U21-landsliðsliðskiparin, Áki D. Samuelsen og liðfelagarnir í Ranheim spældu í dag dyst á heimavølli í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Á EXTRA leikvøllinum í Tróndheimi eydnaðist tað Ranheim at vinna 4-2 á Skeid Oslo, hóast útiliðið var á odda bæði 1-0 og 2-1.
Skeid legði seg á odda 1-0 í 52. minutti, men bert fýra minuttir seinni javnaði Håkon Røsten til 1-1 við einum góðum stútara. Uppleggið átti Áki við einum frálíkum hornasparki. Løtu seinni legði Skeid seg aftur á odda, men Mikael Törset Johnsen, Bendik Bye og Vetle Wenaas syrgdu fyri við hvør sínum máli seinasta korterið av dystinum, at Ranheim vann dystin 4-2.
Áki hevur nú skotið 10 mál, og hann hevur lagt upp til 11 mál. Áki hevur sostatt 21 málstig hetta kappingarárið.
Ranheim er á sætta plássinum í deildini við 45 stigum. Men Lyn Oslo á sjeynda plássinum hevur spælt ein dyst færri. Lyn hevur 44 stig.
Ranheim leikar í 30. og seinasta umfarinum dyst á útivølli móti Sogndal. Dysturin verður leiktur komandi leygardag klokkan 15.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Skeid Oslo 4-2 (0-0):
##med2##











