Landsfundur
Áhugin at halda fundir í Klaksvík er rættiliga stórur fyri tíðina. Sjálvstýrisflokkurin hevur kunngjørt, at hann ætlar at halda landsfund í Klaksvík leygardagin. Einki formansval verður eftir øllum at døma á skránni hjá teimum.
Fólkaflokkurin hevur sett teirra landsfund á skránna leygardagin, og hann verður eisini í Klaksvík. Tað er einki yvir at dylja, at Fólkaflokkurin leingi hevur verið og er sera sterkur í Norðoyggjum, og harvið Klaksvík. Í løtuni hevur flokkurin tveir løgtingsmenn úr Klaksvík, Rúnu Sivertsen, varamaður fyri Anfinn Kallsberg, og Jógvan við Keldu.
Landsfundurin er settur at byrja leygardagin kl. 10 í Tekniska Skúla í Klaksvík. Á skránni er, sambært heimasíðuni hjá flokkinum, At starvsnevndi greiðir frá virkseminum hjá felagnum farna árið og eisini kemur formaðurin við einari politiskari frásøgn. Eftir hvat skilst, so plaga landsstýris- og løgtingsmenn floksins eisini at taka til orðanna á landsfundinum.
Gestarøðin á fundinum verður Bent Jensen. Hann gjørdist kendur í Føroyum, tá ið hann varð tilnevndur at kanna skjalagoymslur fyri føroyingar eystanfyri, t.e. einamest gamla Sovjetsamveldið. Hann er til dagligt professari, og hevur drúgvar royndir innan kanningar av tílíkum slagi. Hann hevur eisini skrivað eina bók um Bornholm undir Kalda krígnum, sum kallast Bjørnen og Haren. Tað var eisini eitt sindur av rokið, tá ið hann varð tilnevndur, og síðani hevur ikki nógv verið at hoyrt frá honum. Tað verður í øllum førum spennandi at hoyra, hvat hann hevur at siga.
Óli Breckman, formaður fyri Fólkaflokkin, sigur, at landsfundirnir hjá Fólkaflokkinum ikki eru millum teir mest dramatisku. Tað verður mest orienterað á fundinum, og einasti dramatikkurin verður møguliga gjøgnum kjaki. Einki kampval stendur á skránni leygardagin. Formaðurin sigur, at eru somikið jarðbundin, at alt gongur fyri seg hovliga í besta forstáilsi. Heldur einki valupplegg sum Fólkið fyrst verður lagt fram á fundinum, ikki meira enn at tosað verður um, hvussu flokkurin skal gera í sambandi við komandi valini, greiðir Óli Breckman frá.
Um kvøldið, eftir fundin, verður døgurði. Landsfundurin er fyri øll fólkafloksáhugaði, verður upplýst av skrivstovuni hjá flokkinum.