Áðrenn aðalfundin í Atlantsflogi í morgin

Nýggi vinnupolitikkurin tekur skap. Og uppskriftin er einføld: Øll makt til landsstýrið!

Eitt hart kroyst privat partafelag - Smyril Line - kemur til landsstýrið og biður um hjálp fyri at yvirliva. Landsstýrið játtar - men misnýtir støðuna til at krevja rættin at velja meirilutan í nevndini.

Ein lutvíst privatiseraður banki hevur aðalfund. Grunnurin sum umboðar landsstýrisins ognarpart finnur eitt hol í lógini, og heldur seg burtur frá aðalfundinum. Á tann hátt fáa hesi almennu umboð forðað fyri, at privatu eigararnir fáa ta umboðan, sum tilkemur teimum. Einki orð hoyrist frá landsstýrinum, sum bara tykist tiga og samtykkja.

Eitt lutvíst privatiserað flogfelag skal hava aðalfund hósdagin. Og landsstýrið ætlar at kroysta privatu eigararnar úr nevndini við teirri patetisku grundgeving, at landsstýrið umboðar Føroya fólk, og tí vil tryggja Føroya fólki rættvísa nevndarumboðan.

 

Mann aftrar seg

Mann stendur í eini tvístøðu, tá slíkt kemur fram.

Øðrumegin aftrar mann seg við at siga ov nógv alment um tað. Hesar fyritøkur hava jú tørv á friði og stabiliteti, og kritiskar røddir frá politiskari síðu kunnu skapa júst ta øvuta.

Hinvegin hevur mann skyldu til at tala at, tá landsstýrið ber seg skeivt at. Og í minsta lagi at seta teir spurningar, sum hanga í luftini og hvørki verða settir ella svaraðir.

Eg fari tí at loyva mær at gera hesar viðmerkingar frammanundan aðalfundinum í Atlantsflogi, sum verður í morgin.

 

Starvsfólk undir illgruna

Bæði Johan Dahl og Kaj Leo Johannesen hava sagt, at endamálið við at umskipa nevndina í felagnum er at tryggja, at Føroya fólk fær ta umboðan, ið samsvarar við tess ognarpart. Og gjøgnum landsstýrið eigur Føroya fólk sum kunnugt tveir triðingar av felagnum.

Á seinasta aðalfundi valdi landið tvey umboð, og privatu eigararnir eitt umboð. Her skuldi sostatt ikki verið nakar trupulleiki.

"Trupulleikin" hjá Johan og Kaj Leo er, at starvsfólkini eisini valdu tvey umboð. Tí eigur landið bara tvey av fimm umboðum. Og tí kann landið koma í minniluta. Um privata umboðið og starvfólkaumboðini taka seg saman, eru tey jú trý móti tveimum.

Men hesum er einki óvanligt í. Tað er ásett í lóg, at starvfólkini í einum partafelag skulu hava minst helvtina so nógv nevndarumboð sum tey, ið vald verða á aðalfundinum. Um talið er ólíka, verður rundað uppeftir. Tvs. at verða tvey vald á aðalfundi, velja starvsfólkini eitt. Verða trý vald á aðalfundi, velja starvsfólkini tvey. Og verða fýra vald á aðalfundi, velja starvsfólkini eisini tvey.

Hetta merkir, at eingin eigari nakrantíð hevur eina nevndarumboðan, ið svarar til hansara ognarlut. Landið eigur t.d. 100% av Føroya Tele, men velur bert 2/3 av nevndarlimunum - hinar eiga starvsfólkini.

 

Byggir á illgruna

Í Atlantsflogi vórðu seinast trý umboð vald á aðalfundi. Tvey av landinum, og eitt av privatum eigarum. Og tí hava starvsfólkini eisini valt tvey.

"Fintan" hjá Johan og Kaj Leo er, at teir rokna starvsfólkini uppí tann privata partin.

Starvsfólkaumboð verða vanliga roknað sum neutral umboð, tá um stórar avgerðir ræður. Men argumentatiónin hjá Johan og Kaj Leo byggir á ein illgruna um, at hesi umboð kunnu fara í part við umboðnum fyri privatu eigararnar - og venda sær móti landsins áhugamálum.

Teoretiskt er hetta sjálvandi ikki óhugsandi - men tað byggir á ein álvarsaman illgruna, sum landsstýrið átti at grundgivið fyri.

Og er illgrunin galdandi fyri starvsfólk hjá Atlantsflogi, so má hann vera galdandi fyri øll onnur starvsfólk eisini! Og so átti landsstýrið heldur at broytt ásetingina um, at starvsfólk skulu vera so væl umboðað í slíkum nevndum!

 

Øll makt til landsstýrið!

Í morgin fer landsstýrið at velja fýra umboð í nevndina. Starvsfólkini sleppa at velja tvey - meðan privatu eigararnir einki umboð sleppa at velja. (Hóast teir, eftir rokið sum var, sum skilst eru slopnir at skjóta onkran upp).

Hetta er ikki ólógligt - hóast fleiri siga tað vera brot á tær fortreytir, sum vórðu settar upp, tá privatfólk vórðu biðin um at seta pening í føroyska flogfelagið.

Isolerað sæð er tað heldur eingin vanlukka, at landsstýrið á hendan hátt tryggjar sær meirilutan í nevndini.

Men tann samlaða myndin av tí, sum hendir, er ørkimlandi: Hugsa um fiskivinnusamráðingar. Svartkjaftabýti. Smyril Line. Atlantsflog...

Myndin er, at politikkur og vinnulív renna saman í eitt, tí menn vilja reka vinnulív úr sínum politiska sessi.

Vit hava fatalar royndir av hesum úr Føroyum. Men tað er tann vegin, við fara. Sum Johan Dahl sambært frágreiðing skal hava sagt við stóra privatan eigaran í Atlantsflogi, Adrian Noskwith: "I'm a good politician and a good businessman"!

Bæði Johan og Kaj Leo vilja fegnir privatisera. Men teir vilja ikki taka natúrligu avleiðingarnar av hesum – nevniliga at teimum ávirkan, ið hava sett milliónir í. Nei, teir vilja heldur sleppa at ávirka sjálvir gjøgnum sín politiska sess!

(Og í tí sambandi má mann eisini spyrja seg sjálvan hvussu góðir "businessmenn" teir nú vóru, tá teir royndu seg á privata marknaðinum...).

Hóast kapitalisman er í kreppu, er loysnin ikki politiskt vinnulív.

Men alt bendir á, at tað er enn eitt stig tann vegin, tikið verður í morgin, tá Atlantsflog hevur aðalfund.