Nú skulu Føroya Sprund og Føroya Kallur finnast

Leygarkvøldið komandi verður vakurleikakapping og veitsla í batnmintonhøllini í Havn, har kjóstast skulu tey vakrastu okkara millum

Eirikur Lindenskov


Leygardagin komandi fara í minsta lagi 16 gentur og seks dreingir at kappast um at gerast Føroya vakrasta sprund og Føroya kallur.

Enn er freistin ikki úti at tekna seg til kappingina, so kanska vera tey enn fleiri.

Tað eru tær báðar íslendsku kvinnurnar, Rósa Ingólfsdóttir og Guðný Gunnarsdóttir, sum eru komnar til Føroyar at leggja kappingina til rættis.

? Føroyskar kvinnur eru so nátúrliga vakrar - og óspiltar. Tað er hetta sum ger, at tær eru so óvanliga væl egnaðar til slíkar kappingar. Tær skapa sær ikki, men eru nátúrliga, húðin er fín og so eru tær so menniskjaligar. Føroyingar eru ikki so stressaðir, sum íslendingar eru, halda tær báðar, sum leggja afturat, at Føroyar eru sum eitt paradís at vitja í so máta.

Ætlanin við tiltakinum leygarkvøldið er ikki bara kappingin um at gerast Føroya sprund og Føroya kallur, men ætlanin er eisini at gera eina rimmar veitslu. Eftir at sjálv kappingin er liðug verður veitsla sum varir til klokkan fýra á morgni. Sjónvarp Føroya fer at festa kappingarnar á band, og verða tær vístar í sjónvarpinum.

Kappingarnar verða í fleiri umførum - og tær báðar leggja dent á, at kappingin ikki nevnist Miss Føroyar.

? Vit vendur okkum til Árna Dahl fyri at fáa hann at skjóta upp eitt føroyskt heiti til kappingarnar. Og hann kom so við uppskotinum Føroyar Sprund, Føroya Kallur:

Umframt hesar verða eisini kappingargreinarnar: Siniskona Føroya, (foto) Vakrastu bein, vakrasta húð og Sportkallur:.

Vinnararnir fáa sera vakrar premiur, sum tær báðar kortini ikki ynskja at avdúka enn. Tær hava eisini samband við tey, sum standa fyri líkandi kapping í Helsinki í Finnlandi, og vóna tær, at vinnararnir kunnu vera við í kappingin um Miss Scandinavia.

Tær báðar, Guðný og Rósa hava báðar drúgvar royndir við slíkum kappingum í Íslandi, men hetta er fyrstu ferð tær eru við til slíkt í Føroyum. Tað halda, at fyrireikingarnar hava verið sera spennandi, hóast strævnar.

Atgongumerki til kappingina og til veitsluna aftaná eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn