seint upp í hetta, sigur hon, og flestu lýsingarbóklingar og tílíkt vóru longu farin á marknaðin. Men tað ætlar hon at bøta um til komandi ár, um hon heldur fram, væl at merkja. Og ikki hevur hon heilt mist [...] dagliga í vetur. Sengurnar standa kortini har, og hølini eru til taks. Bæði til størri skeið og til eini tvey smærri. Gistingarmøguleikar eru fyri 30 fólkum. Og skuldi staðið á, verða summarhús leigað á Viðareiði [...] Føroyum at bera til, sigur Elisabeth Nybo, sum í summar hevur leigað og rikið Hotel Norð á Viðareiði. - Um ein ikki hevur hjartað við og arbeiðir einar 18 tímar um samdøgurði, ber tað ikki til, eru hennara
nýggja felagnum er fyrst og fremst at menna og samansjóða sambandið og samstarvið ímillum føroyskar sløkkileiðarar. Hetta at vera í felagsskapi, hevur altíð verið mennandi og gott, og tá man samstundis hevur [...] hava holla útbúgving og nógv ára royndir innan sløkki- og bjargingararbeiði og kundi teirra vitan tískil verið til stóra hjálp nú ein tilbúgvingarætlan verður gjørd fyri bæði tunnlar og alt Føroya land. Eisini [...] ábyrgd enn sløkkiliðsmenn og kann tað nýggja felagið kanska metast við eitt meistarafelag, meðan »Landsfelag Sløkkiliðsmanna« kundi líknað einum handverkarafelag, og eitt er vist, at eitt samstarv ímillum
tað er púra vist. Hóast danska sjúkrahúsverkið í síni heild verðurdømt bæði niður og norður av danskarum sjálvum, so er tað gott hjá okkum at søkja okkum serhjálp har, tá ið á stendur ? og sjálvsagt aðrastaðni [...] sum tú og føroyska andstøðan nýta mótvegis politisku mótstøðumonnum tykkara. Í heila tikið, so eru argumentini hjá tykkum farin at útvatnast við lít ? har er næstan einki salt eftir. Tá er meiri stílur [...] nærmastu skuldi hava skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum í 1995. Eftir at allar kanningar vóru gjørdar, og alt var til reiðar, hendi kortini einki. Tá ið vit fóru at ótolnast, var svarið frá yvirsjúkrasystrini
um, ÍBV. Tað eru tær báðar, Anniku Ljósstein úr Stjørnuni og Gunnleyg Berg úr Neistanum, sum hava fingið í boði at royna seg hjá felagnum, og báðar hava tær tikið av tilboðnum. Beint eftir døgurða í gjár [...] tær. Gunnleyg greiðir frá, at fyrrverandi kyndilsleikarin, og núverandi tjaldursvenjarin, Jacob Jónsson, týskvøldið setti seg í samband við tær, og eftir at hava umhugsað støðuna, tók hon av tilboðnum. Sum [...] seg móti onkrum av oddaliðunum í Íslendsku kappingini, og hóast tær í fyrsta dystinum fingu av at vita, so hylnaðist venjingarlegan sum heild væl, og úrslitaliga gekst eisini á eini heilt góðari leið móti
at veiða ávísar aldursbólkar til tær ymsu árstíðirnar. Og lomviga og álku á vetri. Tað er eitt virðismikið náttúrutilfeingi, sum má røktast væl og virðiliga. Hetta er í lagi, at loyvt verður at veiða avlopið [...] løgið at teir sum skjóta skarv og síggja at hann bara minkar, ikki sjálvir gera vart við tað, at skarvurin ikki tolir slíka veiðu. Skarvurin er friðleysur og hevur ongan góðan. Og verður fyribeindur við my [...] loyvt varð at skjóta skarv á sinni. Ikki varð tilskilað, hvønn hátt, hann skuldi verða veiddur. Og fylgjan var og er, at hann verður skotin frá speedbátum inn á, ella við skarvaurðarnar. Ella lagt verður í
sita tey í hesum døgum og reinsa ein spennandi lut, funnin er Heima á Sandi. Eitt runt spenni, sum er hægst á miðuni framman og holað eitt sindur aftan. Tað endar við einum tøppi og hevur vatnrætt nálfesti [...] Har varð eitt beni lagt opið, og fláirnar kannaðar einar fýra metrar niður. Funnir vórðu nógvir væl varðveittir lutir. Eitt nú ein rúgva av djóra- fugla- og fiskabeinum. -Og so høvdu vit eisini tað ótrúliga [...] hann veit ikki heilt vist enn, hvussu hetta skal tulkast. Hetta spennið er av serligum slag, sum lítið er kent í sunnara parti av Skandinavia. Men hinvegin eru tey funnin í Norðurnoreg og eisini í Íslandi
hjá tykkum í Sørvági, men eitt er vist, at tit eiga góð og rík minnir eftir Regin. Vita skulu tit Rannvá og Jákup og systkini, at tað eru mong, sum hugsa um tykkum og taka lut í sorg tykkara. Má Harrin [...] øllum góða Rannvá, Jákup, Beinta og Dánjal. Tit hava mist eitt tað dýrabarasta, tit áttu. Regin var ein sera góður og stillur drongur, og var hann til stóra gleði fyri tykkum og okkum øll, hesa alt ov stuttu [...] sjóndar, at Regin hevði góða sjónatúr og var nærlagdur og álítandi í arbeiði sínum. Regin legði framtíðarætlanir sínar og valdi at fylgja fótasporum faðirs síns, og fór í smiðjulæru hjá J. K. Joensen í
eisini hevur fingið væl egnaða kaffistovu og fundarhøli, til taks frá útvarpinum. Harafturat fegnast tingformaðurin um, at eingin gjóstur er í útvarpshøllini eins og í tingsalinum, tá vesturættin liggur trá [...] uppskotinum, og síðani skulu tey, sum eru fyri, reisa seg. Tað sama er galdandi fyri tey, sum atkøða blankt ella ímóti. Fíggjarlógin fyri í útvarpinum Arbeiðið at byggja um tinghúsið gongur sum ætlað, og skal [...] Men tað er ikki vist, at húsið verður heilt klárt áðrenn fíggjarlógaruppskotið skal viðgerast. Tí er møguleiki fyri, at fíggjarlógin fyri ár 2001 verður viðgjørd í útvarpshøllini og tískil verður ein
at tær hava bara sitið eitt skeið og hava tí skyldu at taka við vali, um tær verða settar á listan og valdar. Og tær taka aftur í aftur, at tað er bæði stuttligt og spennandi at sita í bygdarráðnum, tá [...] týdningi. Vestmenningar tóku tolnir við tí, sum kom, og stóðu saman um at gjalda tað aftur, teir skyldaðu. Treyðugt so. Onkur fór, men fleiri eru afturkomin. Og arbeiðsloysið hevur ikki verið í Vestmanna, greiða [...] greiða bygdarráðslimirnir Hervør Durhuus og Mia Petersen frá. Vit sita inni á kommunuskrivstovuni í Vestmanna. Har eru bara kvinnur inni. Tvær á skrivstovuni og tveir bygdarráðslimir. Menninir eru í kjallaranum
hví skulu vit nú tað? Fólkaatkvøðan og Føroyar Danskir politikarar, sum eru ímóti evruni, hava í donskum og føroyskum fjølmiðlum boðað frá, at teir halda at Føroyar og Grønland sum partar av danska ríkinum [...] Eitt er tó vist, og tað er, at uttan mun til hvussu danir atkvøða, so kemur tað at ávirka okkum: velja danir evruna heldur enn krónuna, so fáa vit eisini evruna sum gjaldoyra; vraka danir evruna, so varðveita [...] Hinvegin er tað ein sannroynd, at vit í dag brúka danska gjaldoyrað, og at vit verða rakt, um danir velja evruna. Tá vit nú siga við danir og umheimin, at vit ikki vilja atkvøða saman við dønum um evruna, so