg til at hyggja eftir tí, og metti tú, at trolið enn stóð til at bjarga. Sjálvboðin sat tú so alla náttina og bøtti trolið við tí úrsliti, at fleiri dagars fiskiveiða var bjargað til stóra gleði fyri manning, skipara og reiðara. Soleiðis ert tú bara, tekur teg sjálvan í aðru rekkju, um tú metir, at tú fært hjálpt øðrum kring teg.
Sum barn kann eg ikki koma í tankar um nakað, ið var betri enn at fara norður til Eiðis at vitja ommu og teg. At koma frá Havnini av og so at vitja tykkum var sum at koma inn í ein annan heim: Inn í fjósið at geva seyðinum, út í Kollsbyrg eftir hoyggi, oman á keiina at fiska við bambustráðuni. Ikki er at gloyma hvørt summar, tá vit hoyggjaðu í góðveðrinum úti í Kollsbyrg, meðan vit øll hugnaðu okkum saman. Tú og Óla Karl við líggjanum og vit onnur rívaðu, vendu, koyrdu í turkiløg o.s.fr. Saman við systkjum og systkinabørnum havi eg sjálvur nokk mest spælt: Fangaðu marsflugur, bygdu demningar og hálaðu hoyposarnar oman og niðan, meðan onkur okkara sat í. Men eitt var yvir øllum øðrum, og tað kann eg nokk við vissu siga fyri øll tíni 18 abbabørn: At sleppa at klúgva upp í hoyløðuna í hoyggjhúsinum. Tað var heilt einanstandandi. Tá helt eg, at lívið var fullkomið, tá man bara slapp at detta niður í hoyggið, anda tann rama luktin av turra hoygginum, meðan man hoyrdi tey vaksnu arbeiða uttanfyri. Slíkar løtur fari eg aldrin at gloyma.
Í 1996 hendi so tað, sum rykti alt undan okkum og endavendi øllum: Omma fekk ein blóðpropp í heilan, sum lammaði alla hennara vinstru síðu við tí úrsliti, at hon ongantíð kom at ganga aftur. Hetta var serstakliga hart fyri ommu, júst fylt 70 ár og frá altíð at vera í gongd við okkurt til at sita fullkomiliga lammað í einum rullistóli. Frá at hava verið røsk og sjálvstøðug sum fá til at vera umgyrd av heimahjálpum og sjúkrasystrum. Men var hetta hart fyri ommu, hevur tað ikki verið minni hart fyri teg. Góði abbi, at finna ein mann, sum hevur verið konu síni ein slíkur stuðul sum tú, skal man leita leingi eftir. Ongantíð hesi 15 árini omma var sjúk, hoyrdist eitt gremjandi orð. Stillisliga umlegði tú títt lív, so omma skuldi hava tað sum best. Tær mongu, mongu ferðirnar tú ert farin upp at venda ommu um næturnar, hjálpt henni á wc, gjørt henni morgunmat. Ja abbi, tú gjørdi alt, og altíð var tað ommusa besta, ið lá tær fremst í huga. Tað kunnu vit sum familja bara hjartaliga fegnast yvir, og veit eg, at omma hevði ikki kunnað ynskt sær ein betri mann enn teg.
Góði abbi, enn eina ferð hjartaliga tillukku við 90 ára degnum. Eg gleði meg til sunnudagin at hátíðarhalda dagin saman við tær, tí eitt er vist, ein betri abba í allari verðini hevði eg ikki kunnað ynskt mær.
-----
Óli Jákup