Hellurnar 150ár í morgin

Í ár eru 150 ár ligin síðan fyrstu fólkini settu seg niður á Hellunum. Hellumenn hava valt at hátíðarhalda hesa hending í vikuskiftinum og nógv er stákast at taka ímóti teim mongu gestunum, sum roknað verður við koma at vtija bygdina

Jústinus Leivsson Eidesgaard


Tað er hósmorgun um sjeytíðina á Hellunum. Sólin stendur yvir Rustini niður á bygdina. í dag er onki forstýrilsi, sum í gjáramorgunin, tá mánin fann upp á at koma fyri sólina eina løtu, og forstýra alt livandi í bygdini. Tað er fagrasta summarveður. Ongin ætt, blikalogn og tað einasta tú hoyrir av sjónum er bumsið av onkrum feitum alilaksi í teim mongu ringunum á fjørðinum. Við sjovarmálan er sjógvurin sum steinrunnin og hetta boðar frá, at kyrra er víða um í Norðuratlantshavi.

Bygdin er ikki rættuliga vaknað enn og ei undur er í. Leygardagin skal slagið standa, tá verður 150 ára haldið fyri bygdini hildið og fólk hava arbeitt til langt út á næturnar, fyri at fáa tað seinsta upp á pláss. Hellumenn eru kendir fyri at vera ?betýss? í øllum teir fáast við. Teir liggja ikki á boðunum, men fáa dagliga verkið frá hondini sum skjótast. Eitt sindur av kapping er eisini millum húsini og tað skundar sjálvsagt undir. Vit eru nú í hægstu hoytíð, við hjálp av kunsttðum, ber til at hoyggja nógv fyrr nú enn áður. Menn hava borið út á Hellunum, men tað hevur ikki rættuliga verið stundir til hoyggingina. Tað er hesin vælsignaði føðingardagur, sum skal fáast frá hondini og hann er farin við hvørjari løtu seinasta mánaðin. Alt á Hellunum hevur malið um komandi vikuskiftið. Hóast byrjað verður at tosað um veðrir, tá fólk hittast, so gongur bert ein løta, so er prátið inni á føðingardegnum. Og hóast dagurin enn ikki er komin, so verður stúrt óført fyri regni, ja enntá toybili og áarføri og fólk síggja fyri sær áirnar stórar og Jarðadal tjokkfullan av gráum regni, ið eins og tjúkk reip verða drigin gjøgnum luftina út eftir fjørðinum. ?Bara tað ikki fer at regna!? er niðurlagið. Ein onnur variatión um sama evnið ljóðar soleiðis: ?Bara tað verður turt, bara hann heldur sær.! Og nú eru veðurmenninir eisini farnir at tosa um avfall í vikuskiftinum og tað bøtir ikki um stúranina.

Tað er hósmorgun á Hellunum. Bygdin er enn ikki rættuliga vaknað. Eitt bláligt tám liggur yvir húsunum. Uttanfyri síggjast stigar, okkurt málingablikkið, men annars er ruddað í hvørjum króki. Bygdin skínur og illgræsið pínist sáran. Ikki ein hømuliga hevur fingið frið, græsið er roytt millum húsini og tað, sum ikki fæst burtur við saksi ella spaka, hevur Gróður frá Kemilux fingið bilbugt við. Hvørt neyst er tømt og hvør neystatekja málað. Við gamla skúlan, sum nú er bønhus stendur eitt stórt telt. Teltið verður karmurin um ein part av tiltøkunum. Teltið hevur fyrst verið á Ólavsøku og síðan á Ovastevnuni í Nólsoy. Sprittroykurin stendur enn rámur frá tí, er teltið millum teg og ættina. Garðar verða lagaðir, sólterassur stoyptar, haldilin málaður og tún verða gjørd av nýggjum. Flaggstengur eru fram við vegnum. Tær eru nýmálaðar. Tað hevur Áku frá kommununi syrgt fyri. Fiskahúsið hevur fingið nýtt tak og árstal úr messing er sett á fyrstu bygdu húsini á Hellunum.

Hellumenn fara undir størsta tiltakið nakrantíð í bygdarinnar 150 ára gomlu søgu. Og teir nýta alskyns kunningartøkni at lýsa tiltakið. Sjónvarpið vitjaði mitt í vikuni. Bløðini gera burturúr og útvarpið liggur framvið. Bók er prentað um bygdina og plakat er gjørd. Um tað verður vátt ella turt, so verður komandi vikuskiftið dagar, sum búfastir hellumenn og tey sum vitja, seint fara at gloyma.


Hellumenn í bók

Søgan er sum ein varði, hvør steinur hvílir á tí sum undir liggur. Ovasti steinurin er nútíðin, so hvørt sum nýggj vitan dagar undan kavi um okkara søgu, so skundar hendan undir saman við tíðini, at ovasti steinurin kemur at liggja undir tí næsta. Varðin veksur í allar ættir, eisini í hædd, sum tíðin gongur. Nú 150 ár eru ligin síðan fyrstu niðursetufólkini, Janus á Kinn, ættaður úr Lamba og kona hans Rakul, ættað úr Klaksvík, settust niður á Hellunum er bók skrivað um søguna hjá bygdini. Hetta er ikki ein ættarsøga burturav, men søgan um tey fyrstu nýggju húskini, sum settust niður á Hellunum og eftirkomarar tess. Tað er kommunan, sum hevur givið bókina út.

Helena Samuelsen hevur skrivað bókina. Hon er beinleiðis í ætt við Janus á Kinn, fyrsta niðursetumannin á Hellunum. Hann var oldurabbi hennara. Men Helena hevur ikki gjørt bókina einsamøll. Hon skrivar í fororðinum, at taðvar var nógva tilfarið hjá mostrini Lovisu Johannesen, ið gjørdi, at hon hættaði sær at fara undir bólkina. Lovisa er skúlalærari og hevur verið lærari á Hellunum í mong ár.

Helena skrivar um mostrina: ?Lovisa hevur áltíð dugað at lurtað og skriva niður. Tað gekk nógv fólk inn á gólvið í hennara barnaheimi, tíðindafróð fólk, og nógv varð altíð prátað um slekt og hendingar. Hennara egna fólk mintist væl og dugdi at siga frá. Lovisa skrivaði. Alt hennara tilfar havi havt høvi at nýtaí hesi bók. Og tøkk fái hon fyri tað.?

?Burtur úr tilfarinum hjá Louvisu Johannesen og við dagliga samskiftinum við hana og nógv onnur havi eg skrivað eina heldur ørvisi bygdarsøgu. Eg valdi at siga frá okkara forfedrum, so vit, sum koma aftaná, kunnu gera okkum hugmynd av teimum, teirra gerandisdegi, hvussu tey búleikaðust á Hellunum fyrr og upp til okkara dagar. Eri kanska farin ov mikið út í æsir til at lýsa tey, ið undan okkum gingu, men tað veður nú so,? skrivar Helena Samuelsen.

?Mest er gjørt burturúr teimum báðum fyrstu niðursetufólkunum, og hvørji tey vóru. Men hóast tað, so eru lýst øll nýggju niðursetuhúskini eftir teimum upplýsningum, sum hava verið til taks..?

?Pápi Lovisu og bróður hennara høvdu handilin, so tað hevur hon skrivað nógv um. Eisini gomlu skúlasøguna, trúarlívinum og mannagøtunum hevur hon greitt væl frá.?

Bókin um Hellurnar eru sera áhugaverd at lesa og nógvu góðu myndirnar eru sjálvur ryggurin í bókini. Tað eru ikki allar bygdir, ið eru so hepnar, at tær eiga myndamenn, sum hava eyga fyri øðrum enn lagkøkuprýddum føðingardagsborðum og ?forkroystum? fólkum, trokaði saman á eini sofu, í eini altov heitari stovu. Men hellumenn vóru hepnir. Í 1899 verður ein klaksvíkingur borin í heim. Hann eitur Jóhannes Fjallheim. Fjalheim var sjómaður, men hann fekk tuberklasjúkuna sum so nógvir aðrir og endaði á sanatoriunum í Hoydølum. Har lærdi Fjallheim fotolæru hjá Breidal. Tá hann var frískur aftur og slapp heim, fór hann at arbeiða sum fotografur í Klaksvík.

Til alla guds lukku finnir Johannes konu av Hellunum. Hon at Sofía Andreassen. Tey búsettust í Klaksvík, men vitjaðu trúliga á Hellunum og Fjallheim hevði altíð mydantólið við sær. Johannes hevði eygað fyri gerandisdegnum á bygd og hann tók nógvar myndir av hellumonnum í teirra dagliga yrki. Hann eigur nógvar av myndunum í bókini.

Leygardagin og sunnudagin verða fleiri av myndunum hjá Jóhannes Fjallheim at síggja á eini fotoframsýning í gamla handlinum á Hellunum. Á hesi framsýning eru tær flestu myndirnar í bókini ?forstørraðar? soleiðis at smálutirnir koma fram.


Fyrst bygdu húsini standa enn

Tað man næstan vera eindømi, at fyrst bygdu húsini standa uppi í eini bygd. Tey fyrstu sethúsini á Hellunum eru sett í stand. Niðan úr húsunum er bygdur ein tilbygningur. Men gomlu húsini eru næstan óbroytt, tað vil siga veggir og innrætningur. Húsini vóru um at detta niður, undirsillar, gólv og eitt lítið sindur upp á bróstið var rotið. Alt varð tikin innan úr húsunum. Síðan varð grivið út, drena og stoypt gólv. Omaná lagt timbur og síðan varð hvør einstøk av teimum breiðu gomlu fjalunum settar í pløðing á sama stað, sum tær hava staðið síðan húsini vóru bygd.

Høvi verður at vitja og síggja húsini nú føðingardagurin verður hildin.


Vágs-Rakul eitt konubrot

Veturin 1849 var fyrsti vetur at nakar buði fast á Hellunum. Tá høvdu tey ungu hjúnini Janus á Kinn og Vágs-Rakul borið sínar fáu ognarlutir yvir um Skarð og sótu einsamøll á Hellunum. Janus var tá 27 ára gamal og sum tann frímaður hann var, so vildi hann seta føtur undir egið borð. Rakul var 33 ára gomul.

Tað var ikki heilt av tilvild at Hellurnar vórðu bygdar. Fuglfirðingar, sum áttu hagan, dámdu illa at oyndfirðingar og elduvíkingar skóru mest sum alt torvið á Hellunum. Hetta høvdu teir gjørt frá araldstíð, men torvskurðuri oyðileigði undirhagan ella vetrarbitið hjá Skarðhaga. Seyðurin gjørdist sjúkur av vátlendinum, og teir fingu ov lítið burturúr.

Teir bjóðaðu Janus á Kinn jørð til ognar, ið svaraði til tvey kúfóður, um hann vildi flyta. Fuglfirðingar høvdu ætlanir, at fleiri skuldu flyta, men Janus og Rakul komu at sita leingi einsamøll 10 ár. Janus velti dugliga og royndi at fáa fótafesti á nýggja búplássinum. Men jørðin gav ikki nógmikið til at tey kundu fáa mettuna bara av henni. Tí róði Janus út við fuglfirðingum og tað var mangan, at hann ikki orkaði at ganga um Skarðið, tá hann kom illa tuskaður av norðhavinum eftir at hava sitið við árarnar og snøri dagin langa. Tí kom Rakul at sita einsamøll í hesi lítlu smáttu mangan saman við teimum trimum børnunum.

Einsligthevur tað verið og eisini óhugnaligt á nátt, tá útsynningurin hevur knallað niður av Gullbrandshellu og ótamdur farin sorandi út eftir fjørðinum, har han lyfti sjógvin upp í rok.

Einsamøll sat hon við trimum børnum. Ein dagin var útkølnað hjá henni. Hon varð noydd at fara heim til Oyndarfjarðar eftir eldi. Hon legði børnunum einavið ikki at fara oman á bakkan. Tá hon var komin næstan heim, sær børnini á bakkanum. Hon leyp heim í Tart, eftir hjálp. Matmóðurin í Tarti bað hana seta seg, sendi eina arbeiðsgentu út á Hellur at ansa eftir børnunum. Seinni fór Rakul útaftur við glóðum í einum potti.

Søgan hjá Hellunum er eisini ein partur av føroya søgu. Hon er søgan um fæloysingarnar, sum fingu møguleika at dyrka lendi í seinastu øld og sjálvir at giftast. Hetta var ikki sjálvfylgja áðrenn. Hellurnar er eitt úrslit av tí milda ráki, sum møtti tí fátæka manninum í seinastu øld víða um í Europa og sum í Føroyum byrjaði við tí modernaða amtmanninum Pløyen, ið føroyingar enn hava tokka til. Tað var hann sum eggjaði smámonnum til at dyrka lendi og lógarbroyting slóðaði fyri, at smámenn kundu gifta seg. Pløyen hevði tó einki beinleiðis við búsetingina á Hellunum at gera tí har er bara ognarjørð.

Ein stór veggjamynd til minnist um niðursetumenninar á Hellunum verður avdúkað í vikuskiftinum. Frits Johannesen, listamaður úr Fuglafirði hevur gjørt myndina.