- Vit eru øll bangin um Sissal

-Eg eri serliga bangin um, hvussu sjónvarpið fer at framstilla Sissal, og hvussu fólk fara at uppfata hana eftir kappingina, men tað hava vit tosað nógv um, og Sissal er fullgreið yvir avleiðingarnar, ein slík kapping kann hava við sær, sigur Nikolina Johannessen, ið er fastir føroyska Big Brother luttakaran

-Vit er øll bangin um Sissal, sigur fastirin, Nikolina Johannesen, sum hevur tætt samband við føroyska Big Brother luttakaran. Fyriskipararnir av realitysendingini hava boðað frá, at Big Brother-sendingarnar í ár vera villari og eirindaleysari enn nakrantíð. Herrópið í ár er "Ingen grænser ? ingen hensyn", so lítið er at ivast í, at tey avvarðandi hjá luttakarunum sita spent og fylgja við, hvat fer at henda í Big Brother-húsinum í ár.
Nikolina sigur, at serliga óttast ein avleiðingar av tí, ið møguliga fer at fara fram í húsinum, tí luttakararnir hava eitt lív eftir Big Brother. Eins og Sissal býr Nikolina eisini í Danmark, og tær hava tosað nógv saman dagararnir undan at Big Brother byrjaði .
-Eg eri serliga bangin um, hvussu sjónvarpið fer at framstilla Sissal, og hvussu fólk fara at uppfata hana eftir kappingina, men tað hava vit tosað nógv um, og Sissal er fullgreið yvir avleiðingarnar, ein slík kapping kann hava við sær, sigur fastirin.

Ikki bangin fyri nøkrum
Fastirin og tey avvarðandi lýsa Sissal, sum eina frísk gentu, ið aldrin er bangin fyri nýggjum avbjóðingum. Hon er uttantil, og hevur lætt við at fáa samband við fólk. Sissal er rættiliga virkin, og hevur verið við í nógvum. Hon hevur verið í ólavsøkukabarett, staðið fyri mótasýningum og verið sminkari í bæði filmum og mótasýningum.
? Eg vil lýsa hana sum eitt energibunt, ið er ótrúliga kreativ, skilagóð, og ikki minst ein fitt genta, sigur ein avvarðandi

Vóni føroyingar stuðla henni
Fastirin sigur, at hon er ómetaliga errin av Sissal, at hon er komin so langt, og hon vónar, at allir føroyingar fara at stuðla Sissal í Big Brother kappingini. Sjálv ætlar hon sær at sita spent frammanfyri skíggjanum hvørt kvøld, tá sendingar verða vístar.
Spurd um hvussu langt, hon væntar, Sissal fer at koma í kappingini, svarar Nikolina, at sjálvsagt fer hon allan vegin, og vinnur kappingina. Kemur hon so langt, skal hon verða í Big Brother húsinum í samfullar 67 dagar, og eydnast tað henni, so verður hon næsti føroyski millióningurin.