Í løtuni sær tað út sum um fuglfirðingar hava munin á toftamonnum í kappingini um næstfremsta plássið, og harvið kunnu teir næstbestu í ÍF spæla seg til dystir um uppflyting í næstbestu deildina. Um teir [...] fara at fáa loyvi at spæla um eitt pláss í næstbestu deildini móti næstniðasta liðnum í 2. deild er treytað av, um teir bestu í Fuglafirði fara at megna at halda seg í bestu deildini. Gera teir tað og flyta [...] hann trillaði í tóma málið. Fremmanda maðurin hevur verið skaddur í eina tíð, men nú tykist hann vera komin fyri seg aftur. Í 2. hálvleiki gekk skjótt hjá GÍ. Hans Pauli Petersen var leysur í brotsteiginum
dyrka lendi í seinastu øld og sjálvir at giftast. Hetta var ikki sjálvfylgja áðrenn. Hellurnar er eitt úrslit av tí milda ráki, sum møtti tí fátæka manninum í seinastu øld víða um í Europa og sum í Føroyum [...] stendur yvir Rustini niður á bygdina. í dag er onki forstýrilsi, sum í gjáramorgunin, tá mánin fann upp á at koma fyri sólina eina løtu, og forstýra alt livandi í bygdini. Tað er fagrasta summarveður. [...] alilaksi í teim mongu ringunum á fjørðinum. Við sjovarmálan er sjógvurin sum steinrunnin og hetta boðar frá, at kyrra er víða um í Norðuratlantshavi. Bygdin er ikki rættuliga vaknað enn og ei undur er í. Leygardagin
roynt ymsar nýggjar spælarar í ár. B36 koma til Føroya í dag, og teir hava havt strævna ferð suðri í hitanum í Turkalandi, tí er tað ikki sannlíkt, at teir verða á toppinum í morgin, men sterka B36-liðið [...] semifinaluna í steypakappingini í Klaksvík, og KÍ vann í Gundadali. Tað vil við øðrum orðum siga, at heimavøllur og útivøllur hevur ikki so stóran týdning, tá hesi bæði mest vinnandi feløgini í føroyskum [...] og hann er leikbannaður í morgin. Gøtumenn fáa einki burturúr kæruni, sum teir sendu FSF fyrr í vikuni, og tað vil siga tað sama sum at Sunvard Joensen verður ikki í málinum í morgin. Tá vit frættu úr
SDØE-skipanin broytast. Nevndin í Statoil vísir í álitinum á fleiri møguleikar fyri at loysa SDØE-knútin. Sambært norska blaðnum Dagens Næringsliv eru minst seks møguleikar nevndir í álitinum. Hesir eru 1) at [...] skal Norsk Hydro koma við sínum uppskoti. Hesi bæði álitini leggja grundarlagið fyri eini kapping um, hvør sum í framtíðini skal umsita tær risastóru oljugoymslurnar á havsins botni, sum norski staturin [...] økonomiske engasjement? (SDØE). Tá Hydro og Statoil í juni samdust um at slakta Saga Petroleum var ein orsøk at bæði oljufeløgini ynsktu at tryggja sína støðu í samband við at myndugleikarnir nú arbeiða við
Fríggjadagur 21/8-99 kl. 19.00Triathlon-kapping av Vátanesi kl. 19.00Krokk-kapping á Mølini kl. 20.00Brotsspark-kapping á Mølini kl. 21.00Gudstænasta við Martin R. Javobsen í Eiðis kirkju Leygardagur 21/8-99 [...] 00Matsøla í EB-húsinum kl. 15.00Framsýning av EB-myndum o.ø. í EB-húsinum kl. 15.00 - 18.00Látrið er opið kl. 16.00 Hoppiborg í bygdini kl. 17.00Fótbóltur 5. deild menn EB - ÍF kl. 17.00Køkutombola í EB-húsinum [...] 00 - 21.00Barnadiskotek í EB-húsinum kl. 22.00Felagssangur á Vaglinum kl. 23.00Dansur við Bacon í EB-húsinum Sunnudagur 22/8-99 kl. 14.00 - 18.00Látrið er opið kl. 15.30Dunnuspæl í EB-húsinum
metingina há dómaranum í kapping. Aðrastaðni kemur tað fyri, at hendingar í dysti verða tiknar upp eftir loknan dyst, tí okkurt er komið við á sjónvarpsupptøkur, sum dómarin ikki hevur sæð. Men í Føroyum hevur [...] umdysti. GÍ fekk málverjan útvístan tíðliga í dystinum, og tað reyða kortið vildi GÍ eisini hava strikað, tí felagið helt, at kortið var givið av órøttum. Í seinasta parti av kæruni segði GÍ, at felagið [...] hjá kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum, nú nevndin hevur afturvíst kæruni frá GÍ um dømingina í landskappingardystinum móti HB fyri smáum tveimum vikum síðani. GÍ hevði kært dømingina, tí felagið
Í vikuni fekk Jutta T. Petersen handað kekkin uppá tær 200 túsund krónurnar, sum hon vann í eini kapping hjá Det Bedste. Tað var blaðstjórin Yngve Skovmand sjálvur, aum var komin til Føroya at handa Juttu [...] føroyingur vinnur ein av teimum stóru vinningunum í kapping hjá Det Bedste, og blaðstjórin var sera fegin um, at tað endiliga eydnaðist at finna ein vinnara í Føroyum. Eg eri stoltur yvir at sleppa at handa [...] sigur, at tað í Danmark eru um 262.000 lesarar av mánaðarritinum Det Bedste. Men tað er bara ein dropi í havinum. Det Bedste - ella Readers Digest, sum tað eitur á heimsmáli - kemur út í 48 útgávum á 19
vóru nøgdir eftir dystin. ? Hetta var ein sera týdningarmikil dystur at vinna, tí vit eru í beinleiðis kapping við EB/Streym um at sleppa undan niðurflyting. Nú er støðan hjá okkum nógv betur, men vit [...] Niclassen, sum skoraði. Hann varð spældur leysur og útnyttaði møguleikan til fulnar. Í seinna hálvleiki var heimaliðið meira við í dystinum, men teir stóri týdningurin av dystinum tóktist verða ein haft um beinið [...] spæla um, segði spælandi venjarin hjá Royn, Zoran Mancic, eftir dystin. Hann sá sítt lið gera tvey mál í fyrra hálvleiki, og tey vóru nokk at vinna dystin. Stóran part av fyrra hálvleiki var útiliðið omaná
fyri líkandi kapping í Helsinki í Finnlandi, og vóna tær, at vinnararnir kunnu vera við í kappingin um Miss Scandinavia. Tær báðar, Guðný og Rósa hava báðar drúgvar royndir við slíkum kappingum í Íslandi, [...] eru við til slíkt í Føroyum. Tað halda, at fyrireikingarnar hava verið sera spennandi, hóast strævnar. Atgongumerki til kappingina og til veitsluna aftaná eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn [...] fýra á morgni. Sjónvarp Føroya fer at festa kappingarnar á band, og verða tær vístar í sjónvarpinum. Kappingarnar verða í fleiri umførum - og tær báðar leggja dent á, at kappingin ikki nevnist Miss Føroyar
Í morgin fara Føroyameistararnir, sum teir fyrstu í ár, upp í europeisku hondbóltskappingina. StÍF, sum í fjør gjørdist meistari á fyrsta sinni í meiri enn fimti ár, verður um vikuskiftið við í europeisku [...] føroysk lið fara upp í europeiska kapping, er tað sjáldan við tí fyri eyga, at vinna kappingina, men fyri at geva leikarum sínum møguleika at royna seg í altjóða kapping. Móti liðum, sum í allarflestu førum [...] hevur gingist. Eg veit, at teir vóru við í steypakappingini í fjør, og at teir komu víðari frá fyrsta umfari. Teir vunnu á portugisisku steypavinnarunum, men taptu í øðrum umfari móti jugoslavisku steypa