Klaksvíkingar slikkaðu í gjár sárini eftir stórtapið móti Grazer AK. Onkrir spælarar vóru eitt sindur eymir, men tað varð roknað við, at allir vera tøkir, tá teir í morgin skulu spæla í Gundadali:
? Vit savnast leygardagin, og tá fara vit at leggja hóskvøldið burtur og venda hugsanunum móti Gundadali og HB. Vit stúra ikki fyri uppgávuni, men eg skal ásanna, at tað er sera stutt tíð frá einum strævnum altjóða dysti hóskvøld og so til eina stóra uppgávu í landskappingini sunnudag, men vit fara at gera okkara besta, og so rokna vit við, at Kurt Mørkøre fer at geva okkum eina orduliga farvæl gávu, sigur venjarin hjá KÍ, Tony Paris.
Í HB eru allir spælararnir tøkir, sum í Gøtu vóru við til at styrkja um bjargingarlínuna til toppin, og teir rokna við nógvum áskoðarum.
Fyrr í summar spældu hesir báðir javnaldrarnir málleyst í Klaksvík, meðan HB vann fyrru semifinaluna í steypakappingini í Klaksvík, og KÍ vann í Gundadali. Tað vil við øðrum orðum siga, at heimavøllur og útivøllur hevur ikki so stóran týdning, tá hesi bæði mest vinnandi feløgini í føroyskum fótbólti tørna saman.
HB skal vinna fyri at varðveita møguleikan fyri FM og Europa Cup, meðan klaksvíkingar kunnu loyva sær at spæla javnt, men sambært Tony Paris fara teir í Gundadal eftir trimum stigum.
Vágbingar sperdir
Vágbingar vístu eitt tað vánaligasta fótbóltsavrikið yvirhøvur í ár, tá teir fyri einari viku síðani taptu móti B36 í Gundadali.
? Har var einki skil á, og í morgin mugu vit syrgja fyri at hava ein heilt øðrvísi hugburð. Støðan er hættislig í botninum. Tað vísir seg at ganga illa á útivølli hjá okkum. Á heimavølli fingu vit javnleik móti HB, og móti GÍ fara vit eftir øllum stigunum, sigur spælandi venjarin hjá VB, Krzysztof Popczynski, sum sjálvur sleppur at spæla móti gøtumonnum. Hann var leikbannaður síðsta leygardag. Magni Mohr varð útvístur móti B36, og hann er leikbannaður í morgin.
Gøtumenn fáa einki burturúr kæruni, sum teir sendu FSF fyrr í vikuni, og tað vil siga tað sama sum at Sunvard Joensen verður ikki í málinum í morgin. Tá vit frættu úr Gøtu var ikki greitt, hvørt tað verður Henning Jarnskor ella Mortan Joensen, sum plagar at verja málið í 2. deild, ið fer at standa millum stólparnar hjá GÍ í morgin. Í venjingini hesa vikuna hevur Henning Jarnskor verið málverji, men Johan Nielsen hevur ivast í, um hann skal ofra ein av stuðulsspælarunum úti á vøllinum.
Burtursæð frá Sunvardi Joensen eru llir hinir gøtumenninir eru tøkir.
Fyrr í summar vann GÍ 3-1 á heimavølli móti VB. Í fjør vann VB 3-1 á heimavølli móti GÍ, sum ? um teir vinna í morgin ? hava møguleika at blanda seg aftur í toppstríðið annan sunnudag, tá teir skulu til Klaksvíkar.
B71-NSÍ
Sandingar, sum seinasta vikuskiftið stóðu seg væl í Klaksvík, hóast teir taptu, fáa sunnudagin vitjan av NSÍ, sum framvegis er við í kappingini um heiðursmerki og pláss í Europa.
B71 fer at stilla við næstan tí sama liðnum, sum spældi seinast. Peter Ritter og Bjørn Thorsteinsson fingu báðir skaðar undir venjing áðrenn dystin móti KÍ, men nú hava báðir vant aftur. Torbjørn Jensen, sum hevur spælt lítið í ár orsaka av skæðum, spældi ein hálvleik í Klaksvík, men tá fekk hann ein snudd beinanvegin, og hann er ivasamur sunnudagin.
Stinni verjuspælarin frá stóru tíðini hjá B71 síðst í 80?unum og nakað upp í 90?ini, Ib Mohr Olsen, er komin heimaftur. Hann hevur verið uttanlands í nøkur ár, men skal nú búgva í Sandoynni. Hann hevur longu verið og vant, og tað er einki at ivast í, at hann verður styrkur í verjupartinum ? um ikki sunnudagin, so seinni í ár.
NSÍ hevur allar mans tøkar. Einki leikbann órógvar, og kapping er tí um fleiri av plássunum. Seinast byrjaði Johnny Skibenæs á vøllinum fyri fyrstu ferð í ár, men hann noyddist út við einum skaða. Hann verður helst klárur til vikuskiftið, men spurningurin er, um hann byrjar inni aftur hesaferð.
Arnfinn Langgaard var ein av teimum, sum byrjaði á beinkinum seinast, men veteranurin stríðist fyri einum plássi í byrjanaruppstillingini, og tað fer kanska at lukkast honum sunnudagin.
ÍF-B36
Fleiri av spælarunum hjá ÍF hava skaðar at stríðast við í løtuni, og talan er um spælarar, sum spæla hvørjaferð, um teir eru klárir.
Áslakur Petersen, Roy Róin, Ken Bærendsen og Eyðálvur Petersen hava allir verið nervaðir av skæðum í vikuni. Teir hava verið á vøllinum, men eingin hevur fingið vant við fullari ferð.
Í Fuglafirðu halda tey, at møguleiki er fyri, at Áslakur og Roy spæla, meðan tað er meira ivasamt, hvussu tað verður við Ken og Eyðálvur, sum varð skaddur undir upphitingini í Sumba seinasta vikuskiftið.
Tað kemur væl við hjá ÍF, at Torstein Joensen nú aftur kann spæla, eftir at hann sat uttanfyri við leikbanni seinast. Og væntandi verður Rúni Petersen aftur við í hópinum.
Um onkrir av teimum ivasomu spælarunum ikki fáa verið við, eru tað fleiri sum kappast um plássini, og Piotr Krakowski, venjari, hevur eisini roynt ymsar nýggjar spælarar í ár.
B36 koma til Føroya í dag, og teir hava havt strævna ferð suðri í hitanum í Turkalandi, tí er tað ikki sannlíkt, at teir verða á toppinum í morgin, men sterka B36-liðið hevur so nógvar royndir og stóra breidd, at teir verða ringir at taka hjá heimaliðnum.
B36 stillar við teimum monnunum, sum hava spælt alt árið, og teir fimm landsliðsspælararnir hjá felagnum, verða álitini nú B36 roynir at toga seg inn á KÍ aftur.
B68-Sumba
B68-venjarin Bjørn Krog hevur tikið ein nýggjan mann við í hópinum hjá sær til dystin móti Sumba. Tað er ungi Kristian Poulsen, sum í fjør var við á U16 landsliðnum. Ungi spælarin hevur ikki áður spælt í 1. deild, og tí fær hann kanska møguleikan at royna seg fyri fyrstu ferð í 1. deild sunnudagin.
Eisini verjuspælarin Edmund Jacobsen, sum áður hevur spælt nógv í 1. deild, er útikin til dystin sunnudagin. Edmund hevur ikki vant fyrr í ár, men nú er hann komin í gongd, og tað er góður styrkur at fáa ? ikki minst nú Oleif Joensen ikki venur við somu ferð sum undan summarsteðgin.
Brasiliumaðurin Lucio er ikki við í hópinum. Hann hevur verið skaddur, og er ikki klárur at spæla á 1. deildarliðnum enn.
B68 fekk ein undir vangan frá NSÍ seinasta vikuskiftið, men hesaferð ætla teir at vinna. Bæði tí tað hevði beint burtur allan iva, tá hugsað um aftastu plássini í deildini, og tí liðið so hevur eitt sindur av samband við tey betru liðini í deildini.
Sumba fekk javnleik móti ÍF á heimavølli seinasta vikuskiftið, og tað var nakað minni, enn teir høvdu brúk fyri. Tí verður dysturin á Toftum í morgin ein avgerandi dystur fyri lagnuna hjá felagnum í 1. deild. Nú skulu nøkur stig til fyri at halda liðið í deildini, og móti B68 halda sumbingar er ein møguleiki at fáa okkurt burtur úr.










