Náttarravnar lata bíða eftir sær

Tiltakið við Náttarravnum er ikki farið av bakkastokki enn. Tað skal skipast betur, og fleiri fólk skulu savnast um tiltakið, áðrenn farið verður út á gøtur og stræti at ansa eftir teimum blaðungu

 

Tað ganga einar tvær ella tríggjar vikur, áðrenn foreldur at ungum í Havn fara út at hava eyguni við teimum ungu, sum ferðast í havnargøtum seint á kvøldi um vikuskiftini.

Arni Clementsen er ein av stigtakarunum til hetta tiltakið. Hann sigur, at stigtakararnir vilja savna fleiri foreldur um tiltakið, áðrenn farið verður í gongd. Eisini skal tað skipast væl og virðiliga, áðrenn nakað verður sett í verk.

Næsta stigið hjá teimum verður at kalla til borgarafund í Havn. Hesin fundur verður væntandi um tvær ella tríggjar vikur. Arni Clementsen, sum sjálvur eigur ung børn, vónar, at foreldur møta fjølment upp til hesar fundirnar. Higartil hevur undirtøkan verið góð, og tey flestu eru spent um, hvussu hetta fer at rigga.


Ikki í hølunum

Ætlanin er ikki, at náttarravnarnir skulu ganga í hølunum á teimum ungu allatíðina, so at tey kenna seg forfylgd á nakran hátt.

? Konseptið við hesum tiltakinum er at hava eitt vakið eyga við teimum ungu, men tað skal hóast alt vera nakað burturfrá, og kanska geva eina hjálpandi hond, um onkur er í trupulleikum, sigur Arni Clementsen, sum leggur afturat, at tey ikki vilja treingja seg inná tey ungu.

Hann heldur ikki, at hetta er at gera ov nógv av, tí at fleiri tilburðir við harðskapi hava verið seinastu tíðina.

? Hetta er fyribyrgjandi arbeiði. Tað hevur verið tosað um hetta í fleiri ár, og tað ger heldur einki, um foreldur skipa seg í bólkar uttan at hugsa um ávísar hendingar, sigur Arni Clementsen.


Kann ávirka

Ætlanin við náttarravnunum er eisini, at hesin felagsskapur kann geva til kennar, hvussu dansiviðurskiftini hjá teimum ungu kunnu skipast.

? Vit kunnu venda okkum til myndugleikar og fyriskiparar av konsertum og dansi og vísa á okkara hugsan hesum viðvíkjandi. Soleiðis kunnu vit hava ávirkan á viðurskifti hjá teimum ungu, sigur Arni.

Arni Clementsen sigur annars, at hann vónar, at nógv taka undir við hesum tiltakinum. Jú fleiri eru við, tess minni bundið verður tað hjá tí einstaka náttarravninum.