Føroyskir sløkkiliðsleiðarar

Í samband við ta skriving sum hevur verið um nýstovnaða felagið »Føroyskir sløkkiliðsleiðarar«, skulu her gerast nakrar rættingar so ongin »forvirringur« verður.

 

Ført verður fram, eftir at nýggja felagið er stovnað, er totalur forvirringur á brunaøkinum, men hetta er als ikki so. Um tað er totalur forvirringur, var tað eisini áðrenn.

Endamálið við nýggja felagnum er fyrst og fremst at menna og samansjóða sambandið og samstarvið ímillum føroyskar sløkkileiðarar. Hetta at vera í felagsskapi, hevur altíð verið mennandi og gott, og tá man samstundis hevur møguleika at samstarva út um landamørk, her verður hugsað um Grønland, Ísland og hini norðanlondini, so enn betur.

Ført verður fram, at eitt felag er frammanundan, og at tað mátti verið nógmikið. Til hetta er at siga, at tað er nú einaferð soleiðis at sløkkiliðsleiðarar hava eina nógv størri ábyrgd enn sløkkiliðsmenn og kann tað nýggja felagið kanska metast við eitt meistarafelag, meðan »Landsfelag Sløkkiliðsmanna« kundi líknað einum handverkarafelag, og eitt er vist, at eitt samstarv ímillum hesi bæði feløgini hevði givið góða frukt um vilji var tilstaðar.

Ført verður eisini fram, at nú verður klandur og rót at valda. Her má onkur álvarslig misskiljing verða komin í, tí felag okkara ynskir onki vald, men vil koma við ráðum og stuðla kommunum og land um tey heita á okkum. Fleiri av okkara limum hava holla útbúgving og nógv ára royndir innan sløkki- og bjargingararbeiði og kundi teirra vitan tískil verið til stóra hjálp nú ein tilbúgvingarætlan verður gjørd fyri bæði tunnlar og alt Føroya land.

Eisini verður ført fram, at arbeitt verður fram ímóti, at øll útbúgving av sløkkiliðsfólki, skal fara fram í Tórshavn, eisini hetta er heilt burturvið. At Havnin hevur val at geva sínum sløkkiliðsfólki eina størri útbúgving enn vanligt í Føroyum, kunnu vit bert fegnast um. Okkara felag fer at bíða við spenningi til úrslitið av arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum, ið settur er at smíðja eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar. Tá tey eru liðug við sítt arbeiði, koma tey eisini at seta út í korti, hvussu ein framtíðar útbúgving fer at síggja ú

At enda, er bert at vóna, at vit fara at fáa eitt gott og mennandi samstarv við Brunaumsjón Landsins og Landsfelag Sløkkiliðsmanna, landi og kommunum til frama.


K. Jacobsen,

Føroyskir sløkkiliðsleiðarar