Sum slept uppá fjall

Í greinini eru nøvn, støð, aldrar og aðrar slíkar upplýsningar broyttir; tí keldan ynskir at vera dulnevnd.

 

- Í fjórða flokki breyt sjúkan út, segði mamman. Nú eru góð trý ár liðin, og eingin verulig viðgerð er enn komin í lag. Tey hava verið í samband við psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum, men besta viðgerðin, ið stendur í boði, kemur av og á til Føroya úr Danmark

Í nærum hálvttriðja ár hevur viðgerðin staðið á, men enn er ikki rættiliga staðfest hvør sjúkan er. Skúlin setti seg ein dag í samband við mammuna, Marionnu, tí lærararnir ikki dugdu at handfara barnið. Talan var um eina angist ella eitt panikk-anfall, ið lærararnir ikki vóru vanir við at síggja. Eftir hetta gjørdist sonurin verri og verri at fáast við, hann vildi ikki í skúla, misti áhuga, og var als ikki førur fyri at taka við læru. Hetta hevði við sær, at hann mátti vera verandi heima. Hetta var fyri góðum trimum árum síðan.

Foreldrini hava skiftst um at vera sjúkrameldað saman við Jónasi, fyrst mamman í hálvt ár, síðan pápin í níggju mánaðar, og hesuferð hevur mamman verið hjá honum síðan ársbyrjan og verður verandi árið út. Men um Jónas sleppur niður til viðgerð, sum bara bíðað verður eftir, má sjúkrameldingin hjá mammuni leingjast.


Viðgerð

Tá hendan broytingin hendi, fyri trimum árum síðan, varð avgjørt at senda barnið til sálarfrøðing. Sálarfrøðingurin sá trupulleikan, men ein meira serkønur barnasálarfrøðingur mátti til. Eingin slíkur er í Føroyum, so boð máttu sendast til Danmarkar.

Neyðugt er við einum barna- og ungdómssálarfrøðingi til nógv mál, eisini í Føroyum. Tí hevur Landssjúkrahúsið samstarv við danskar sálarfrøðingar. Hesir vitja í Føroyum umleið sjey vikur árliga, býtt á nøkur tíðarskeið. Jónas var í viðgerð hjá einum donskum serfrøðingi, greiddi mamman frá og læt væl at viðgerðini. Men nú eru næstan tríggir mánaðar lidnir síðan seinast, og einki hevur verið at hoyrt enn.


Sjúkan

Tað hevur verið rættiliga greitt, at talan er um eina depressiva sjúku ella um ein serstakan tørv á at verða sæddur. Sálarfrøðingar og danski læknin hava vitað av hesum, men júst hvør sjúkan er, er ikki vist enn. Jónas hevur roynt ymsan heilivág, men tað er sera torført, tá tað ikki er greitt, júst hvør trupulleikin er.

Sum tíðin er ligin, og eingin endalig hjálp er fingin, hevur hann mist nógva undirvísing. Ikki ber til at fara í skúla, so nakrir heimalærarar hava roynt seg, men alt uttan úrslit. Eisini hevur hann móttikið serundirvísing, men so at siga einki er komið burturúr har, tí hann hevur tað ikki gott. Læknarnir hava ráðgivið, at sera týdningarmikið er, at barnið ikki verður trýst, tí tað kann gera alt verri.

Sálarfrøðingar í Føroyum hava gjørt sítt, men tað hevur ikki eydnast at koma nærri at sjúkuni, uttan við hjálp frá danska serfrøðinginum. Sjálv hevði Marianna verið á Alheims sálarheilsudegnum, ið var hildin í Havn, fyri stuttum. Har hevur hon roynt at savna sær tilfar, ið kann læra hana um sjúkuna, men tað er torført uttan serkunnleika.


Familjan

- Ein slíkur trupulleiki rakar alla familjuna, segði mamman tunglynt. Fíggjarliga klárar familjan seg verri, tá annað av foreldrunum má vera við hús, og hini børnini mugu finna seg í, at eitt hevur ein serligan tørv.

Av og á sleppur hann á eitt heim fyri børn, ið stríðast við sálarsjúkur, men hetta er heldur ikki tað rætta. Stórur munur er á sálarsjúkum, og hesi heimini eru heldur ikki tað rætta fyri hann. Hesi árini, ið Jónas hevur verið staðfestur sjúkur, hava foreldrini einans verið avlastað eitt vikuskifti. Tað vóru beinleiðis boð frá danska serfrøðinginum, ið vóru sett í verk.


Psykiatriski depilin

Viðgerðin er fyri tað mesta farin fram á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, har tey hava verið væl móttikin. Men tann hjálp, ið tey kunnu veita, er ikki nóg mikið.

– Hvørja ferð vit koma har, so siga tey, at tey týðiliga síggja at hann er sjúkur, men einki meira hendir, greiddi hon frá.

– Hevði hann verið vaksin, so hevði tað ikki verið nakar trupulleiki at fingið hann innlagdan í Føroyum. – Ov vánaligt skil, endurtók hon fyri sær sjálvari, við einum frustreraðum eygnabráði.

Hon hevur nú í trý ár vónað at koma til eina loysn, men einki er hent. Hon hevur bara fingið eyguni upp fyri eini skipan, sum ikki riggar.


Óvirkin skipan

Hóast tey eru væl móttikin alla staðni og hava fingið so frægt av hjálp, vantar enn nógv í, at skipanin skal vera nøktandi. Tað hevði bøtt nógv, um núverandi skipan var gjørd soleiðis, at donsku læknarnir vitjaðu oftari. Men best hevði verið, um ein føroyskur barna- og ungdómssálarfrøðingur var til føroysk mál.

Somuleiðis ynsktir hon, at Landssjúkrahúsið gjørdi nakað við at fylgja við gongdini hjá barninum. Kannað, hvussu gongur við heiliváginum og øðrum viðurskiftum.


Bíðitíðin

Í hesum døgum gongur familjan bara og bíðar. Bíðitíðin at sleppa inn á donsku sjúkrahúsini fyri sálarsjúk er long, tí alt er ein samlað skipan fyri kongaríkið. Danski serfrøðingurin, ið hevur havt Jónas undir hond, metti tað verða neyðugt at senda hann niður fyri at staðfesta nágreiniligu sjúkuna, og hareftir kunna viðgera hana rætt.

Ein stórur trupulleiki í Danmark er, at har er tørvurin á sálarhjálp eisini ovurhondsstórur, men familjan vónar tað besta. Tey vóna bara, at hjálpin er í framtíðini, men mamman segði, at tað er ótolandi at bíða, uttan at hava nakað at fyrihalda seg til.