Størsta avbjóðingin hjá STÍF

Hondbóltur: StÍF, sum í fjør gjørdist meistari á fyrsta sinni í meiri enn fimti ár, skal í morgin og fríggjadagin út í harðastu dystirnar teir nakrantíð hava verið. Mótsøðuliðið er VSZ Kosice úr Slovakia og tað er mannað við ikki færri enn 11 landsliðsleikarum

Í morgin fara Føroyameistararnir, sum teir fyrstu í ár, upp í europeisku hondbóltskappingina.

StÍF, sum í fjør gjørdist meistari á fyrsta sinni í meiri enn fimti ár, verður um vikuskiftið við í europeisku kappingini fyri meistaralið.

Tá føroysk lið fara upp í europeiska kapping, er tað sjáldan við tí fyri eyga, at vinna kappingina, men fyri at geva leikarum sínum møguleika at royna seg í altjóða kapping. Móti liðum, sum í allarflestu førum eru so nógv sterkari enn tey føroysku.


Púra ókendir

Í so máta var lutakastið einki undantak fyri StÍF. Slovakiska meistaraliðið, VSZ Kosice var tað liðið, sum kom úr hattinum tá lutur varð tikin, og tað er synd at siga, at hetta var eitt heppið lutakast fyri strandingar.

Ikki tí, tað kundi væl verið meira óheppið, men bara tað, at liðið hevur 11 landsliðsleikarar í hópinum sigur so mikið, at talan er um eitt sterkt lið.

Hóast tað, at liðið er væl mannað, so er tað púra og fullkomiliga ókent fyri strandingum.

Jónleif Sólsker sigur, at hann hevur roynt at funnið fram til okkurt, men illa hevur gingist.

­ Eg veit, at teir vóru við í steypakappingini í fjør, og at teir komu víðari frá fyrsta umfari. Teir vunnu á portugisisku steypavinnarunum, men taptu í øðrum umfari móti jugoslavisku steypavinnarunum. Tað er alt eg veit, og tað er alt, sum hevur verið møguligt at finna fram til, tíverri, sigur Jónleif Sólsker.

So talan er í veruleikanum um eitt ókent lið, sum uttan iva er gott kortini, leggur Jónleif Sólsker afturat og vísir til teir ellivu landsliðsleikararnar á Kosiceliðnum.

Jónleif greiðir eisini frá, at hann royndi at fáa fatur á Igor Kmec, sum var venjari hjá Kyndli fyri nøkrum árum síðani, men tað hevur ikki eydnast enn tíverri.

­ Tað hevði verið góð hjálp, tí Igor er úr Kosice, og kennir uttan iva okkara mótstøðumenn, sigur Jónleif.


Størsta

avbjóðing nakrantíð

Tað er ikki eiti á tak hjá so lítlum felag, at fara upp í europeiskan hondbólt, og fyri leikararnar er eingin ivi um, at hetta verður teirra størsta avbjóðing nakrantíð í hondbóltshøpi.

Sum kunnugt er StÍF ikki tað liðið í Føroyum, sum er mest kent fyri at vinna steyp, men tá tað endiliga bragdaði, so hendi tað júst tað árið tá kappingin var so spennandi sum nakrantíð.

Jónleif Sólsker segði eisini størstu gleðina við at vinna í fjør júst vera ta jøvnu kappingina.

Tí verður tað sera spennandi at síggja hvussu unga liðið av Strondum fer at megna hesa risastóru avbjóðing.

Tað er eingin ivi um, at StÍF er gott eftir føroyskum mátistokki, men tað er ein spurningur hvussu langt út í Europa tað røkkur.

Spælararnir ræðast ikki uppgávuna, men vísa kortini til tær vantandi altjóða royndirnar.

Einki landslið er, sum kann byggja upp hesar royndir, og tí vera feløgini noydd til at gera tað sjálvi.

­ Fótbólturin hevur nú í fleiri ár verið við, og tað er ikki fyrr enn nú, at hesar royndir veruliga fara at gera mun, siga leikararnir og tað liggur í luftini, at teir fegnir vildu fingið eina frágreiðing frá HSF nær sambandið aftur ætlar sær undir altjóða arbeiði við landsliðnum.

Hinvegin, so ætla leikararnir ikki at seta seg hond upp undir kinn at bíða eftir HSF. Teir hava tikið dystin upp sjálvir, og fara í annaðkvøld og leygardagin at »berjast« móti gestunum úr Kosice.


Undirmeting

gevur møguleikan

Sum tað sømir seg røttum stórliði, so letur tað til, at Kosice er farið í nett somu fellu, sum flestu stórlið gera, tá tey skulu leika móti smáum feløgum.

Teir eru so púra vísir í, at teir vinna dystirnar, tí føroyskur hondbóltur sigur teimum ikki tað stóra.

Gestirnir eru gingnir við til at báðir dystirnir verða leiktir í høllini á Skála, og teir koma ikki til Føroya fyrr enn hósdagin.

Í fyrstani ætlaðu teir ikki at koma fyrr enn fríggjamorgunin - sama dag, sum fyrsti dysturin skal vera - men tað broyttu teir, tá teir fingu at vita um møguleikan fyri mjørka.

Gestirnir hildu - eins og vertirnir - ikki, at tað var ráðiligt at taka slíkar kjansir.

Men tað er kanska júst hetta, sum kann geva strandingum møguleikan at taka gestirnar á bóli í annaðkvøld.

Leikararnir og venjarin eru samdir um, at skulu teir takast á bóli, so skal tað verða í fyrra dystinum, og teir eru til reiðar at gera tað.

Leikararnir eru so væl fyri, sum teir ongantíð hava verið fyrr, og spæla teir, sum teir gjørdu í fjør, so er ikki illa statt. Liðið av Strondum var nokk tað liðið í kappingini, sum leikti tann mest forvitnisliga hondbóltin.

Breiddin var til staðar, og liðið er ikki verri fyri í ár. Hannis Wardum, sum er sterkur skjútti, økir um styrkina á liðnum, og tí verður spennandi at síggja um tað hevur eydnast teimum at spæla hann inn á liðið til í annaðkvøld.

Livst, so spyrst!