Royn spældi seg úr vanda

Fótbóltur: Men Royn-venjarin heldur ikki, at liðið er tryggjað í 2. deild enn

2. deild menn:

EB/Str.-Royn 1-2 (1-2)


Tað var nógv at spæla fyri, tá EB/Streymur og Royn spældu á Mølini leygardagin. Og tað vóru hvalbingar, sum vóru nøgdir eftir dystin.

? Hetta var ein sera týdningarmikil dystur at vinna, tí vit eru í beinleiðis kapping við EB/Streym um at sleppa undan niðurflyting. Nú er støðan hjá okkum nógv betur, men vit kenna okkum ikki tryggar enn, tí nógv er eftir at spæla um, segði spælandi venjarin hjá Royn, Zoran Mancic, eftir dystin.

Hann sá sítt lið gera tvey mál í fyrra hálvleiki, og tey vóru nokk at vinna dystin. Stóran part av fyrra hálvleiki var útiliðið omaná. Heimaliðið fekk ongantíð sítt spæl at koyra móti ágangandi hvalbingunum, og fyrsta hálva tíman vóru tað gestirnir, sum stýrdu dystinum

Rógvi Thorsteinsson skoraði eftir átta minuttir, men heimaliðið javnaði beint fyri hálvleik, tá teir vóru komnir meira við í dystin. EB/Streymur fekk fatur á bóltinum, spældu skjótt fram eftir vøllinum, har Jákup Martin Joensen slapp leysur, rundaði málverjan og skoraði til 1-1.

Men bólturin var valla givin uppaftur, so hevði útiliðið lagt seg fram um aftur. Hesaferð var tað Njálur Niclassen, sum skoraði. Hann varð spældur leysur og útnyttaði møguleikan til fulnar.

Í seinna hálvleiki var heimaliðið meira við í dystinum, men teir stóri týdningurin av dystinum tóktist verða ein haft um beinið á teimum. Teir fingu ikki spæla at hanga saman, og botndysturin ? sum eisini líktist einum slíkum ? endaði við, at gestirnir fóru avstað við øllum.

? Eg eri væl nøgdur við mínar spælarar, teir stríddust ógvuliga hart fyri sigrinum, og teir sóu álvarsomu støðuna, sum vit vóru undan dystinum. Nú hava vi fingið eitt sindur av luft til botnin, men tað er tætt og vit hava brúk fyri fleiri stigum, segði Zoran Mancic eftir dystin.

EB/Streymur liggur næstaftast í deildini, tvey stig frammanfyri GÍ, men ájavnt við KÍ, sum eisini tapti hetta vikuskiftið.