Bush vann týðandi sigur

Republikanararnir og George W. Bush, forseti vunnu amerikanska miðvalið, og sigurin gevur forsetanum munandi rúmari ræsur. Eisini uttanríkispolitiskt hevur sigurin týdning fyri forsetan

Longu tíðliga gjáramorgunin var greitt, at republikanski flokkurin varðveitti meirilutan í umboðsmannatinginum, og hóast uppteljingin ikki var liðug í teimum vestaru statunum, bendi alt á, at republikanski flokkurin fór at taka meirilutan frá demokratunum í senatinum.
Í fleiri statum vóru demokratarnir fyri óvæntaðum ósigri, og úrslitið var ein greið staðfesting av, at veljararnir fyrst og fremst hugsaðu um landsins og teirra egnu trygd, yvirgang og stríðið við Irak. Tann vánaliga gongdin í búskapinum, sum demokratarnir royndu at gera til høvuðsevnið í valstríðnum, var ikki tað, sum lá veljarunum fremst í huga.
Hjá George W. Bush, forseta man sigurin kennast sum ein stórsigur, tí bara tvær ferðir fyrr er tað hent, at flokkur forsetans hevur vunnið eitt miðval. Fyrru ferð var í 1934, tá Franklin D. Roosevelt var forseti, og seinnu fer var í 1998, tá Bill Clinton var forseti.
Sjálvt demokratarnir viðgingu í gjár, at forsetin og ráðgevar hansara høvdu rikið eitt gott valstríð. Serliga teir seinastu dagarnar upp undir valið var forsetin virkin, og hesar dagarnar vitjaði hann ikki færri enn 40 statir, har hann hjálpti teimum republikansku valevnunum. Eygleiðarar halda eisini, at hetta fekk nógvar veljarar at atkvøða fyri flokki forsetans.
Ávirkan úteftir
Í umboðsmannatinginum varðveittu republikanararnir meirilutan, sum teir høvdu undan miðvalinum, men nógv størri týdning hevur tað, at teir eftir øllum at døma eisini hava fingið meiriluta í senatinum, har demokratarnir hava havt meiriluta.
Í gjár bendi alt á, at teir republikansku senatorarnir verða 51 í tali, tá senatið kemur saman í januar, men teimum nýtist einans 50, tí stendur á jøvnum, er tað varaforsetin Dick Cheney, sum hevur ta avgerandi atkvøðuna.
Heilt leysar teymar fær forsetin kortini ikki í senatinum, tí í summum málum krevst, at 60 senatorar skulu atkvøða fyri, skal eitt mál samtykkjast. Harafturat er tað ein sannroynd, at allir teir republikansku senatorarnir hava ikki somu áskoðan sum forsetin í øllum málum.
Eygleiðarar í Washington siga, at valið vísti, at George W. Bush, forseti er betri umtóktur nú, enn hann hevur verið seinastu tíðina, og hetta fer uttan iva eisini at ávirka støðu hansara uttanríkispolitiskt.