.
Neyvan nakrantíð hevur tann føroyska tjóðin staðið so nógv saman sum í stórdystinum móti Týsklandi mikukvøldið. Neyvan nakrantíð áður hava so nógvir føroyingar fylgt eini ítróttarkapping í sjónvarpi og útvarpi sum hetta søguliga kvøld, har vit fyri fyrstu ferð spældu móti Týsklandi, sum hevur verið heimsmeistari fleiri ferðir og gjørdist silvurvinnari til seinastu HM-kapping. Og hóast vit ikki megnaðu at vinna var ósigurin so lítil, at vit í veruleikanum "vunnu". Vunnu frama, áhuga og virðing ikki minst millum tær milliónir av týskarum, sum sóu dystin.
Hetta var eisini í aðrar mátar ein sigur fyri okkum ? fyri tað sjálvsálit og ta sjálvsvirðing, sum ungu spælarar okkara góvu sær sjálvum og øllum landsmonnum sínum.
Her var ikki talan um eitt einmansavrik, hóast málverji okkara skaraði framúr. Hann var fantastiskur. Men her var í veruleikanum talan um eitt liðavrik av teimum allar bestu. Eitt vælspælandi føroyskt lið vísti aftur og aftur, hvussu langt kann røkkast við sjálvdisiplin og við at halda høvdið kalt ein heilan dyst. Sjálvandi vóru brek og ting at fýlast á. Men tey eiga vit at lata fara. Ungi fótbóltsalvin úr Klaksvík mundi sett Føroyar á allar heimsins blaðforsíður. At hann ikki skoraði eigur ikki at liggja honum til last. Hann var bara millimetrar frá. Vit hava ikki loyvi til at vera misnøgd við úrslitið og henda misbrúkta málmøguleika, tá tað samanumtikið gekst nógv betur enn nakar hevði torað at droymt um.
Landslið okkara eigur tøkk og heiður uppiborið. Tað er enn einaferð við til at seta okkara tjóð á heimskortið. Hetta úrslitið eigur at geva okkum øllum uppaftur størri sjálvsálit men samtíðis eisini fáa okkum til at virða og menna tað, sum landsliðið stendur fyri. Í veruleikanum er landsliðið okkara besta søluvøru, tí eiga vit at halda tí til og hjúkla um tað. Nú eiga vit at seta okkum sum mál at vinna komandi dystir. At vinna móti Týsklandi í Føroyum eigur at verða næsta málið.
Tøkk til landsliðið, eingin nevndur eingin gloymdur. Tit eru okkara hetjur. Tit eru okkara vón. Góða eydnu víðari.
Sosialurin










