Í grundini var ætlanin at brúka hetta plássið til at endurgeva nakað av tí, sum drápsmaðurin Peter Lundin skrivar í sínari bók, En Morders Bekendelser. Hugskotið var at bera víðari nakrar av upplýsningunum, sum sambært umtaluni av bókini skulu gera okkum klókari uppá drápsmannin, ið er búraður inni fyri lívstíð í Danmark.
Men hendan greinin endar líka nógv sum eitt ummæli av umstríddu bókini, sum fleiri av etableraðu forløgunum vendu ryggin, tí tey vildu ikki leggja oyrað til Peter Lundin.
Forlagið Turbulenz smekkaði tó til, tá ið tað fekk kjansin at publisera søguna hjá Peter Lundin. Sambært forlagnum sjálvum, geva tey fáar bøkur út, men geva tey eina bók út, skal hon verða ein bestseljari, og hon skal skapa turbulens. Og tey krøvini lýkur bókin hjá Peter Lundin.
Tað er ikki so áhugavert at tosa um, hvørt Peter Lundin skal hava loyvi at skriva eina slíka bók ella ikki, tí tað hevur hann, og talufrælsið umfatar eisini hansara forkvaklaðu tankar og útsagnir.
Trupult at taka fyri fult
Bókin En Morders Bekendelser livir ikki upp til tað, sum hon lovar. Og tað kann bókin í grundini ongantíð gera.
Sagt verður í umtaluni av bókini, at Peter Lundin fyri fyrstu ferð sigur søguna um seg sjálvan og tað, sum hann hevur gjørt. Jú, víst sigur hann eina søgu, men spurningurin er, hvat vit kunnu brúka søguna til, tá ið vit ikki vita, hvat er satt, og hvat er lygn.
Bókin er merkt av nógvum løgnum pástandum, mótsagnum og ivaleyst eisini ósannindunum.
Peter Lundin viðurkennir tíðliga í bókini, at hann útviklaði seg til at verða narcissistiskan og egosentraðan við stórheitsvanvidi, og so er vøllurin líkasum kálkaður.
Eina løtu sigur hann, at hann leyg fyri at gera seg sjálvan áhugaverdan, og seinni í bókini tosar hann um, hvussu ræðuligt tað er at lúgva. Og fleiri ferðir harímillum greiðir hann frá, hvussu hann lumpar kvinnur, sum skriva til hansara.
Og tá tú lesur bókina, ivast tú støðugt, um tað kann verða satt, sum Peter Lundin skrivar, ella tað bara er hansara søga fyri at gera seg áhugaverdan.
At Peter Lundin spælir erligur, er neyvan nøkur trygd fyri, at sannleikin kemur fram.
Nú verður bókin seld sum søgan hjá Peter Lundin, men eingin innleiðing ella eftirskrift greiðir frá, hvussu søgan er komin á prent. Vit fáa ikki at vita, hvat Peter Lundin slapp at siga, hvat er soldað frá, hvørji ivamál eru í søguni, hvørjir pástandir eru dokumenteraðir av øðrum keldum, ella um alt bara er frítt frá livrini hjá Peter Lundin.
Tað er ivasamt, um hesar upplýsningar høvdu styrkt trúvirðið á bókini, men í øllum førum verður eingin roynd gjørd hjá journalistinum, sum hevur ført pennin fyri Lundin, at seta søguna inn í ein samanhang.
Mariann var serlig
Ein annar trupulleiki við En Morders Bekendelser er, at Peter Lundin mest sum frítt sleppur at siga sína hugsan um tey fólkini, sum hann hevur havt við at gera. Bæði tey, sum doyðu, og tey, sum yvirlivdu.
Peter Lundin er glaður fyri konufólk, og sambært honum sjálvum eru konufólk eisini glað fyri hann. Bæði tá ið hann sat í fongsli í USA, og síðani hann kom inn at sita í Danmark, hava kvinnur sent honum brøv, har tær royna at stuðla og hjálpa honum – og summar bjóða seg ósmædnar fram til kynsligt samband.
Í USA skrivaðu einar 30 danskar kvinnur til hansara, og í Danmark hava tær verið einar 50 í tali, vil Peter Lundin sjálvur verða við.
Summar av kvinnunum fekk Lundin eitt tættari samband við, og tær verða hongdar út at turka av drápsmanninum. Peter Lundin greiðir frá, hvussu hesar kvinnur eru, og hann fer illa við onkrum av teimum, tí tær hava latið seg útnyttað av honum. Tær hava biðið um tær sjálvar, heldur hann.
Ein av kvinnunum, sum Peter Lundin mest rósar, er føroyska Mariann Poulsen, sum hann gifti seg við í fongslinum. Peter Lundin greiðir frá, hvussu hann hevur upplivað sambandið við Mariann Poulsen, og partar av søguni kenna vit aftur frá tí, sum Mariann Poulsen sjálv hevur greitt frá.
Mariann var bert 15 ára gomul, tá ið hon fyrstu ferð skrivaði til Peter Lundin í fongslinum. Sambandið teirra varð kvett, tá ið mamma Mariann fann út av tí, men seinni leitaði Mariann aftur á slóðina, tá ið hon flutti til Danmarkar. Seinni blivu tey gift og skild.
Í bókini greiðir Peter Lundin frá, hvussu sambandið við Mariann Poulsen hevur verið, hvat tey gjørdu og søgdu, og hví tey giftu seg. Onkrar nýggjar upplýsningar koma fram um tey bæði, og í bókini eru eisini fleiri myndir av Mariann Poulsen, sum hon ivaleyst hevur sent honum einaferð í tíðini.
Stóri spurningurin er bara, um vit vilja vita hetta, og um vit vilja hoyra Peter Lundin greiða frá hesum.
Eg haldi ikki.
Óneyðug bók
Útgevarin av En Morders Bekendelser heldur, at talan er um eina týdningarmikla bók, sum kann geva fólk innlit í, hvussu ein drápsmaður hugsar. At talan er um Peter Lundin, sum onkur hevur kallað óndasta mann í Danmark, ger søguna bara meira spennandi – og lættari at selja.
Men í grundini er En Morders Bekendelser ein óneyðug bók. Tað ber ikki til at nokta einum forlagi at geva eina slíka bók út, og fólk avgera vælsaktans eisini sjálvi, um tey vilja keypa bókina og lesa hana.
Men trúvirðið í søguni er ivasamt, tá ið hon byggir á tulkingarnar hjá Peter Lundin sjálvum. Lundin hevur sjálvur sagt, hvussu hann kann tosa fólk í ørviti og gera seg sjálvan áhugaverdan – og hendan bókin er helst enn ein slík roynd.
Bókin byrjar við, at Peter Lundin grevur mammu sína, sum hann hevur dripið, niður á einari strond í USA, og bókin endar við einum eymum og kærleiksfullum brævi, sum Lundin hevur skrivað til deyðu mammu sína úr fongslinum í Danmark.
Harvið verður tað líkasum skorið út í papp, at tað verður ikki lætt at skilja, hvat gongur fyri seg í høvdinum á Peter Lundin, og hendan bókin hjálpir ikki stórvegis uppá tað.