Króna ella Evra - hava føroyingar onki val?

Danska fólkaatkvøðan um evruna stendur fyri durðum, og enn er rættiliga óvist, hvussu danir fara at atkvøða

Eitt er tó vist, og tað er, at uttan mun til hvussu danir atkvøða, so kemur tað at ávirka okkum: velja danir evruna heldur enn krónuna, so fáa vit eisini evruna sum gjaldoyra; vraka danir evruna, so varðveita vit donsku krónuna sum okkara gjaldoyra. Men hví skulu vit nú tað?


Fólkaatkvøðan

og Føroyar

Danskir politikarar, sum eru ímóti evruni, hava í donskum og føroyskum fjølmiðlum boðað frá, at teir halda at Føroyar og Grønland sum partar av danska ríkinum eisini áttu at atkvøtt á komandi fólkaatkvøðu í Danmark. Landsstýrini í Føroyum og Grønlandi hava hinvegin tikið avgerð um at vit ikki skulu atkvøða, tí vit eiga ikki at avgera, hvussu gjaldoyra hjá dønum skal eita ella síggja út. Hinvegin er tað ein sannroynd, at vit í dag brúka danska gjaldoyrað, og at vit verða rakt, um danir velja evruna.

Tá vit nú siga við danir og umheimin, at vit ikki vilja atkvøða saman við dønum um evruna, so má tað merkja, at vit sjálvi vilja sleppa at avgera, hvussu gjaldaoyrað í Føroyum skal eita og síggja út. At vit so kanska ikki hava so nógv í at velja, tað er ein onnur søk, men eg haldi út frá hesum, at rættast kortini hevði verið, um vit sjálvi gjørdu av, hvat okkara gjaldoyra skal verða, t.d. við einari fólkaatkvøðu í Føroyum, óhefta av donsku fólkaatkvøðuni. Tað má vera tað mest rímiliga, at føroyingar eisini verða eftirspurdir, hvat gjaldoyra vit skulu brúka.


Eitt føroyskt gjaldoyra?

Sambært føroyskum búskaparfrøðingum, so er nógv sum talar ímóti, at vit føroyingar skulu hava okkara egna føroyska gjaldoyra. Bara umsitingin av einum føroyskum gjaldoyra hevði ivaleyst verið so dýr, at tað hevði verið til størri ampa enn gagn fyri føroyska samfelagið.

Men hóast hettar, so eiga føroyingar sjálvir at avgera hvat gjaldoyra, vit skulu brúka ? serliga nú gjaldoyraspurningurin er so nógv frammi í Evropa, og ikki minst tá havt verður í huga, at Føroya Landsstýri arbeiðir við einari ætlan um at Føroyar skulu verða sjálvstøðugt land. Skulu vit hava evruna, krónuna, dollaran ella pundið? Um nú danir velja evruna, so fer ikki at bera til hjá okkum at halda fast um donsku krónuna, tí so verður hon líka so dýr fyri okkum at umsita, sum eitt sjálvstøðugt føroyskt gjaldoyra, og tað hava vit longu frammanundan vrakað.

Eru so aðrir møguleikar? Kunnu vit t.d. ikki brúka norsku ella íslendsku krónuna sum gjaldoyra? Føroyska vinnulívið líkist meira vinnulívinum í hesum báðum londum, enn vinnulívinum í Danmark, so hví ikki? Eg havi sum so slett ikki tikið støðu til, hvussu okkara gjaldoyra skal eita framyvir, men eg haldi vit mugu taka hendan spurningin upp her hjá okkum eisini, skulu vit ikki verða eftirbátar, og enda aftur í einari støðu, har vit fara at kenna tað sum um onkur hevur kroyst nakað oman yvir okkum, uttan okkara, ella kanska ímóti okkara vilja ? og so kunnu vit skeldast inn á tað.


Latið okkum

sleppa at velja!

Um nú danir á fólkaatkvøðuni velja evruna sum gjaldoyra, verður evran í somu løtu okkara gjaldoyra. Tá verður sera trupult at velja nakað annað gjaldoyra, og tað er heldur ikki vist at tað tá gagnar okkum at velja eitt annað gjaldoyra. Sambært búskaparfrøðingum er evran eitt betri gjaldoyra fyri føroyingar enn danska krónan. Men hvat gera vit so, um danir hinvegin vraka evruna? So koma vit í eina støðu har vit reelt sjálvi kunnu velja um vit vilja halda fram við donsku krónuni, ella um vit vilja hava evruna ? ella okkurt annað gjaldoyra. Danir ætla sær at broyta gjaldoyra, uttan at spyrja føroyingar eftir, so tað má eisini galda hinvegin.

Eg eri sannførdur um, at føroyingar sjálvir mugu sleppa at velja, tí einans á tann hátt fáa vit tað neyðuga orðaskiftið her í Føroyum, sum skal til fyri at vit føroyingar skulu fáa eitt gjaldoyra, ið vit kenna okkum trygg við, og hava nakað forhold til. Latum okkum tí, beinanvegin sum úrslitið av donsku fólkaatkvøðuni fyriliggur, áseta ein dag fyri einari føroyskari fólkaatkvøðu um gjaldoyra. Fáið búskaparfrøðingar at seta upp ein lista við 2-4 gjaldoyrum, sum hóska best til okkara búskap, og latið so okkum sleppa at velja sjálvi ? hesa ferð!


Arnbjørn Ó. Dalsgarð