Á seinasta sinni spældi Gunnar Vatnhamar ein dyst á heimavølli fyri Víking Reykjavík í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Tað eydnaðist heimaliðnum at vinna 2-0 á Vali á Víkingavøllinum. Valdimar Þór Ingimundarson í 49. minutti og Helgi Guðjónsson í 69. minutti syrgdu fyri málunum.
Tá Gunnar fór av vøllinum í 88. minutti var hann stórliga fagnaður fyri avrikini hann hevur framt fyri liðið síðani 2023.
Gunnar hevur tó eina uppgávu eftir. Tað er at ferðast við hópinum til Bosnia Hersogovina fyri at spæla seinna røkk støkk dystin móti Borac Banja Luka um rættin at sleppa í deildarspælið í Conference League. Dysturin verður leiktur hóskvøldið klokkan 19.30.
Gunnar fær góðan karakter fyri sín seinasta heimadyst fyri Víking Reykjavík. Soccerstand og Sofascore geva bæði Gunnari karakterin: 7,3 (av 10 møguligum).
1.288 áskoðarar vóru til seinasta heimadystin hjá Gunnari.
Víkingur Reykjavík er greitt oddalið í deildini við 51 stigum. KR er næstfremst við 43 stigum.
Bæði Soccerstand og Sofascore hava føroyska málverjan, Ara í Haraldsstovu Petersen sum besta leikaran í útidystinum hjá ÍBV móti Keflavík.
Keflavík vann 1-0 á ÍBV, men var tað ikki fyri Ara í málinum kundu teir vunnið stórsigur.
Sofascore gevur Ara flotta karakterin 8,8 (av 10 møguligum), og Soccerstand gevur Ara karakterin: 8,1.
Verri er við stigatalvuni. Har er ÍBV triðaftast í deildini við 17 stigum.
##med2##
##med3##
##med4##














