Nú er brúk fyri blokkpolitikki

Edmund Joensen, løgtings og fólkatingsmaður
----------

Heldur enn at leypa stein av steini eiga Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin beinanveg at leggja lunnar undir ein stabilan blokk av politiskum flokkum, sum í felag kunnu fara til løgtingsval við tí fyri eyga at skapa alneyðugan búskaparvøkstur, fólkavøkstur, vælferð og stabilitet

Hetta er, tá politiskir flokkar finna saman um eina politiska ætlan, og síðani fara til løgtingsval sum ein samlaður politiskur blokkur.
Blokkpolitikkur er nevndur sum ein møguleiki í Føroyum.
Í øðrum londum er hetta ein grundleggjandi arbeiðsmáti í politisku skipanini.
Vit kenna hann eitt nú av Christiansborg, og har virkar skipanin sum heild væl. Í áravís hevur verið talað um tann bláa og tann reyða blokkin, ið politiskt standa yvir av hvørjum øðrum við hvør sínari yvirskipaðu politisku ætlan.
Her heima brúka vit tó ikki blokkpolitikk enn. Í Føroyum fer hvør flokkur í sínum lag til val uppá sína egnu ætlan ella valskrá. Og við sínum egnu vallyftum.
Sjúrður Skaale, tingmaður, setti herfyri gongd í orðaskiftið um blokkpolitikk. Positivt við slíkum uppleggum til orðaskifti.
Høvuðssjónarmiðið hjá tingmanninum var í innihaldi, at føroyski veljarin veit ikki, hvønn politikk hann fær eftir eitt løgtingsval. Tí ikki fyrr enn eftir valið verður politiski blokkurin – ein samgonga – skipaður. Samgonguni nýtist ikki at taka atlit til tað, ið hin einstaki flokkurin er farin til val uppá.
Flestu munnu vera samd um, at hetta er órímiligt yvir fyri veljarunum.
Øvugti tankin má væl saktans vera, at við blokkpolitikki veit veljarin rættiliga neyvt, hvønn politikk hann kann vænta sær eftir eitt løgtingsval.
Politisk náði frá Tjóðveldi
Tankin um blokkpolitikk er áhugaverdur - ikki minst í teirri politisku støðu, sum Føroyar eru í júst nú.
Fólkaflokkurin hevði hvørki rygg ella nervar til at stýra landinum í einari truplari tíð. Hann rýmdi úr Tinganesi og klamsaði við hurðini. Vildi hava nýval. Legði upp til eitt taktiskt show. Tíbetur gjøridt tað ikki veruleikin.
Minnilutastýri er sett í verk, og tað verður í løtuni grundað á vælvild – onkur hevði kanska sagt náði – frá Tjóðveldi.
Hetta tykist heldur veikt og óstabilt.
Vit hava aftur og aftur hoyrt útmeldingar frá formanninum og tingmonnum í Tjóðveldi um, at flokkurin stuðlar ikki minnilutastjórnini longur enn, at ein skipan fyri makrelinum er gjørd.
Tingformaðurin úr Tjóðveldi er eisini farin at spæla við vøddunum.

Tørvur á blokkpolitikki
Samgongan við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, sum vísir seg at hava rímiligt stev, leypur stein av steini. Øll vita, at tá er vandi fyri at detta í ánna.
Ongin hondføst avtala er við Tjóðveldi ella aðrar flokkar. Frítt slag er á øllum frontum. Ongin hevur bundið seg at verja samgonguna ímóti at fáa ein meiriluta í Løgtinginum ímóti sær.
Hetta er heldur óstabilt og fer ikki at halda í longdini.
At liva upp á lánta tíð frá Tjóðveldi er alt annað enn ynskiligt. Ongin veit, nær tann flokkurin hálar stikkið úr politisku kontaktini.
Her er tað, at blokkpolitikkur kemur inn í myndina.
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin samstarva rímiliga væl, og flokkarnir kunnu helst semjast um at taka mest týðandi tøkini fyri Føroya land. Her tykist vera grundarlag fyri einum politiskum makkaraskapi frameftir. Flokkarnir kunnu byggja støðið undir einum politiskum blokki.
Hesir báðir flokkar duga at smíða politiska blokkin saman og at bjóða øðrum flokkum samstarv – í samgongu ella sum samstarvsflokkar hjá einum blokki. Kanska eru flokkar sum Miðflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, og Framsókn mest upplagdir at samstarva við. Hetta veldst alt um samráðingar og politiskt hegni. Og um hvørjar interessur og politisk ynski, flokkarnir hvør sær hava.

Smíða blokk beinanvegin
Hetta er ein spennandi møguleiki fyri at røkka úrslitum og við góðum útlitum fyri at menna politiska umhvørvið.
Mær tykir, at hesin politiski blokkur eigur at verða savnaður og smíðaður longu nú.
Nakað av tíð er eftir til komandi løgtingsval, og tíðina kunnu hesir flokkar brúka til at fremja nøkur reformmál og til at leggja politiska grundarlagið – arbeiðsætlanina – undir blokkinum.

Arbeiða fyri búskapar- og fólkavøkstri
Í Fólkatinginum forhandla tey í løtuni um eina sonevnda 2020-ætlan. Tvørtur um flokspolitisk mørk men við bláa blokkinum hjá stjórnini á odda. Ein nýggjur politiskur blokkur í Føroyum kundi hóskandi tikið henda tráð upp. Lagt høvuðslinjurnar fyri politikkin komandi tvey valskeiðini ella so.
Hvat kundi so stevnumiðið verið? Tann politiska ætlanin?
Jú, tað týdningarmesta í føroyskum politikki í dag er at arbeiða fyri stabiliteti og at brúka allar kreftir og møguleikar til at skapa búskaparvøkstur, fólkavøkstur og at tryggja vælferðina á einum ávísum støði.
Bæði búskapur og fólkatal í Føroyum eru stagnerað, og tað er sera sera vandamikið.
Uttan stabilan búskaparvøkstur og støðugan fólkavøkstur er vandi fyri, at Føroyar kunnu gerast ein samanrenning av einum forminnissavni og ellisheimi, har ið ung, vælútbúgvin og framfýsin fólk ikki støðast. Har tey spennandi arbeiðsplássini verða burtur. Har trivnaðurin og vælferðin hvørva.
Í slíkum landi er framtíðin døpur.
Men vit hava framvegis møguleikan at gera tað rætta fyri land okkara. At skipa ein politiskan blokk og eitt landsstýri, sum fram um alt vil arbeiða fyri stabiliteti og virka fyri búskaparvøkstri, fólkavøkstri og vælferð.
Nú er brúk fyri blokkpolitikki.