Jørgen vil hava skattin heim

Fíggjarmálaráðharrin appelerar til ta felags norðurlendsku samleikakensluna í síni roynd awat fáa størri lut í skattinum hjá teimum 1500 føroyingunum, ið arbeiða uttanfyri landoddarnar – teir allar flestu arbeiða ella sigla í hinum norðurlondunum

Ingolf S. Olsen
----

Jørgen Niclasen fekk tað, hann í fyrstu syftu fór eft­­ir, tá hann hósdagin hitti hinar norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnar í Oslo - hann fekk nevni­liga sett kjakið um óhepnu avleiðingarnar av norð­ur­lendsku tvískatta­avtaluni á dagsskrá.
– Tað er ongin loyna, at málið er, at vit skulu fáa meira inn í skatti frá teimum nógvu føroyingunum, sum arbeiða uttanlands. Tað gerst ikki eftir einum degi, og fyrsta stigið var at fáa hini norðurlondini við upp á yvirhøvur at viðgera av­leiðingarnar av avtalunum, og tað eydnaðist, sigur Jørgen Niclasen.
Norðurlendsku fíggjar­málaráðharrarnir samtyktu, at ein greining skal gerast til tess at lýsa trupulleikan.
Dagin eftir fundin í Oslo hevði Jørgen Niclasen so aftur ein fund við íslendska starvsbróður sín, Bjarna Bena­dikts­son, sum er nýggjur formaður í norðurlendska ráðharraráðnum, um málið. Hesin fundurin varð hildin í Gásadali. Jørgen Niclasen hevði nevniliga boðið Bjarna Benadiktsson til Føroya sum gest á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum um viku­skiftið.
Jørgen Niclasen letur eisini væl at hesum fund­in­um, tó at onki meira ítøki­ligt spurdist burtur úr. Í samrøðu við Rás2 eftir fund­in var íslendski fíggjar­málaráðharrin sera varin og gav ongi lyfti. Hann segði, at fyrsta uppgávan var at fáa fleiri hagtøl og upplýsingar til vega, áðrenn støða kundi takast til nakað sum helst.

Tvíeggjað svørð
Tvískattaavtalurnar eru tví­eggjað svørð, og broytingar til tað góða í dag kunnu vísa seg at vera av tí ringa í morgin. Hetta er føroyski fíggjar­málaráðharrin full­greiður yvir.
– Vit kunnu koma í ta støðu, til dømis um vit skjótt finna olju, at útlendingar tysja til Føroya at arbeiða og við verandi skipan rinda nógvan skatt her. Bara roynd­­arboriholini higartil hava givið millum 10 og 25 milli­ónir krónur hvørt í inn­tøkuskatti. Men sum støð­an er nú, so arbeiða 1500 før­oyingar uttanlands og rinda meginpartin av skatt­inum har, meðan ógvuliga lítið aftur ímóti kemur henda vegin – umleið 600 út­­lendingar arbeiddu í stutt­um tíðarskeiðum í Føroyum í fjør og løgdu góðar 20 milli­ónir krónur eftir seg í skatti. Hesin ójavnin er ein stórur trupulleiki, sum eg vil royna at gera okkurt við, og kynstrið er so at gera eina góða avtalu, sum í best møguligan mun tekur hædd fyri ymsu støðunum, sigur hann.
Tað er altíð trupult at pilka við og broyta slík­ar avtalur. Seks lond eru við í norðurlendsku tví­skatta­avtaluni, og tey skulu semjast um tað, um broytingar skulu gerast. Jørgen Niclasen vísir tó á, at tað er hent fyrr, at ser­avtalur um skatt millum norðurlond eru gjørdar, hóast tvískattaavtalan er har, og nevnir eina avtalu mill­­um Keypmannahavn og Malm­ø sum dømi.
– Har gera partarnir eitt býti, uttan at meginreglan um, at skatturin verður rind­aður, har arbeitt verður, verður brotin. Hinvegin hava vit serligar reglur fyri okk­­ara fiskmenn við eitt nú norskum skipum. Teir rinda skatt í Føroyum, sjálvt um meginreglan í tví­skatta­­avtaluni altso sigur, at skatturin skal rindast, har tú arbeiðir, og ikki har tú býrt, sigur hann.

Vælferðarsamleiki
Men hann brúkar eisini argu­mentir, sum onkur kanska vil skýra kensluborin, fyri at gera norðurlendsku tví­skattaavtaluna meira liðiliga. Fíggjarmálaráðharrin ætlar nevniliga at apperlera til felags norðurlendska samleikan, tá hann fer at tala fyri broytingum.
– Tá umboð fyri norður­lond eru í øðrum pørtum av heiminum, so verður reyp­að av norðurlendska væl­ferðarmodellinum – ikki av tí danska, svenska, norska, íslendska ella tí finska, men av tí norðurlendska. Vit eru eisini ein partur av norðurlondunum, og norðurlendska vælferðar­samfelagið er skattafíggjað. Trupulleikin er bara, at dupultskattaavtalan í ver­andi líki skarvar so nógv av okkara skattagrundarlagi, at vit illa hava ráð at varveita hetta vælferðarsamfelagið. Hetta er ein veruleiki, sum eg royni at fáa hinar fíggjar­málaráðharrarnar og stjórnir teirra at skilja og kenna felags ábyrgd av, greiðir Jørgen Niclasen frá.

Tað skal loysa seg
Í dag rinda føroyingar, sum arbeiða í Noregi 5-10 prosent minni í skatti, enn tey vildu gjørt, um tey arbeiddu her. Hvør skattastigi so skal brúk­ast, um tað skuldi eydnast sleppa at krevja henda skattin inn í Føroyum, hevur fíggjarmálaráðharrin ikki nakað svar upp á enn, men hann roknar við, at hildið verður fast um meginregluna at skatturin skal rindast, har inntøkan er forvunnin.
– Tí verður helst talan um at býta skattin. Men koma vit har til, so finna vit eisini eina loysn á hasum spurninginum. Okkara motto er, at tað skal loysa seg at arbeiða, og tað skal eisini loysa seg at arbeiða í útlandinum og búgva her, sigur Jørgen Niclasen.
---

FAKTA
Sambært tølunum hjá fíggjar­mála­ráð­harranum forvunnu føroyingar til samans 750 milliónir krónur uttanlands í fjør. Av hesum rindaðu teir bert 70 milliónir krónur í skatti í Føroyum. Um teir vórðu skattaðir sum vanligir løntakarar á landi í Føroyum, hevði skattainntøkan frá teimum verið umleið 250 milliónir krónur. Munurin – skattamissurin – er 180 milliónir krónur.

Útlendingar, sum arbeiddu í Føroyum í stutt tíðarskeið í fjør, rindaðu til samanberingar 22 milliónir krónur í skatti her.