Tað sæst á øllum brøgdum, at løgtingsval nærkast. Tað sæst á samgongustevinum ella mangul uppá sama, og tað sæst eisini við, at andstøðan broytir dagsskránna.
Tað er fyri neyðini, at dagsskráin verður broytt. Tjóðveldisflokkurin hevur sett fullveldi ovast ella nærum sum tað einasta á dagsskránna nú í skjótt fýra ár, meðan Fólkaflokurin hevur havt frítt spæl á heimafrontinum.
Tað forpliktar, at kalla seg eitt vælferðarsamfelag, og tey forpliktilsi hevur núverandi samgonga ikki livað upp til. Onkur vil halda, at tær undanfarnu heldur ikki hava livað upp til hetta, men her skal havast í huga, at samfelagið var í einari djúpari búskaparkreppu. Tað er ikki støðan í dag.
Ábreiðslurnar um, at andstøðan bert ætlar sær at gjara út púra fyrilitarleyst, eru ógrundaðar. Tað er ein spurningur um raðfesting. Nú skal fólkið raðfestast áðrenn fullveldið. Dagskráin hjá Tjóðveldisflokkinum skal vendast við. Fullveldi framum alt skal ikki longur verða uppskriftin uppá førdan politikk í Føroyum. Vit hava sæð hvussu langt, ella rættari sagt hvussu stutt man er komin við hesum, og nú er tørvur á broyting.
Tað er altumráðandi at vinstrivongurin stendur saman. Okkurt graml hoyrist um at stovna nýggjar flokkar, men er tað nakað vit hava nóg mikið av í Føroyum, so er tað polirkir flokkar. Av royndum vita vit, at ov nógv split á vinstravonginum bert gevur fyrimun til høgravongin, ið so at siga hevur havt frítt spæl í føroyskum innanlandspolitikki seinasta valskeiði. Vit kunnu bert hyggja at landsverkfrøðingsmálinum, fiskvinnupolitikkinum, ætlaðu pensiónsskipanina o.s.fr.
Skal vælferðarsamfelagið Føroyar ikki verða afturúrsiglt, so má farast til verka skjótast gjørligt. Allar tær kreftir, ið hava verið nýttar til ST brøv, litaðar bøkur og tílíkt eiga at verða settar inn fyri trivnað og gagn hjá borgarnum.
Raðfestingin má vera heilt greið búskaparliga. Ikki má tað henda, at man bert hækkar fíggjarlógina á vælferðarøkinum, uttan at onkur lækking verður á øðrum økjum. Vit hava her á hesum stað nevnt fleiri øki, har útreiðslurnar, ið áttu at komið teimum veiku í samfelagnum til góðar, fara til økta umsiting av minni í síðsta enda. Livst so spyrst.