Lítil svørt tøl á botnlinjuni

Nógvir bankar hava í løtuni stór reyð tøl á botnlinjuni, men í Suðuroyar Sparikassa eru tey svørt fyri 2008, hóast talið ikki er størri enn 187.000 krónur fyri skatt. Hetta er ein stór afturgongd í mun til 2007, men Søren Bruhn, stjóri, er væl nøgdur við úrslitið, tá hugsað verður um stóru eingangs útreiðslurnar

Suðuroyar Sparikassi hevði í 2008 eitt endaligt úrslit á 187.000 krónur í avkasti. Eftir skatt er hetta tal 154.000 krónur. Hetta er ein stór afturgongd í mun til 2007, tá úrslitið var næstan fýra og ein hálv millión í avlopi fyri skatt.

- Vit roknaðu næstan alla tíðina við einum lítlum avkasti, men tá alt byrjaði at skrambla saman vóru vit eitt sindur bangin um botnlinjuna, sigur Søren Bruhn, stjóri.

Minkingin á talinum á botnlinjuni stavar fyrst og fremst frá burturleggingum og umsiting av telduskipanini.

- Ætlanin var at skifta skipanina frá Elektron til DEC, sum er tann danska telduskipanin fyri bankar. Hetta gav okkum umleið eina millión í meirútreiðslum. Tá mann so valdi at lata vera við at skifta skipanina, so bleiv tað soleiðis, men nú er ætlanin so at skifta til SEC, sum er tann norðurlendska skipanin, greiðir Søren Bruhn frá, og leggur afturat, at 2008 kundi verið besta árið hjá bankanum, um tað ikki var fyri hesar útreiðslur, og bankapakka 1.

Í 2007 lat bankin 2.000.000 í vinningsbýti til partaeigararnar, men í ár er tað ikki aktuelt, tí hesum forðar bankapakki 1.

- Tó eru burturleggingarnar hjá okkum ikki so høgar, sum tær standa at vera í roknskapinum, tí reella tapið er nokk einar 200.000 krónur, men lógarkrøv fram til fyrsta januar hava havt við sær, at bara møguleiki var fyri mistum peningi, so skuldi tað við, sigur Søren Bruhn.

Frá fyrsta januar var tað bara reelt tap, sum skal við í roknskapin.


Rentan

Hóast útreiðslurnar eru øktar rættiliga nógv, so hevur bankin eisini fingið munandi fleiri inntøkur. Rentan er lækkað fleiri ferðir, júst sum hjá hinum bankunum, og hetta hevur bankin somuleiðis nýtt at vaksa um inntøkurnar við at hækka rentumarginalin. Hetta skal skiljast sum, at munurin millum innlánsrentu og útlánsrentu er vaksin, so bankin eigur meira eftir.

- Hetta er ein náttúrlig gongd, tá vit hugsa um hørðu kappingina, sum hevur verið um útlán til sethús. Hjá okkum rakti kappingin nokk so hart, tí sethúsamarknaðurin er okkara øki, og tilsvarandi eru vit nú farin at vinna meiri pening, nú kappingin um útlán er minkað.


Tryggur banki

Eisini greiðir Søren Bruhn frá, at í hesum tíðum hevur tað víst seg at loysa seg at vera varin. Her hevur bankin gjørt av, at hava eitt sera lágt útlánsprosent. Tað er peningurin, sum er inni í mun til tann, sum er úti.

Í Suðuroyar Sparikassa er útlánsprosentið 80, og hetta er millum tey lægstu í kongaríkinum. Í 2007 var útlánsprosentið 95.

- Hetta ger sjálvandi, at vit ikki vinna líka nógvan pening, sum vit kundu, men vit halda tað vera ein fyrimun at hava eitt lágt útlánsprosent í hesum tíðum. Tá rákið so fer at venda, tá kann tað verða, at vit hækka tað fyri at vinna meiri pening, sigur hann.


CO2 lán

Í fjør fór bankin í gongd við eitt nýtt konsept við lánum. Hetta eru CO2 lánini, sum bankin samstarvar við arkitektar um, men enn er ongin, ið nýtir hetta tilboð.

- Tað eru eini 10, har arkitektarnir hava verið og gjørt eina meting av húsunum, men enn er ongin, ið nýtir hetta tilboð. Hetta er heldur ikki nakað, sum vit beinleiðis fara at vinna so nógvan pening uppá, men tá ein kanning er gjørd av einum húsum, so eru vit tryggari við, um hetta eru ein góð ella eini ring hús, tí ger hetta virksemið hjá okkum tryggari, umframt at vit kunnu vera við til at minka um útlátið.


Køksborðið

Í samstarvi við Postverkið er Suðuroyar Sparikassi eisini farin í gongd við eina kurértænastu, har tú til dømis kanst gjalda rokningarnar á køksborðinum. Eisini hesum sær bankin stórar fyrimunir í, tí hetta merkir, at bankin røkkur kring alt landið, so veruligur tørvur er ikki á fleiri deildum, sambært stjóranum. Hann vísir somuleiðis á, at hetta var nýggja tilboðið í 2009, og tað hevur alla tíðina verið ætlanin hjá teimum at koma við einum nýggjum tilboðið hvørt ár, og tí verða ikki fleiri í ár.


Betri 2009

Í roknskapinum hjá bankanum stendur, at bankin væntar sær eitt betri úrslit í 2009. Hetta fer sambært stjóran at hava við sær, at bankin fær eitt avkast á einar tvær til tríggjar milliónir krónur.

- Tað er greitt, at 2009 ikki verður besta árið í søguni, tí bankapakki 1 skal gjaldast gjøgnum alt árið. Men hinar útreiðslurnar verða helst minni, og tí rokna vit við einum betri úrsliti í ár, sigur Søren Bruhn. Hann vísir millum annað á, at nú er lutfalsliga dýra kanningararbeiðið til telduskipanina longu gjørt, og tað merkir færri útreiðslur. Eisini vísir hann á, at rentumarginalurin allarhelst ikki fer at minka í 2009 og at hetta er við til at halda fast um inntøkugrundarlagið.

Bankin verður helst við í bankapakka 2.