Fyrst og fremst hevur Heine samband við búsetingina á Skipanesi. Fyrstu niðursetufólk har vóru Súsanna Maria Jacobsdatter úr Steikarhúsi í Havn og Jacob Niclassen av Skála. Tey næstu vóru Malene Joensdatter úr Funningi og Frederik Michelsen úr Kollafirði.
Triði maður, sum búsettist á Skipanesi var Justinus Heinesen (1816-1894), sonur Heina Joensen og Malenu Justinusdatter úr Glasstovuni í Árnafirði.
Justinus var giftur við Sofíu Lydersdatter úr Tøðu á Toftum (1823-1906.) Tey búsettust á Skipanesi í 1846. Justinus fekk eina trøð, sum var sunnanfyri Fríðriksgerðið, tó soleiðis, at eitt heldur vánaligt hagastykki lá ímillum. Tey bygdu hús heilt niðri við sjóvarmálan. Har vóru tey ikki leingi, tí har var so harðført. Tí fluttu tey húsini nakað niðan frá, Undir Heygnum kallað. Trý av børnunum vóru ófullfør. Tey vóru heima so leingi Sofía livdi, seinni fóru tey út til onnur fólk at vera.
Sofía og Justinus fingu 9 børn:
Heine f. 1846 á Toftum, giftur í Havnar Kirkju tann 20.6. 1869 við Mariane Elise Rasmussen úr Uppistovu á Skála. Tey búðu í Vaktarhúsbrekku í Havn og fingu sjey børn. Tað er hann henda søgan snýr seg um.
Sunneva (1848-1931), seinna kona Johan Danielsen (Johan í Garði) kendur bátasmiður í Nólsoy. Tey fingu trý børn.
Malena Frederikke (f. 1850) giftist við Johannes Danielsen i Nólsoy. Hann var sonur Johan í Garði. Tey fingu trý børn.
Lyder f. 1854. Hann tænti nógv ár í Nólsoy. Hann giftist við Cathrine Malene Danielsen. Hon var dóttir Niels Paula, beiggja Johan í Garði. Tey búðu við Tinghúsvegin í Havn og fingu níggju børn.
Maren Susanna (1857-1895) giftist inn til foreldrini við Marius Poulsen úr Úti Guttastovu í Syðrugøtu. Tey fingu tvey børn.
Johan (1859-1910) búði síni seinastu ár á Toftum. Var ófullførur.
Ellen Cathrina f. 1862. Giftist í 1891 við Niclas Niclassen i Klaksvík. Fýra ár seinni gekk hann burtur við Bikuben, og Elin sat eftir við fimm børnum.
Cathrina Sophia (1865-1923). Hon var ófullfør. Við manntalið 1906 og 1911 var hon hjá Peter Jakku í Ytstahúsi á Skipanesi »i pleje.« Í 1921 var hon úti á Toftum.
Christianne (1868-1928). Hon var eisini ófullfør men var røsk at arbeiða. Í 1911 var hon í Norðragøtu hjá Marin, systir Peter Jacob. Í 1921 var hon hjá Peter Jacob í Ytstahúsi. Hann var langabbi tann, sum skrivar hetta. Hetta sigur annars nakað um gott samanhald millum niðursetufólkini.
Børnini hjá Marionnu og Heina vóru:
Maria Sofía (1871-1920). Giftist við Svein Arnason (1874-1918) úr Skagafirði í Íslandi. Tey fingu fimm børn. Kendir synir teirra vóru Herluf Arnason og Otto Brimheim. Upp aftur kendari er oldurabbasonurin, kendi danski fótbóltsspælarin Frank Arnesen, sonur Stendor hjá Mariu.
Maria og sonur hennara Arni eru fyrr umrødd í hesi røð.
Rasmine (1873-1954)
Lærarabókin skrivar:
Áðrenn Rasmina fór at lesa, gekk hon í fisk at tjena sær pening at læra fyri. Fór á læraraskúlan í Tórshavn í 1890, har hon tók læraraprógv 1893. Aftaná próvtøkuna kom hon beinanvegin sum lærarinna til Øravíkar og Fámjin, og hetta starv røkti hon í sjey ár. Hon hevði telefonina frá tí telefon kom til Øravíkar í 1908, og til hon doyði. Postin tók hon eftir mannsins deyða og røkti eisini hetta starv til deyðadags. Frá 1898 og til 14 dagar áðrenn hon doyði, las hon lestur í skúlanum. Rasmina giftist 13. november 1900 við Napoleon Mortensen, (1878-1938) óðalsbónda í Øravík. Tey fingu tríggjar døtur.
Michael Pauli Fredrik (1876-1925), ógiftur
Sofia Fredrikka (1879-1907),ógift, er jarðað saman við foreldrunum.
Johanna Carolina Fredrikka f. 1881, gift við Magnus Samuelsen.
Justinus (1884-1959), skipari, giftur við Sigga Maria Amalia Olsen úr Uppsølum í Klaksvík. Tey fingu fýra børn, sum fingu eftirnavnið Slættalíð.
Maren Christina Maria f. 1887 giftist við Johan (Shell) Sofus Johansen (1889-1976). Tey fingu fýra børn.
Ein sonur teirra var Heini á Trøðni, sum í mong ár var kendur sum stjóri í Grønlandsfelagnum, sum stóð fyri føroyska partinum av útróðrinum og virkseminum hjá Nordafar í Føroyingahavnini.
Ein annar sonur var Harry S. Johansen, sum var kendur í mong ár sum skrivstovuleiðari hjá Havnar Sjúkrakassa og sum leiðandi limur í losjuni í Havn.
Politistur og limur í avhaldinum
Heine sjálvur hevur verið ein “typiskur” havnarmaður, sum livdi av tí, sum kundi fáast úr sjónum og tí sum jørðin gav.
Hann var í hvussu er frá 1880 limur í politistaliðnum í Havn, sum varð avtikið í 1902.
Og so hevur hann eisini verið ein av teimum mætu havnarmonnunum, sum vóru limir í Havnar Avhaldsfelag.
Tá ið hann doyði skrivaði Nyholm Debes í fráhaldsblaðnum Dúgvan:
"Aftur hava vit innan Havnar Avhaldsfelag mist ein góðan og trúgvan felaga. Heine Justinussen (á Trønni) er nú um dagarnar deyður.
Heini á Trønni var íðin og arbeiðssamur maður, fúsur til sjógvin og nærlagdur á landinum. Mangan ringan hevur hann farið til sjós, mangan sæð deyðan fyri eygunum, men ikki var tilætlað, at hann skuldi leggja síni bein á tí stóra kirkjugarði, hvar so mangir Føroyingar hava funnið teirra vátu grøv.
Snøgt og knappliga var hesin maður burtur riktur og vil hann av okkum avhaldsmonnum saknast nógv.
Hann bleiv avhaldsmaður 23. januar 1901, og hevur frá tí degi verið ein av teimum feløgum, sum javnt hevur verið at funnist á samkomum felagsins. Tí kennist tað bæði sárt og ilt at vita, at sessur hansara nú fer at standa tómur ella verða nýttur av einum hvørjum øðrum, men man so lagna menniskjunar vera og kann har einki broytast.
Minni hansara vil til seina tíð goymast av felagnum Havnar Avhaldsfelag, og vil eg sum ein sovorðin ynskja, at friður og hátíð má fylgja við tí mynd, tann einstaki goymir av honum.”
Heini hevur verið 54 ár, tá ið hann gjørdist fráhaldsmaður og limur í fráhaldsfelagnum. Hann varð bert limur í 9 ár og hevur hesa tíðina kunnað gjørt vart við seg í felagnum.
Keldur:
Keraldið
Ingigerð á Trøðni
Í komandi parti verður greitt frá Heina Johansen, Vága Heina, og hansara