Hetta er ein nýggj byrjan

Brian Kerr hevur tikið sítt fyrsta landslið út. Jóhan Eivind Mouritsen, Palli Augustinussen og Marni Djurhuus eru millum leikararnar hann hevur tikið út. – Hetta er ein nýggj byrjan, og nógvir hava møguleikan. Tað kann vera, at okkurt mistak er gjørt, men vit hava havt stutta tíð at velja leikarar, sigur landsliðsvenjarin

Sagt verður frá, at Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur úttikið teg, í sambandi við omanfyri

nevnda dyst, og verður tú biðin um at møta á Hotel Føroyum, týsdagin, 2. juni 2009, kl. 12.00,

um ikki annað er avtala - víst verður annars til viðløgdu fyribilsskrá. Soleiðis byrjar brævið, ið 23 føroyskir leikarar hava fingið.

Verður hugt at listanum, so eru nakrir, ið kanska eru meiri óvæntaðir at vera við. Jóhan Eivind Mouritsen er ikki fastur maður hjá HB. Palli Augustinussen spælir í næstbestu deildini og Marni Djurhuus hevur ikki verið á landsliðnum í fleiri ár.

- Vit hava hugt at leikarunum og hava valt útfrá tí. Tað kann vera, at vit hava gjørt okkurt mistak, og henda úttøkan merkir á ongan hátt, at ongin annar kann gera seg galdandi. Tað eru nógvir, sum hava møguleikan, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari.

Sindur merkisvert er, at bæði toppskjúttin í fjør, Arnbjørn Hansen, og Andreas Lava Olsen ikki eru millum teir fyrstu 23, men verður okkurt avboð, so hava teir fingið at vita, at teir skulu vera tøkir. Hini tríggir, ið hava fingið hesi boð eru, Herbert í Lon Jacobsen úr B36, Levi Hanssen úr EB/Streymi og Páll M. Joensen úr HB.


Palli á landsliðið

Nú Brian Kerr hevur tikið sítt fyrsta landslið út, loypir helst mest í eyguni, at landsliðsvenjarin hevur valt Palla Augustinussen, sum spælir við VB/Sumba í næstbestu deildini, at vera við í bruttohópinum til landsliðið.

Men venjarin er als ikki bangin fyri at taka leikarar úr næstbestu deildini, og hann heldur eisini, at Palli Augsinussen er væl fyri.

- Eg havi sæð hann spæla, og eg var imponeraður av honum. Hann hevur nógva orku og skilur spælið væl. Hann er heilt víst ein leikari við møguleikum, sigur Brian Kerr.

Landsliðsvenjarin leggur afturat, at hann ikki hevur havt so nógva tíð at hyggja at leikarunum, men at Palli Augustinussen hevur kvalitetir, sum heilt víst kunnu nýtast á landsliðnum.

Men tað er ikki nakað nýtt, at Brian Kerr tekur júst teir leikarar, hann vil hava, tí hann hevur gjørt tað sama á írska U-20 landsliðnum í 1997, har hann fekk stóran kritikk fyri úttøkuna av leikarum úr írsku deildini, heldur enn úr enskum deildum, men tá hann kom heim við bronsuheiðursmerkjum frá heimsmeistarakappingini var kritikkurin tagnaður.


Mouritsen er framtíðin

Jóhan Eivind Mouritsen, sum fyri tað mesta hevur spælt við næstbesta liðnum hjá HB, er somuleiðis ein leikari, ið heldur óvæntað er við í hópinum. Og Brian Kerr fylgir eisini við báðum yngru brøðrum hansara, sum honum dámar væl sum leikarar.

- Jóhan Eivind kann spæla í vinstru, høgru og sum áloypari. Harumframt er hann skjótur, og tá eg havi sæð hann, hevur tað sæð út sum, at hann hevur verið væl fyri. Eg havi sæð hann koma av bonkinum hjá fyrsta liðnum. Tá spældi hann heilt væl, og eg havi eisini sæð hann á næstbesta liðnum. Hann hevur havt trupulleikar við skaðum, men hann sær út til at koma fyri seg, sigur Brian Kerr.

Hann leggur afturat, at hann fylgir væl við yngru brøðrum Jóhan Eivindar.

- Christian, sum spælir á U-21 landsliðnum hevur góða framtíð, og tann lítli reyðhærdi, Kristin, er eisini eyðsýndur á U-19 landsliðnum. So handan familjan hevur bjarta framtíð í fótbólti, sigur Brian Kerr.


Marni Djurhuus úttikin

Verjuleikarin í EB/Streymi hevur verið á landsliðnum fyrr, men gav avboð eftir ein dyst, har hann varð inn og útskiftur í sama dysti. Nú er hann aftur úttikin, og Brian Kerr vónar, at hann verður við.

- Hvat er hent frammanundan er søga. Nú eru vit byrjaði av nýggjum, og eg gangi útfrá, at allir leikarar meta tað sum eina æru at spæla fyri sítt land, sigur Brian Kerr.

Hann leggur afturat, at tað verður upp til Marna Djurhuus sjálvan, um hann vil vera við, men nú hevur hann í hvussu so er fingið møguleikan.


Trupult fyri útisetar

Seks útisetar eru úttiknir, men sambært Brian Kerr er møguleiki fyri fleiri seinni, hóast fimm av hesum seks hava havt trupulleikar.

- Símun Samuelsen hevur verið óførur í Íslandi, men hinir hava allir havt sínar trupulleikar, sigur Brian Kerr, og nevnir skaðarnar hjá Jónasi Tór Næs, umframt, at fleiri leikarar hava havt trupult at býta seg fastar á besta liðnum.

- Lat meg siga soleiðis. Mær dámar sjálvandi best, tá leikarar spæla á besta liðnum, men tað verður ikki altavgerandi, tá eg taki liðið út, sigur landsliðsvenjarin.


Claus víst áhuga

Hann leggur afturat, at hann hevur verið í samband við Claus Bech Jørgensen, men at hann ikki hevur nakra kontrakt í løtuni, men at Claus Bech hevur víst áhuga fyri landsliðnum, og at tað er møguleiki fyri, at hann verður úttikin seinni.

Somuleiðis fylgir Brian Kerr gongdini hjá Juliani Johnson í Danmark.

Brian Kerr leggur stóran dent á, at tað eisini kunnu vera fleiri ungir leikarar, ið kunnu gera seg galdandi, og at hesin hópurin kann vera merktur av, at fyrireikingartíðin hevur verið stutt. Men hvør byrjar inni og ikki, vil hann onki siga um.

- Eg hitti leikararnar til venjing skjótt, og so dømi eg út frá tí, staðfestir landsliðsvenjarin.