Góð heilsa er besta gávan

- Besta gávan tú kanst geva tínum kæru, er at tú sjálv hevur eina góða heilsu, sigur Rosie Swale Pope úr Tenby í Wales, sum í meiri enn fýra og eitt hálvt ár hevur runnið um meginpartin av heiminum

2. oktober 2003 steig Rosie Swale Pope út um gáttina og byrjaði eina ferð runt knøttin. Dagurin var hennara 57. føðingardagur, og 25. august rennur hon seinasta teinin til hon at enda stígur inn um ta gátt, hon tá fyri næstan fimm árum síðani trein út um.

Hon rann frá Tenby í Wales til Ermasund, har hon tók ferjuna yvir um til Holland, síðani gjøgnum Týskland til Moskva, og haðani framvið Trans Siberiska jarnbreytarutuni. Leiðin gekk so til Berings Strætið, Alaska, USA, Kanada Grønland, Ísland og nú Føroyar.

26. juni fer Rosie Swale Pope við Norrönu til Skotlands, og síðani skal hon renna gjøgnum Skotland og Ongland, yvir um til Írlands, áðrenn leiðin at enda gongur til Wales og Tenby.

Rosie Swale Pope hevur siglt nógv sum yngri. Hon hevur eitt nú siglt heilt til Australia við familjuni og rundað Cap Horn á leiðini út og heim. Hon hevur somuleiðis siglt einsamøll tvørtur um Atlantshavið í einum 17 fót stórum báti.

- Tað hugtakandi við at sigla eru trøini og fjøllini, bygdirnar og býirnir, andlit, fólk. Tað hevur fingið meg at vilja kanna landøkið eisini, sigur Rosie Swale Pope.

Hon byrjaði at renna maraton, og tá hon meldaði seg til Sahara Maraton, mátti hon venja seg við at renna við ryggsekki, tí tað var eitt krav, at luttakararnir høvdu alt, teimum nýttist til maratonnið, í einum ryggsekki, so sum matur og drekka.

Hetta førdi við sær, at Rosie byrjaði at nýta frítíðina at renna. Eitt nú hevur hon runnið gjøgnum Polen.

Tá so maður hennara doyði av krabbameini í bløruhálskertlinum, vildi hon fegin gera vart við sjúkuna krabbamein, og hon setti sær tí fyri, at renna kring allan knøttin.

 

Møtt øllum slags fólki

Leiðin hevur gingið sum omanfyri nevnt og sum tað eisini sæst av kortinum her á síðuni.

- Eg havi á ferð mínari møtt øllum sløgum av fólki. Eg havi møtt drápsmonnum og biddarum, men mínar royndir eru, at ert tú fólkalig við teir, eru teir eisini fólkaligir móti tær, sigur Rosie Swale Pope.

Føroyingum og Føroyum letur hon stak væl at.

- Tit mugu hava gjørt eitthvørt undurfult í einum fyrra lívi, at Gud hevur loyvt tykkum at gerast føroyingar, sigur Rosie Swale Pope.

Túrurin hevur verið strævin, sum vera man.

- Eg havi havt frostbit í Alaska og brotið riv fleiri ferðir. Men lívið her í Føroyum er eitt satt paradís, sigur Rosie Swale Pope.

Hon rósar føroyingum óført fyri teirra gestablídni, og hon heldur, at alt her er heilt framúr. Tað er bert eitt, sum hon heldur dregur niður.

- Tað kostar so nógv at tosa í telefon. Men burtursæð frá tí er tað eitt reint paradís at vera her, sigur hon.

Hon letur ógvuliga væl at øllum og heitir staðiliga á greinskrivaran um at takka Andreas, ið er umsjónarmaður á kampingplássinum Yviri við Strond. Somuleiðis vil hon takka so myriliga, at tey vóru so beinasom móti henni á Hotel Hafnia at hon slapp at ringja heim haðani. Somuleiðis rósar hon Smyril Line fyri óføra tænastu.

Eisini Kunningarstovan í Havn fær nøkur vinarlig orð við á vegnum.

 

Bjóðar seg fram

Rosie Swale Pope er upprunaliga blaðkvinna og hon hevur skrivað fimm bøkur. Ætlanin er eisini, at hon skal skriva eina bók um ferðina kring knøttin, og til tess at savna tilfar, hevur hon higartil skrivað upp í 59 dagbøkur, har eisini undirritaði hevur skrivað henni eina heilsan við á vegnum.

Men høvuðsendamálið hjá henni er at gera vart við herviligu sjúkuna krabbamein, og tí er eisini ein stór uppgáva hjá henni at fáa boðskapin út gjøgnum teir miðlar, har hon rennur ígjøgnum.

Ein onnur kelda til íblástur eru tær vitjanir, sum heimasíða hennara fær frá fólki, sum fylgja henni á ferðini.

- Skrivið endaliga til mín. Sjálvt um eg ikki kom her fyrr enn fríggjadagin, hava longu fleiri føroyingar skriva til mín, sigur Rosie Swale Pope.

Hon sigur eisini, at eru tað nakrir felagsskapir ella onnur áhugað, so stillar hon fegin upp til ein fyrilestur um ferð sína og um at fyribyrgja krabbameini. So er tann heilsanin farin til eitt nú Føroyafelag móti Krabameini.

- Trupulleikarnir hvørva ikki, uttan at tú konfronterar teir og berjist móti teimum. Og tað besta tú kanst geva tínum kæri, er at tú hevur eina góða heilsu, sigur Rosie Swale Pope.

Hon roynir at fáa fólk at lata peningagávur til krabbameinsfeløg og gransking, men sjálv hevur hon ongan beinleiðis sponsor.

- Eg livi av pengum, eg hevði spart mær upp. Og so skrivi eg frá ferðini fyri Runner’s World, so tú kann á ein hátt siga, at teir sponsorera meg, sigur Rosie Swale Pope.

Sum nevnt skal hon skriva eina bók um ferðina hjá sær, og hon heldur tað vera eitt gott høvi at byrja, nú hon kortini ikki sleppur víðari fyrr enn 26. juni.

Eg kann so við góðari samvitsku siga, at ferðin hevur givið mær nógv størri upplivingar, enn eg hevði væntað, sigur Rosie Swale Pope, sum býr á kampingplássinum Yviri við Strond, har hon sigur seg ikki hava búð á kampingplássi við fleiri facilitetum.