Fyrstahjálp til sjálvmorðsfyribyrgjan

Tíðindaskriv frá Psykiatriska Deplinum og Sálarfrøðistovuni

Hóast talið av sjálvmorðum í Føroyum er lágt í mun til onn­ur lond, so vísa kanningar, at talið av føroyskum ungdómi, sum hava tankar um sjálv­morð, og sum hava gjørt roynd­ir at taka lívið av sær, er rættiliga stórt. Royndir aðrastaðni frá vísa, at talið av teimum, sum gera sjálv­morðs­royndir er einar tíggju ferðir størri enn talið av teimum, sum taka lívið av sær, og at vandin fyri at taka lívið av sær er størri hjá teimum, sum hava roynt hetta áður.

Psykiatriski Depilin hevur seinastu árini verið við til at fyriskipað altjóða dagin til sjálv­morðsfyribyrgjan, sum hevur verið hildin við ymisk­um upplýsandi tiltøkum í Miðla­húsinum. Arbeitt hevur verið víðari við at gera eina skipan hvussu meira praktiskt kann fara fram á hesum øki­num og hvussu serligar at­­gerðir kunnu takast fyri at fyribyrgja sjálvmorðum í Før­oyum eisini.

Í hesum sambandi er Psyki­atriski Depilin komin í sam­band við viðgerðarskipanina VIVAT, sum er norsk og gong­ur út frá Universitetssjúkrahúsinum í Tromsø. Hetta er ein tilltaging av eini canad­iskari skipan Liwing Works Education, sum er tann mest útbreidda skipanin til sjálv­morðsfyribygjan og er tillag­að í fleiri londum.

VIVAT er skipað sum eitt fyrstahjálparskeið til fólk, sum á ein ella annan hátt koma í samband við fólk, sum ganga við ætlanum um at taka lívið av sær ella hava roynt hetta. Hugsað verður her um lærarar og lestrar­veg­leiðarar á miðnámsskúlum, tey sum hava við ymiskt ung­dómsarbeiði at gera, bæði í starvi ella sjálvboðin, t.d. ungdómshús, skótar og ítrótt­arfeløg, tey sum arbeiða á skaðastovum og intensivum deildum, psykiatriskum deild­um, løgreglufólk og tey sum koyra sjúkrabil, læknar, sálar­frøðingar, sosialráðgevarar, tey sum hava við starvs­fólkaleiðslu at gera umframt onnur áhugaði.

Skeiðið verður hildið í tveir dagar, har tað á ymsan hátt verður arbeitt við at læra fólk at fáa eyga á tey, sum á einhvønn hátt eru í sjálv­morðs­vanda, at læra at tora at tosa um hetta og seta teir neyðugu spurningarnar fyri at kunna gera eina meting av vandanum og læra at skipa eina ætlan, sum kann byrgja upp fyri, at lív fer fyri skeyti.

Arbeitt á skeiðnum við at sameina tær royndir, sum eru aðrastaðni frá hesum viðvíkj­andi og royndirnar hjá luttak­arunum, og arbeiðshátturin er eitt bland av styttri fyri­lestrum, tjaki, filmum og bólka­arbeiði.

Vit hava leingi havt ynski um at koma stigið víðari í okkara ætlanum um at skipa serligt fyribyrgingarbeiði í sambandi við sjálvmorð, og halda at hendan canadiska skipanin er sera áhugaverd og hevur fingið stak góðar eftirmetingar og verður hild­in at hava havt avgerandi ávirk­an á, at talið av sjálv­morðum er fallið, sigur Tor­móður Stórá, sálarlækni og læknafakligur leiðari á Psyki­atriska Deplinum. Fyri at kanna nærri hvussu hetta hóskar hjá okkum, hava vit valt at taka upp hetta sam­starvið við Universitets­sjúkra­húsið í Tromsø og tey sum standa fyri norsku útgávuni, sum kallast VIVAT. Á hendan hátt kunnu vit fáa royndar skeiðleiðarar hendan vegin, sum hava arbeitt við skipanini í fleiri ár, og bæåi undirvísing og tað umfatandi tilfarið, sum luttakararnir fáa er á norskum, sum fyri tey flestu fellur lættari enn um tað skuldi verið á enskum. Eftir­metingin av skeiðnum kann so geva okkum leiðbeining um hvussu vit koma víðari, og hava vit t.d. møguelika at senda fólk á skeið í Noregi fyri at gerast undirvísarar á fyrstahjálparskeiðnum, so hetta kann gerast ein aftur­vendandi undirvísing her, til­lagað okkara viðurskifti, sigur Tormóður Stórá.

Seinasta heyst varð kunn­gjørd ein stór kanning av ymiskum viðurskiftum hjá føroyskum ungdómi, og har vóru skelkandi tøl fyri hvussu nógv ungfólk her heima gingu við tonkum um sjálv­morð ella høvdu roynt at taka lívið av sær, nógv enntá fleiri ferðir. Kanningarúrslitini skelk­aðu eisini eitt nú ting­menn og varð hetta tikið upp sum fyrispurningur í løg­ting­inum, uttan tó at nakar visti at siga hvussu vit her heima kundu hjálpa upp á hetta.

Hetta skundaði nokk eisini undir arbeiði okkara at fáa tikið stigið til hetta átakið, siga Tormóður Stórá, sálar­lækni og Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur, ið skipa fyri og sum vóna, at undirtøkan verður góð millum tey, sum kunnu gera ein mun á hesum økinum.

Skeiðið verður hildið á Hotel Føroyum 27. og 28. mei í ár og tilmeldast skal í sein­asta lagi 14. mei á vivatfo@hotmail.com. Luttak­ara­talið er avmarkað og stremb­að verður eftir at sam­anseta ein luttakarabólk, sum fevnir breitt um tey, sum koma í samband við fólk í sjálvmorðsvanda. Undirvís­ararnir á skeiðnum eru tríggir normenn, sum hava hildið nógv tílík skeið áður. Kostn­aðurin fyri skeiðið er 3000 kr, og tá er eisini íroknað mat­ur og drekka.

Skeiðið verður fyriskipað av Psykiatriska Deplinum í samstarvi við Sálar­frøði­stov­una í Tórsgøtu.