Upptakt
Tað er einki at ivast í, at leikararnir hjá EB/Streymi onkuntíð hava verið meira eldhugaðir, enn teir eru í løtuni. Seinastu vikurnar hevur verið mest sum greitt, at liðið fer at enda sum nummar átta á stigatalvuni, og tó at hetta enn kann broytast skeiva vegin, so verður tað ikki mett serliga sannlíkt.
Tá so er, so fellur áhugin og intensiteturin í venjingunum oftani, og hetta hevust so eisini speglast aftur í avrikunum. Nú eru bara tríggir dystir eftir, og tað tykist, sum teir hjá EB/Streymi nú hava sett sær fyri, at teir í hvussu so er vilja enda árið ordiligani. Í øllum førum eru boðini undan vikuskiftinum, at sjálvt um B36 er ein stórur biti, so ætla heimamenninir so avgjørt at fáa nakað burturúr dystinum.
Til dystin hevur EB/Streymur so at siga allar mans tøkar. Undantakið er Christian Carlsson, sum bert fekk 10 minuttir á vøllinum á Skála, áðrenn reyða kortið varð havt á lofti, og so er spurningurin, hvønn Trúgvi Mortensen setir á vøllin fyri hann. Ein møguleiki er Knút Vesturtún, sum júst er heimafturkomin, men møguliga er ein vika við venjing ikki nóg mikið hjá annars so dygga verjuleikaranum.
Luftin farin
Hjá B36 tykist tað einamest, sum um luftin er farin úr leikarunum, eftir at teir fyri viku síðani settu stig til móti KÍ, tó at teir at enda skuldu vera fegnir um at fáa nakað sum helst.
At teir soleiðis mistu eitt stórt fet í stríðnum um heiðursmerkjuni hevur merkt venjingina hesa vikuna, og spurningurin er so, hvørt leikararnir megna at toga seg sjálvar nóg væl uppaftur, nú enn ein uppgáva stendur fyri framman.
Til dystin hesaferð eru so at siga allir mans tøkir. Einasta undantakið er helst Iulian Florescu, sum noyddist út við skaða móti KÍ, og so er spurningurin helst, hvørt tað verða Niels Joensen ella Kenneth Jacobsen, sum koma inn ístaðin. Í aðrar mátar tykjast allir mans at vera tøkir.