sæst á øllum brøgdum, at løgtingsval nærkast. Tað sæst á samgongustevinum ella mangul uppá sama, og tað sæst eisini við, at andstøðan broytir dagsskránna. Tað er fyri neyðini, at dagsskráin verður broytt [...] til hetta, men her skal havast í huga, at samfelagið var í einari djúpari búskaparkreppu. Tað er ikki støðan í dag. Ábreiðslurnar um, at andstøðan bert ætlar sær at gjara út púra fyrilitarleyst, eru ógrundaðar [...] altumráðandi at vinstrivongurin stendur saman. Okkurt graml hoyrist um at stovna nýggjar flokkar, men er tað nakað vit hava nóg mikið av í Føroyum, so er tað polirkir flokkar. Av royndum vita vit, at ov nógv
fer at rigga. Ikki í hølunum Ætlanin er ikki, at náttarravnarnir skulu ganga í hølunum á teimum ungu allatíðina, so at tey kenna seg forfylgd á nakran hátt. ? Konseptið við hesum tiltakinum er at hava [...] trupulleikum, sigur Arni Clementsen, sum leggur afturat, at tey ikki vilja treingja seg inná tey ungu. Hann heldur ikki, at hetta er at gera ov nógv av, tí at fleiri tilburðir við harðskapi hava verið seinastu [...] foreldur at ungum í Havn fara út at hava eyguni við teimum ungu, sum ferðast í havnargøtum seint á kvøldi um vikuskiftini. Arni Clementsen er ein av stigtakarunum til hetta tiltakið. Hann sigur, at stigtakararnir
Áhugin at halda fundir í Klaksvík er rættiliga stórur fyri tíðina. Sjálvstýrisflokkurin hevur kunngjørt, at hann ætlar at halda landsfund í Klaksvík leygardagin. Einki formansval verður eftir øllum at døma [...] síðani hevur ikki nógv verið at hoyrt frá honum. Tað verður í øllum førum spennandi at hoyra, hvat hann hevur at siga. Óli Breckman, formaður fyri Fólkaflokkin, sigur, at landsfundirnir hjá Fólkaflokkinum [...] Formaðurin sigur, at eru somikið jarðbundin, at alt gongur fyri seg hovliga í besta forstáilsi. Heldur einki valupplegg sum Fólkið fyrst verður lagt fram á fundinum, ikki meira enn at tosað verður um, hvussu
við at halda høvdið kalt ein heilan dyst. Sjálvandi vóru brek og ting at fýlast á. Men tey eiga vit at lata fara. Ungi fótbóltsalvin úr Klaksvík mundi sett Føroyar á allar heimsins blaðforsíður. At hann [...] okkum til at virða og menna tað, sum landsliðið stendur fyri. Í veruleikanum er landsliðið okkara besta søluvøru, tí eiga vit at halda tí til og hjúkla um tað. Nú eiga vit at seta okkum sum mál at vinna komandi [...] betur enn nakar hevði torað at droymt um. Landslið okkara eigur tøkk og heiður uppiborið. Tað er enn einaferð við til at seta okkara tjóð á heimskortið. Hetta úrslitið eigur at geva okkum øllum uppaftur
Fastirin sigur, at hon er ómetaliga errin av Sissal, at hon er komin so langt, og hon vónar, at allir føroyingar fara at stuðla Sissal í Big Brother kappingini. Sjálv ætlar hon sær at sita spent frammanfyri [...] ingini hava boðað frá, at Big Brother-sendingarnar í ár vera villari og eirindaleysari enn nakrantíð. Herrópið í ár er "Ingen grænser ? ingen hensyn", so lítið er at ivast í, at tey avvarðandi hjá luttakarunum [...] luttakarunum sita spent og fylgja við, hvat fer at henda í Big Brother-húsinum í ár. Nikolina sigur, at serliga óttast ein avleiðingar av tí, ið møguliga fer at fara fram í húsinum, tí luttakararnir hava eitt
var greitt, at republikanski flokkurin varðveitti meirilutan í umboðsmannatinginum, og hóast uppteljingin ikki var liðug í teimum vestaru statunum, bendi alt á, at republikanski flokkurin fór at taka meirilutan [...] men nógv størri týdning hevur tað, at teir eftir øllum at døma eisini hava fingið meiriluta í senatinum, har demokratarnir hava havt meiriluta. Í gjár bendi alt á, at teir republikansku senatorarnir verða [...] Eygleiðarar í Washington siga, at valið vísti, at George W. Bush, forseti er betri umtóktur nú, enn hann hevur verið seinastu tíðina, og hetta fer uttan iva eisini at ávirka støðu hansara uttanríkispolitiskt
Heldur átti t.d. Dimmalætting at kravt av sínum oddagreinskrivarum, at hesi vita um tað, sum tey halda seg til at skriva um, sum t.d. oddagreinskrivarin 05.09.02, ið skrivar, at bygging og varðveiting av [...] hevur einki annað gjørt enn at sagt ja til eina áheitan um at vera skotin upp sum limur í vísindaligu siðsemisnevndini. Hon er væl lærd, hevur drúgvar royndir og dugir sera væl at arbeiða við siðsemiligum [...] spurningum, sum nógv dømi eru um, og duga vit satt at siga ikki at koma í hug um nakran, sum skuldi verið betur skikkað enn hon til nevndararbeiðið í eini vísindaligari siðsemisnevnd. Lagt verður eftir
sum um luftin er farin úr leikarunum, eftir at teir fyri viku síðani settu stig til móti KÍ, tó at teir at enda skuldu vera fegnir um at fáa nakað sum helst. At teir soleiðis mistu eitt stórt fet í stríðnum [...] Upptakt Tað er einki at ivast í, at leikararnir hjá EB/Streymi onkuntíð hava verið meira eldhugaðir, enn teir eru í løtuni. Seinastu vikurnar hevur verið mest sum greitt, at liðið fer at enda sum nummar átta [...] sett sær fyri, at teir í hvussu so er vilja enda árið ordiligani. Í øllum førum eru boðini undan vikuskiftinum, at sjálvt um B36 er ein stórur biti, so ætla heimamenninir so avgjørt at fáa nakað burturúr
Løgmálaráðnum koma at starvast har. Tað verður tó ikki í bræði, at húsini verða tikið í nýtslu, tí nógv arbeiði er eftir at gera. Innan er so at siga alt eftir at gera hjá timburmonnunum úti á Reyni. Sambært [...] Sambært Løgmansskrivstovuni er ætlanin, at húsini skulu vera liðug móti vári, og tá verða húsini eftir øllum at døma tikið í nýtslu av Løgmálaráðnum. Við tað at húsini eru sera gomul, verða, umframt timburmenn [...] í longri tíð. Men sambært Løgmansskrivstovuni er ætlanin nú at umvæla og endurnýggja gamla prestagarðin, so Løgmálaráðið kann nýta húsini at starvast í. Løgmálaráðið hevur í løtuni síni hølir í ovara partinum
ikki, at vit øll skulu vera eins ella hava somu meiningar. Tað merkir, at vit standa saman um at tryggja, at vit vinna øll ty rættindi, sum ein natión hevur rætt til. Standa saman um at tryggja, at vit eisini [...] okkum føroyingar á, at tjóðin Føroyar ikki er nøkur sjálvfylgja. Tí eiga vit eisini at halda fast við okkara túsund ára gomlu søgu og mentan, umframt at vit eisini líta frameftir. - At standa saman sum fólk [...] byrjaði røðuna við at umrøða sjálva hátíðina, sum enn einaferð hevði savnað so nógvar føroyingar á sama staði. Við hvør sínari søgu og hvør sínum dreymum stevna føroyingar til Havnar at halda Ólavssøku.