Nýggjársaftan hevði ÚF eina annars áhugaverda afturlítandi sending. Ymsir framstandandi gestir vóru bodnir á gátt, og valskeiðið sum skjótt er farið, varð mett um, og vigað úr ymsum herðahornum. Og alt gott um tað, sjálvandi roynir hvør einstakur at fáa sína útgávu av veruleikanum upp í ljósið, kanska serliga um tú er politikari. Soleiðis er leikurin nú einaferð.
Ymiskt varð sjálvandi hvat hvør metti varð komið av skafti, men ein var tó sum skaraði burturúr í vantandi innliti, og um ikki tað er nøktandi lýsing, so má Ingeborg Vinther í minsta lagi leggja rygg til at hon fer øgiliga lætt um sannleika, rættleika og veruleika, í hesum føri ið hvussu er.
Havandi í huga hvussu stóran part av føroya fólki Ingeborg Vinther umboðar, so tykist tað ræðandi at hon ger sær so nemmar, avmarkaðar, og í hesum føri rangar fakfelagspolitiskar niðurstøður av førda politikkinum farnu skjótt 4 árini.
Tað eru jú onnur fólk í Føroyum, sum kenna tað sum skyldu at berjast fyri rættindunum hjá okkara verkafólki, og sum gera tað. Eisini innan fyri politisku skipanina, og eg kann prógva at sitandi samgonga millum tjóðveldisflokkin, fólkaflokkin og sjálvstýrisflokkin hevur gjørt stórbroytingar ið betra um samlaðu livikorini hjá verkafólkinum. Eg fari tí her at vísa á tey klípi og varðar, sum onkursvegna vóru ætlaði sum trygd og dygd hjá føroyska verkafólkinum frá sitandi samgongu.
Dagpeningaskipanin
Sum tað einasta positiva nevndi Ingeborg Vinther nýggju dagpeningaskipanina og tað skal hon hava tøkk fyri. Nýggja dagpeningaskipanin er eitt risaframbrot. Fyri tað fyrsta so loyvir hon verkafólki at vera sjúk eins og øll onnur uttan at vera skerd í løn. Altso teir tveir karensdagarnir eru burtur fyri fyrstu fer yvirhøvur. Fráboðanarskyldan er broytt til tað betra fyri verkafólkið og tíðarskeiðið tú kann vera sjúkrameldaður uttan at detta úr skipanina, er munandi longt, og er nú 10 av 12 mánaðum. Ein broyting ið serliga kemur fólki við lívshóttandi sjúkum tilgóðar.
Lat meg leggja afturat, at nýggja dagpeningaskipanin, sum var ein rein semja millum tjóðveldisflokkin, fólkaflokkin og sjálvstýrisflokkin, er ein munandi betri skipan enn tann sum Ingeborg Vinther, saman við arbeiðsgevarafelagnum skjeyt upp fyri Løgtinginum.
Barsilsskipanin
Um Ingeborg Vinther ikki hevur lagt merkið til nýggju barsilsskipanina, so eru tað onnur verkafólk sum hava tað. Summi somikið væl at tey í veruleikanum hava fingið meira av løn/pengum í barsilstíðarskeiðnum, enn tey fingu meðan tey vóru í arbeiði. Ein skipan sum tryggjar at føroysk verkafólk fyri fyrstu ferð í søguni, kunnu økja um familjuna uttan at hugsa um lønarniðurskurð av barsilstíðarskeinum.
Ein veruleiki er tað helst at fleiri hava fingið lønarhækking, ella meira enn tey høvdu fingið um tey vóru til arbeiðis. Og tá politiska skipanin royndi at viðgera henda trupulleika og fáa hann rættaðan, tá mintist Ingeborg Vinther knappliga at vit høvdu fingið ein nýggjan barsilsgrunn, tí hon lovaði bál og brand um politiski myndugleikin rættaði skeivleikan. Sostatt fáa, helst fleiri fólk dagin í dag, meiri í løn meðan tey eru í barsilsfarloyvi, enn tá ið tey eru til arbeiðis. Undir øllum umstøðum eitt politiskt framstig verkafólkinum at gagni. Somikið má staðfestast.
Arbeiðsumhvørvislógin
Samgongan millum Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin hevur eisini sett í verk eina nýggja arbeiðsumhvørvislóg sum greitt broytir maskinmindaða arbeiðsumhvørvið í gomlu lógini, til í dag at tryggja verkafólkið í samlaða arbeiðsumhvørvinum. Eins væl móti sálarligum ágangi, og móti skaðaelvandi maskinum. Eisini eitt greitt framstig verkafólkinum at gagni.
Pensjónslógin
Væl vitandi um at nógvir pensionistar eru fyrrverandi verkafólk, so er styrkin í nógv útskeldaðu pensiónslógini at teir pensionistar, sum ikki hava aðrar pensiónsskipanir, hóast alt fáa størsta ágóðan av nýggju pensiónsskipanini.
Og enn hava verkafólkini hjá Ingeborg Vinther ikki nakra arbeiðsmarknaðarpensión, men tað kunnu hvørki Karl hjá Talis, ella sitandi samgonga lastast fyri.
Ein sannroynd er tað tó at samgongan sær hvussu vánalig pensiónsstøðan er hjá m.a. limunum hjá Ingeborg, og tí roynir samgongan saman við restini av politisku skipanini og føroyska arbeiðsmarknaðinum at finna eina breiða politiska semju um arbeiðsmarknaðarpensiónina, sum kemur at vera øllum føroyska arbeiðsmarknaðinum at gagni. Leggjast skal afturat at tað ikki er nøkur løtt uppgáva.
Skattalættar
Skattalættarnir hjá sitandi samgongu hava havt sum mál at lætta um skattatrýstið hjá lægru inntøkunum, og hóast 80 mió. kr ikki er øll verðin í hesum samanhangi, so er tað tó saman við hinum betranunum eg havi nevnt omanfyri, enn eitt klípi í verkamannavarðan sum kemur at standa eftir hesa samgongu.
Hvønn umboðar
Ingeborg?
Ingeborg Vinther er sjálv fyrrverandi politikari, so hon veit væl at skal tú fáa nakað av skafti, so mást tú gera politiskar semjur. Eg skal lata vera við at spyrja hvat Ingeborg sjálv fekk frá hondini sum politikari ? søgan talar fyri seg, og flestu fólk hugsa eisini sjálvi.
Tí Ingeborg - er einki at ivast í at tú hevur stríðst títt stríð fyri føroyska verkafólkið, men vælsignað ger ikki tað mistak, nú Verkamannafylkingin er farin, at tú leggur teg í fangin á nøkrum ávísum flokki og kastar gor og gall eftir hinum flokkunum. Víst er, at allir flokkar eiga limir í Føroya Arbeiðarafelag, og helst skuldi tað verið rúm fyri øllum flokkum í hugaheiminum hjá leiðsluni í Føroya Arbeiðarafelag.
Eg meti avgjørt ikki at henda samgongan hevur svikið verkafólkið í Føroyum. Heldur tvørturímóti.
At enda kundi verið áhugavert at fingið at vita hvørji mál Ingeborg Vinther og Føroya Arbeiðarafelag hava sett sær í nýggja árinum, og komandi árini. Hvør veit kanska kundu vit hjálpst at fram á leið, heldur enn at berjast um hvat hvør ikki gjørdi nóg væl í tí farna!
Við nýggjárskvøðu.










