sambært blaðnum var málið hjá bankanum at hjálpa múgvandi viðskiftafólki at sleppa undan at rinda skatt og arvagjøld í Danmark. Skrivingin fekk í gjár Fíggjareftirlitið at biðja Sydbank um eina frágreiðing [...] Í Danmark er Sydbank komin í eldin, eftir at Jyllandsposturin hevur skrivað, at bankin hevur fjalt svartar pengar í einum dótturbanka í Sveis. Blaðið hevur fingið upplýsingarnar úr innanhýsisskjølum hjá [...] Leiðandi løgfrøðingurin hjá bankanum, Karin Sønderbæk, segði í gjár, at bankin hevur havt skil á sínum viðurskiftum, men hun vildi ikki útiloka, at bankin kann hava gjørt okkurt mistak.
greitt, at trupulleikarnir at finna bústað til næmingarnar á Rásini eru komnir nær eini loysn. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen kundi tá upplýsa, at málið hevði verið drúgt, men at næmingarnir [...] koma at búgva í bygningini hjá Tryggingini í Saltangará. Seinnapartin í dag fer so Annika Olsen, saman við teimum ungu og foreldrunum at hyggja eftir nýggja bústaðartilboðnum. Nú er so líkt til at ein loysn [...] funnin á hesum. Sum skilst hava hesi hølini verið brúkt til samkomur av ymiskum slagi, og tí áttu tey at verið í hóskandi standi.
Landsins frá, at Teistin ikki siglir fyribils. Tey boða frá, at tey fara royna at sigla av Skopun 18.30 í kvøld. Eisini túrarnir hjá Smyrli eru avlýstir. Tey fara at gera eina roynd at sigla klokkna 18 [...] leiðir hjá bygdaleiðum eisini givnar at koyra í dag. Jens Petur Brattalíð frá Strandferðsluni segði við Rás2 á miðdegi, at fólk kunnu halda seg dagførd um støðuna við at vitja heimasíðuna, ssl.fo, ella ringja
nninir fara at søkja at stjórnarherinum fyri at verja fólkið. Talsmaðurin sigur, at uppreistrarmenninir vilja hava eina friðarvarðveitandi ST-herdeild til Sýrialands heldur enn teir ST-eygleiðararnar, [...] kunngjørdu í dag, at teir kenna seg ikki bundnar av friðarætlanini, sum fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan hevur evnað til. Talsmaðurin hjá uppreistrarmonnunum, Sami al-Kurdi, sigur, at uppreistrarmenninir [...] sum nú eru har. Harafturat vilja teir hava ST at banna flogferðslu yvir sýriskum lendi. Keldur hjá uppreistrarmonnunum siga, at í minsta lagi 80 stjórnarhermenn lógu eftirá í álopum hjá uppreistrarmonnunum
Fiskiveiðieftirlitið minnir teir at at kanna útgerðina umborð. Fyrst og fremst skulu rógvarar vera í bjargingarvesti, tá ið teir eru í bátinum. Bøturnar, sum givnar verða fyri ikki at hava kravdu útgerðina umborð [...] umborð, eru hesar: Fyri ikki at nýta bjargingarvest er sektaruppskoti kr. 1.000,- fyri hvønn persón. Fyri ikki at hava kumpass er sektaruppskoti kr. 1.500,-. Fyri ikki at hava pøs/eyskar er sektaruppskoti [...] ti kr. 40,-. Fyri ikki at hava radarreflektor er sektaruppskoti kr. 200,-. Fyri ikki at hava floytu/blásilúður er sektaruppskoti kr. 300,-.
Samstundis ljóðar, at læknarnir umhugsa at flyta hann úr fongsulssjúkrahúsinum til eitt hernaðarsjúkrahús. Almenna sjónvarpið og almenna tíðindastovan Mena siga, at Mubarak fekk hjartasteðg, og at læknarnir brúktu [...] ara fyri at fáa lív í hann aftur. Ein talsmaður fyri fongsulsmyndugleikarnar sigur, at Mubarak hevur mist vitið. Tann 84 ára gamli Mubarak varð herfyri dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava givið [...] givið trygdardeildunum boð um at skjóta eftir mótmælisfólki undir uppreistrinum í fjør.
Gang heldur, at Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, eigur at leggja frá sær, nú 22. juli-kanningarnevndin hevur lagt sína sera stfinningarsomu frágreiðing fram. Nevndin skrivar millum annað, at bumbuatsóknin [...] bumbuatsóknin at stjórnarbygningunum í Oslo kundi verið fyribyrgd, og at løgreglan kundi havt steðgað Anders Behring Breivik nógv fyrr, enn gjørt varð. Jens Stoltenberg hevur fyrr sagt, at hann átekur sær ábyrgdina [...] ábyrgdina av avleiðingunum av 22. juli, men hann hevur eisini sagt, at síðani tann 22. juli í fjør hevur hann ongantíð hugsað um at leggja frá sær.
Washington sigur, at generalurin hevur ikki bara við rúsevnasmugling av gera, men at hann eisini er við til at smugla vápn til Taliban í Afghanistan. Amerikonsku myndugleikarnir siga, at hevur Gholamreza [...] Amerikanska fíggjarmálaráðið sigur seg hava prógv fyri, at iranski generalurin Gholamreza Baghbani hevur ein avgerandi leillut í at hjálpa brotsmonnum at smugla rúsevni úr Afghanistan. Gholamreza Baghbani stendur [...] Gholamreza Baghbani pengar í amerikonskum bankum, fara myndugleikarnir at leggja hald á teir.
gjár, at fyritøkan fer at skerja starvsfólkatalið, so 17.000 færri fara at arbeiða hjá fyritøkuni. Tað vil siga, at 23 prosent av arbeiðsplássunum hvørva. Sambært BBC fer hetta at hava við sær, at raks [...] árið. Rajeev Souri, aðalstjóri í Nokia Siemens, sigur í tíðindaskrivi, at hann harmast uppsagnirnar, men hann leggur afturat, at tað slepst ikki undan teimum. Nokia Simens hevur havt trupulleikar í seinastuni
Arbeiðið at bjarga teimum innistongdu námsarbeiðsmonnunum í Kili gongur væl betur enn væntað, og tey mest bjartskygdu siga nú, at menninir sleppa kanska at síggja ljós longu um fjúrtan dagar. Bretska [...] kringvarpið BBC skrivar, at gongst sum nú, verða teir 33 menninir bjargaðir upp úr náminum um miðjan oktober. -Vit fyrireika okkum til at enda bjargingarátakið um 15 dagar. Tað er ikki vist, at vit fáa menninar [...] menninar upp tá, men tá verður øll útgerð tøk til at taka ímóti monnunum. Samstundis standa sjúkrahúsini klár til at taka ímóti teimum, sigur ein talsmaður hjá innanríkisráðnum.