Havnakona 200 túsund krónur ríkari

Jutta T. Petersen úr Havn gjørdist 200 túsund krónur ríkari tá hon vann ein av høvuðsvinningunum hjá Det Bedste. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at ein føroyingur vinnu høvuðsvinningin

Í vikuni fekk Jutta T. Petersen handað kekkin uppá tær 200 túsund krónurnar, sum hon vann í eini kapping hjá Det Bedste.

Tað var blaðstjórin Yngve Skovmand sjálvur, aum var komin til Føroya at handa Juttu stóra kekkin, og handanin gekk fyri seg á Hotel Hafnia týsdagin.

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein føroyingur vinnur ein av teimum stóru vinningunum í kapping hjá Det Bedste, og blaðstjórin var sera fegin um, at tað endiliga eydnaðist at finna ein vinnara í Føroyum.

­ Eg eri stoltur yvir at sleppa at handa henda vinningin til ein av okkara mongu lesarum, segði Ynge Skovmand, sum er leiðari fyri teimum skandinavisku útgávunum av Det Bedste.


Nógvir vinningar eftir

Hóast talan var um ein høvuðsvinning, so er ikki liðugt við burturlutingini enn á sinni.

Størsti drátturin í kappingini, sum ber heitið »Det Bedstes Supertrækning 99« verður tann 12. januar 2000 tá ikki færri enn 2013 vinningar verða drignir.

At skipa fyri slíkum dráttum er nú heldur ikki nakað nýtt fyribrigdið hjá Det Bedste. Á hvørjum ári letur forlagið vinningar fyri meiri enn eina millión krónur í sambandi við tilboð uppá bøkur og bløð, sum forlagið selir.


Vælumtóktur lesnaður

Tað er eisini eitt sera væl umtókt blað við nógvum lesarum, sum letur allar vinningarnar.

Forlagið sjálvt sigur, at tað í Danmark eru um 262.000 lesarar av mánaðarritinum Det Bedste. Men tað er bara ein dropi í havinum.

Det Bedste - ella Readers Digest, sum tað eitur á heimsmáli - kemur út í 48 útgávum á 19 málum og sambært forlagnum so fara mánaðarbløðini fram við eygunum á ikki færri enn 100 milliónum lesarum. Ikki so lítið, má sigast.

Hóast ikki teir allir hava verið við í hesum dráttinum, so kunnu vit bara staðfesta, at Jutta T. Petersen úr Havn, var sera heppin tá hon vann tær 200 túsund krónurnar.

Og hóast tað eru nakrir dagar síðani Jutta fekk handað kekkin so ynskir Sosialurin Juttu hjartaliga tillukku við vinninginum.

Tað er betri seint enn ongantíð ...