Kæran hjá GÍ gav einki

Fótbóltur: Kappingarnevndin var samd um at afturvísa kæruna frá GÍ um dømingina í dystinum móti HB

? Vit hava ikki heimild at broyta metingina hjá dómaranum.

So stutt er grundgevingin hjá kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum, nú nevndin hevur afturvíst kæruni frá GÍ um dømingina í landskappingardystinum móti HB fyri smáum tveimum vikum síðani.

GÍ hevði kært dømingina, tí felagið helt, at hon hevði so stóra ávirkan á úrslitið á dystinum, at rættast hevði verið við umdysti. GÍ fekk málverjan útvístan tíðliga í dystinum, og tað reyða kortið vildi GÍ eisini hava strikað, tí felagið helt, at kortið var givið av órøttum.

Í seinasta parti av kæruni segði GÍ, at felagið hevði so ringar royndir av dømingini hjá Kim Ejdesgaard, at felagið vildi ikki spæla, um hann varð settur at døma dyst hjá felagnum aftur.

Kappingarnevndin hevði fund undan landsdystinum móti Íslandi mikudagin, og nevndin var samd um at afturvísa kæruni hjá GÍ. Grundgevingin er, at sambært reglugerð hjá ÍSF, sum eisini umfatar FSF, er ikki loyvi at broyta metingina há dómaranum í kapping.

Aðrastaðni kemur tað fyri, at hendingar í dysti verða tiknar upp eftir loknan dyst, tí okkurt er komið við á sjónvarpsupptøkur, sum dómarin ikki hevur sæð. Men í Føroyum hevur FSF ikki møguleika til hetta, tí reglugerðin hjá ÍSF forðar fyri tí.

GÍ hevur ikki enn avgjørt, um tey fara at skjóta málið inn fyri dómsnevndina, sum tekur endaliga avgerð í slíkum málum.