Loyisingarmiliardirnar kundu komið pensionistum okkara tilgóðar !

Landstýrið ætlar at yvirtaka flogvøllin og síðan skal hetta verða ein varði fyri hesa samgonguna, viðvíkjandi yvirtøkum. Teir skulu kunna siga, at vit hava set skjøtil á loysingina frá Dannmark, ella at nú kunnu vit bretta okkum á og siga at vit eru Føroyingar (Eitt FULLVELDI ).

 

Tummas Eli Høj Joensen



Landstýrið ætlar at yvirtaka flogvøllin og síðan skal hetta verða ein varði fyri hesa samgonguna, viðvíkjandi yvirtøkum. Teir skulu kunna siga, at vit hava set skjøtil á loysingina frá Dannmark, ella at nú kunnu vit bretta okkum á og siga at vit eru Føroyingar (Eitt FULLVELDI ).

Allir tjóðveldismenn ganga nú so latnaðir og rankir, tí teir eru undanslopnir undirbráttligheits-okinum (leysir frá Danmark), at teir detta næstan afturav so fattir eru teir.

Men hvat nú? Er tað ikki Tjóðveldisflokkurin ið krevur, at danskarar skulu brúka pening til nútímansgerðan av flogvøllinum áðrenn vit yvirtaka vøllin ? Hvat vil hettar siga ? Jú, danskarar skulu enn einaferð gjalda fyri okkum føroyingar ! Ein skuldi trúð, at teir vóru samríkjamenn !


Eldraøkið

Hoyr nú her, hvat hesir loysingarmenn gera í einum øðrum máli.

Eldrarøktina í Føroyum hevur landstýrið lagt út til kommununar at taka sær av. Um tað er so gott, veit eg ikki; men eitt veit eg, landstýrið hevur í hvussu so er óbeinleiðis veitt pensionistunum í Føroyum ta trygd, at tað helst verður ein seinur dagur, áðrenn tey gomlu fáa øll tey heimini, ið eru neyðug á eldraøkinum. Kommununar makta ikki hesa uppgávuna við einum so stuttum skotbráði. Landstýrið hevur jú eisini kravt eitt íløguloft fyri kommununar.

Alt hetta, er ein foring fyri, at tey gomlu fáa tað ið teimum er so hjartaliga væl unt innanfyri eina stutta tíð. Vit vita øll hvussu stórur tørvurin er. Allar kommununar vilja gjarna gera hesar bygningar, men hetta kemur tíverri fyri tey ið vara av, at taka alt ov langa tíð.

Eg haldi sjálvur, at landstyrið heldur skuldi syrgt fyri, at brúkt 1/6 av sínum stóra yvirskoti, til at hjálpt kommununum til hesa uppgávuna. Á sama hátt sum teir vilja hava at danskara skulu nútímansgera flogvøllin áðrenn vit yvirtaka hann, skuldu teir eisini áðrenn kommununar yvirtóku eldraøkið, syrgt fyri at eldraøkið var útbygt forsvarliga. Um hetta var útgangstøði fyri eldrarøktina, so var alt jú nógv lættari at yvirtaka hjá kommununum, ikki so, Tjóðveldisflokkurin?