Ingeborg Vinther ávarar ímóti at leypa á leistum

Tað luktar langan veg, tá ið arbeiðsgevarar gremja seg um trot á arbeiðsmegi, heldur Ingeborg VInther

Ingeborg Vinther ávarar ímóti at leypa á leistum
 
- Hetta luktar langan veg og eg má ávara politikarar ímóti at leypa á leistum.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, gevur ikki so nógv fyri harmljóðið frá arbeiðsgevarum í fiskivinnuni um, at teir táa ikki arbeiðsfólk.
Fleiri ferðir seinastu tíðina, hava vit havt søgur um fiskavirki, sum ikki fáa nokk av arbeiðsfólki.
Stjórar og virkisleiðarar á fiskavirkjum siga samfeldir, at trotið á arbeiðsmegi kostar virkjunum ein hóp av pengum, tí tey fáa ikki nokk av arbeiðsmegi.
Og boðskapurin hjá teimum er púra greiður: Tað er neyðugt at gera smidligari skipanir so at tað verður lættari at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða.
Men hetta fær ikki forkvinnuna í Føroya Arbeiðarafelag at detta uppeftir.
Tvørturímóti mælir hon staðiliga frá, at politikarar lata seg taka av fótum og taka óumhugsaðar avgerðir í hesum máli.
- Í langa tíð hava arbeiðsgevarar framtúrað við, at tað er so stórt trot á arbeiðsmegi, at fiskavirkini fáa ikki arbeitt. Og tíverri tykist tað sum um, at tað hevur eydnast at fáa nógvar politikarar at trúgva hesum treytaleyst.
Men Ingeborg Vinther ivast í, hvussu rættir upplýsingarnir frá arbeiðsgevarunum eru.
- Eg ivist stórliga í, um tað er rætt, at tað er so stórt trot á arbeiðsfólki, sum arbeiðsgevararnir tvíhalda um.
- Vit hava alvorligan illgruna um, at endamálið hjá arbeiðsgevarum, og kanska summum politikarum við, er at slúsa so nógva útlendska arbeiðsmegi til Føroyar sum gjørligt og at hendan arbeiðsmegin skal arbeiða fyri somu løn, sum tey fáa í heimlandinum.
- Hetta luktar langan veg av, at endamálið er at útvega bíliga arbeiðsmegi uttanlands fyri at máa støði undan føroysku sáttmálunum.
Men tað fara fakfeløgini ikki at góðtaka.
 
ALS forðar fólki at arbeiða
Hon heldur tvørturímóti, at ein stórur trupulleiki er, at tann arbeiðsmegi, sum longu er í Føroyum, verður ikki gagnnýtt so væl, sum hon eigur at vera.
Og her má ALS taka bróðurpartin av skyldini á seg.
- Ein orsøk til at summi fólk kanska hava trot á arbeiðsmegi, er, at tann arbeiðsmegi, sum longu er í landinum, verður ikki gagnnýtt til fulnar.
- Og ein orsøk til tað, er, at ALS-skipanin er alt ov stirvin, tí í ein ávísan mun forðar skipanin fólki í at arbeiða.
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at ALS-skipanin er soleiðis gjørd, at tey, sum við í fiskavirkisskipanini, eru bundin at einum ávísum virki og kunnu sostatt ikki fara á eitt annað virki at arbeiða.
- Tað merkir, at vit kunnu koma í eina støðu, at samstundis sum eitt virki ikki hevur nóg mikið av fiski og fólkið sostatt gongur fyri einki, kann eitt annað virkið hava nókk av fiski, men ov lítið fólk.
- Men í hesum føri kann virkið, sum hevur nokk av fiski, ikki fáa fólk av hinum virkinum, har tey ganga fyri onki.
 - Hetta er sjálvt um virkini liggja lið um lið.
Ingeborg Vinther er sjálv í stýrinum fyri ALS og hon sigur, at hon hevur alla tíðina talað fyri at fáa eina smidligari skipan, so at tað ber til hjá fólki at skifta ímillum virki, alt eftir, hvar arbeiði er.
- Men sum skipanin í ALS er nú, ber tað ikki til, tí tey, sum eru í fiskavirkisskipanini, eru bundin at einum ávísum virki.
- Sostatt skulu tey heldur sita hendur í favn og bíða eftir arbeiði á einum virki, heldur enn at tey kunnu fara á eitt annað virki, sum hevur nokk av fiski, hóast virkini liggja lið um lið.
Ingeborg Vinther staðfestir eisini, at koma útlendingar til Føroyar at arbeiða, skal arbeiðsgevarin her tryggja teimum fulla arbeiðsviku.
- Tað er ein trygd, sum ongin tímaløntur føroyingur hevur. Avleiðingin av hesum verður, at er ov lítið arbeiði á einum flakavirki, verða útlendingarnir bidnir til arbeiðis fyrst og føroyingarnir sendir til hús.
Men nú hevur eisini stjórin í Landsbankanum staðfest, at trotið á arbeiðsmegi er ein forðing fyri, at búskapurin veksur?
- Eg haldi, at hann skuldi sett seg betri inn í tey serligu viðurskiftini, sum eru galdandi í fiskivinnuni, áðrenn hann kemur til slíkar niðurstøður, sigur Ingeborg Vinther heilt stutt.
 
Lata ikki slúsurnar upp
Hon vísir eisini á, at av onkrari orsøk er reinskering á flakavirkjum gjørt til eitt konufólkaarbeiði burturav.
- Men tað eru ein hópur av av uppiløgstum fiskimonnum og øðrum mannfólki, sum eru kringir at reinskera og at arbeiða fisk annars. Talan kann eisini vera um fiskimenn, sum hava hug at fara í land. Hetta kann vera fiskimenn, sum hava siglt við flakatrolarum og sostatt eru kringir at arbeiða fisk. Men teir koma ikki upp á tal at reinskera, tí onkusvegna er hetta blivið konufólkaarbeiði.
- Í øllum hesum prátinum um trot á arbeiðsmegi á flakavirkjunum, verður alt ov lítið tosað um, hvussu vit til fulnar kunnu gagnnýta arbeiðsmegina, sum longu er í landinum.
Í hesum sambandi kann leggjast afturat, at hvønn mánað betalir ALS hundraðtúsundtals krónur í arbeiðsloysisstuli til fólk, sum vóru í fiskavirkisskipanini. Og tað ger ALS framvegis, hóast alla gremjanina um trot á arbeiðsmegi.
- Tað skuldi verið sjálvsagt, at fólk sluppu at skifta ímillum virki, alt eftir, hvussu nógv arbeiði var ymsastaðni.
Ingeborg Vinther leggur dent á, at hevði ALS skipanin verið liðiligari, og høvdu vit sum heild gagnnýtt okkara arbeiðsmegi betri, hevði tað verið brúk fyri færri útlendingum.
Tí fer Føroya Arbeiðarafelag ikki sum einki at góðtaka, at slúsurnar vera lætnar upp fyri útlendingum.
- Tað kunnu vit ikki gera, fyrrenn vit tryggja okkum, at ALS verður gjørt smidligari so at tey, sum longu eru her, verða gagnnýtt til fulnar, leggur hon afturat.  
- Og so verður tað eisini eitt treytaleyst krav frá arbeiðarafeløgunum, at tann útlendska arbeiðsmegi, sum kanska kemur til landið, skal arbeiða undir somu treytum og fyri somu løn, sum føroyingar arbeiða fyri og tey skulu vera skrásett í føroyskum fakfelag, leggur Ingeborg Vinther afturat.
Ingeborg Vinther vísir í hesum sambandi á, at tosað verður alt ov nógv um fløskuhálsar.
- Men tað verður alt ov lítið tosað um, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera av at fáa ov nógva útlendska arbeiðsmegi til landið, tá ið arbeiðið minkar.
- Hinvegin er tað sjálvandi nógv lættari at rópa um at fáa útlendingar til Føroyar, heldur enn at royna at broyta nøkur viðurskifti heima hjá okkum sjálvum fyri at bøta um støðuna, sigur Ingeborg Vinther.