Apríl 2004: Tvørligt skot setti hol á

20. apríl var ein søguligur dagur í Klaksvík. Hetta var dagurin, tá fyrsta skotið fyri undirsjóvartunlinum var latið av Borðoyarmegin. Stór mannamúgva var savnað í Borðoyarvík klokkan trý, men orsakað av tekniskum trupulleikum, var skotið næstan hálvanannan tíma seinkað

»Góðan dagin hetta er Dávur Reinert Hansen frá Norðoyatunlinum. Vit standa her uppi í Borðoyarvík og skulu til at spreingja fyri fyrstu ferð, men sært tú, spreingitólið hjá okkum er í ólagi. Kundu vit lænt eitt frá tykkum?«
Tað, sum ikki mátti henda, hendi, tá fyrsta skotið til Norðoyatunnilin Borðoyarmegin skuldi latast av. Tá alt var tilreiðar, nógv fólk var samankomið, streykaði spreingitólið, og onki bar til.
Tá Dávur Reinert Hansen var liðugur at tosa í telefon, vendi hann sær til stóru mannfjøldina og greiddi teimum frá støðuni. Orðini hjá honum fingu lív í mannfjøldina, sum fór at rópa, bríksla og klappa.
Menn undraðust tó á, at spreingitólið ikki virkaði, tí teir høvdu roynt tað stutt frammanundan. Men hvussu var og ikki, so vildi tað hvørki eitt ella annað júst tá.
Tað gekk tó ikki so long tíð, so var alt fingið upp á pláss aftur, og tað vísti seg at vera ein menniskjasligur feilur, varð sagt á staðnum. Klokkan knapt hálvgum fimm seinnapartin týsdagin varð fyrsta skotið Borðoyarmegin latið av, og mong fegin og spent fólk vóru tilstaðar.

Drúgt at bíða
Dávur Reinert Hansen, stjóri í pf Norðoyatunlinum bjóðaði øllum vælkomnum, og síðani kom Svein Christensen frá NCC og greiddi frá sjálvum skotinum. Síðani vórðu øll fólkini beind antin oman móti bátahylinum ella hin vegin, soleiðis at ongin stóð ov nær, tá skotið fór at ganga av. Men tað bleiv ein drúgv bíðitíð hjá øllum fólkunum.
Fyrst tók tað sína tíð at fáa alt fólkið burtur frá staðnum, og tá so menn endiliga fingu grønt ljós, vísti tað seg, at spreingitólið ikki virkaði.
Norðmaðurin, sum skuldi vinda tólið, svór við, tá hann gjørdist greiður yvir, at har var onki at gera. Tólið virkaði ikki. Okkurt lat til at vera galið við tannhjólunum, tí kastið tyktist bara at mala leyst, og tenninar tóku als ikki við.
Tá helt 98 ára gamli Eliesar Sørensen, sum skuldi skjóta skotið, helt skemtandi fyri, at teir máttu latið Jógvan Gerðalíð tikið sær av tí, tí hann hevur arbeitt nógv við spreingistoffi.
Hetta tekniska brekið má sigast at vera sera óheppið, men stjórin í pf Norðoyatunlinum segði, at har var ikki nógv at gera.
? Slíkt er altíð forargiligt, men tað fær ein ikki gjørt nógv við, segði hann og ypti øksl.

Annað spreingitól
Tað var Jógvan Gerðalíð, annar av teimum eldru monnunum, ið vóru tilstaðar, sum helt fyri, at teir áttu at ringt norður á Strond, tí har mundu teir eiga spreingitól. Dávur legði í telefonina, og hann fekk avtalað, at onkur skuldi koyra norður á Strond eftir einum tóli. Men tað var kortini ikki neyðugt. Brádliga rópti onkur, at nú fór at bera til. So fór norðmaðurin aftur at vinda, og hesuferð bar til.
Lítla løtu seinni kundi Steinbjørn trýsta á knøttin, meðan teir báðir, 87 ára gamli Jógvan Gerðalíð og 98 ára gamli Eliesar Sørensen, hugdu at. Hetta hendi næstan hálvanannan tíma seinni enn ætlað. Men hóast tað var gleðin stór, og fólk klappaðu og róptu, tá skotið var latið av.
Summi ógvaðust við, at tað buldraði so hart. Tað kendist væl í fótunum, at tað sprongdist. Beinanvegin fóru fólk tysjandi niðan aftur til tunnilsmunnan. Roykurin stóð frá munnanum, og ein væntaði tað heilt stóra.
Men nei! Holið var ikki meira enn átta fermetrar. Svein Christensen frá NCC segði í frágreiðing sínari frammanundan skotinum, at talan var bert um eitt symbolskt hol. Hetta kemur av trygdini, sum jú er í hásætinum til tílíkar verkætlanir.
Vanliga verður løtt við 650 kg av dynamitti, men til tað allar fyrsta skotið vóru einans 35 kg lødd.
Hátíðarhald var í eini høll,sum NCC hevur leigað, í sambandi við fyrsta skotið Borðoyarmegin. Fyrsta skotið í Leirvík varð longu latið av í desember mánaði í fjør.


- - -

Fjølmiðlar hava
ikki tol við kvinnur
? Tíðindaflutningurin hevur ikki tíð at bíða eftir kvinnum, sum skulu hava eina viku at hugsa seg um í. Tí detta teirra meiningar niður ímillum, meðan mannfólkini sleppa at fylla dagligu tíðindasendingarnar.
Tað segði Katrin Petersen, tíðindaleiðari í SvF, á kvinnuráðstevnu, sum varð hildin á Hotel Hafnia.
? Í politikki tosa vit ofta um at broya karmarnar soleiðis, at teir hóska kvinnum betri. men í tíðindaflutningi ber tað snøgt sagt ikki til at laga seg eftir eini kvinu, sum skal hava eina viku at hugsa seg um í. Tað skal vera her og nú, og kann tað ikki tað, so verður tað av ongum, segði hon.

Nýggjur FSF-bossur
Óli Holm verður á aðalfundi hjá Fótbóltsambandinum valdur til nýggjan formann. Eftir drúgva togtogan um, hvør skuldi verða tann nýggi bossurin, eftir at Dánjal Andreasen valdi at leggja frá sær, samdust føroysku feløgini at enda um, at Óli Holm skuldi verða nýggjur formaður.
? Tíðin er nú komin at vaska talvuna reina. Vit mugu skapa frið, trygd og trivnað í Fótbóltssambandinum, og vit mugu leggja gomlu ósemjurnar á hillina, segði Óli Holm eftir valið.

Olaf heiðraður
Føroyski sjónleikarin Olaf Johannesen, sum hevur starvast í Danmark í nógv ár, fekk í mars eina virðisløn fyri sítt virksemi. Tað var Olad Poulsens Mindelegat, sum var latin Olafi, og saman við heiðrinum fylgdu eisini 30.000 krónur. Nógvir kendir danskir sjónleikarar hava gjøgnum árini fingið hesi virðisløn.

Fimm ær brendu inni
Tað fekk rættiliga óhepnar fylgjur, at tveir smádreingir spældu við eld í einum neysti í Fuglafirði. Neystið brendi í grund og fimm ær brendu inni. Dreingir spældu við eld, og tað festi í hoyggj, sum var inni í neystinum. Sýslumaðurin í Eysturoynni segði, at dreingir høvdu ikki sett eld á við vilja, men at hetta var ein dýrur læripengi fyri teir.

- - -

»Tað nyttar einki, at onnur siga við teg, at tú ikki skalt gera tað og tað, tí tað er bert tú, sum kanst broyta teg. Øll broyting má koma innaneftir, og tað má vera eitt hjá tær sjálvum.«
? Jákup Magnussen, útvarpsmaður

»Vit mugu ásanna, at tað í poltikki altíð eru ymiskar meiningar um, hvussu veruleikin sær út, og tað ger, at tað altíð eru ymiskar meiningar um, hvat er upplýsing, og hvat er propaganda. Markið er ógvuliga flótandi«.
? Sjúrður Skaale, fyrrverandi kunningarráðgevi

- - -

Kyndil úr Havn vinnur føroyameistaraskapið í manshondbólti, og hjá kvinnum vinnur Stjørnan úr Klaksvík FM.