sum tú og føroyska andstøðan nýta mótvegis politisku mótstøðumonnum tykkara. Í heila tikið, so eru argumentini hjá tykkum farin at útvatnast við lít ? har er næstan einki salt eftir. Tá er meiri stílur yvir andstøðuni í danska tinginum.
Í Sosialinum mikudagin brúkar tú sjey føroyskar hjartasjúklingar sum dømi um sambandsins herligheitir. Enn kann lívsneyðug hjálp fáast í Keypmannahavn, sigur tú.
Ríkissjúkrahúsið eigur lívið í mongum føroyingi, tað er púra vist. Hóast danska sjúkrahúsverkið í síni heild verðurdømt bæði niður og norður av danskarum sjálvum, so er tað gott hjá okkum at søkja okkum serhjálp har, tá ið á stendur ? og sjálvsagt aðrastaðni við.
Tú fært tað kortini at síggja út, sum er henda hjálp ókeypis. Tað er hon jú sum kunnugt ikki. Vit gjalda har ? sum í øðrum londum ? fullan prís fyri ómakin. Eg fari at taka eitt fimm ára gamalt dømi:
Ein av mínum nærmastu skuldi hava skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum í 1995. Eftir at allar kanningar vóru gjørdar, og alt var til reiðar, hendi kortini einki. Tá ið vit fóru at ótolnast, var svarið frá yvirsjúkrasystrini, at tey bíðaðu eftir pengunum úr Føroyum. Gjaldast skuldi frammanundan. Eg má siga, eg føldi meg illa. Vit bíðaðu í fimm langar dagar.
Um eg nú hugsaði/argumenteraði sum Dan R. Petersen, so hevði eg spurt: hvør hevði í grundini valdið í Føroyum í 1995? Hetta kom mær kortini ikki til hugs, fyrrenn eg sá grein hansara í Sosialinum mikudagin.
Oddvør Johansen
Tórshavn