Til íslendsku meistararnar

Eftir at føroyskir fótbóltsleikarar í nøkur ár hava roynt seg í Íslandi, tykist tað nú vera hondbólturin, sum dregur føroyingar norðureftir

 

Í øllum førum røkist nú møguleiki fyri, at tvær av fremstu kvinnuligu hondbóltsleikarum okkara nú fáa høvi at royna seg íslendska meistaraliðnum, ÍBV.

Tað eru tær báðar, Anniku Ljósstein úr Stjørnuni og Gunnleyg Berg úr Neistanum, sum hava fingið í boði at royna seg hjá felagnum, og báðar hava tær tikið av tilboðnum.

Beint eftir døgurða í gjár, fríggjadagin, skuldu tær báðar fara við íslandsflogfarinum, og longu í gjárkvøldi stóð fyrsti dysturin á skránni, við tað at ÍBV í løtuni er á venjingarlegu í Íslandi. Eisini verður ein dystur í kvøld, áðrenn tær í morgin fara til Vestmannaeyjar at hyggja nærri at umstøðum felagsins.


Skjót avgerð

Hvussu stórur møguleikin er fyri einum verðandi uppihaldi, tykist ilt at meta um í løtuni, men í øllum førum vóru tær báðar hondbóltsgenturnar sera spentar, tá vit hóskvøldið skiftu orð við tær.

Gunnleyg greiðir frá, at fyrrverandi kyndilsleikarin, og núverandi tjaldursvenjarin, Jacob Jónsson, týskvøldið setti seg í samband við tær, og eftir at hava umhugsað støðuna, tók hon av tilboðnum.

Sum hon hevur skilt á lagnum, so koma teir báðir venjingardystirnir at gera av, hvørt tær fáa í boði at verða verandi í Íslandi. Gongst somikið væl, at hetta kemur upp á tal, verður talan allarhelst um eitt slag av hálvtíðar sáttmála, har talan verður um at arbeiða nakrar fáar tímar um dagin, meðan restin so verður nýtt til hvíld og venjing.

Júst hvussu støðið á Íslendskum kvinnuhondbólti er, dugdi Gunnleyg ikki at meta um, men sum hon hevur skilt á lagnum, kundi tey bestu føroysku liðini helst staðið seg í bestu deildini.


Serstakt høvi

Í mun til Gunnleyg, hevur Annika áður roynt at tikist við íslendsk kvinnulið. Hetta var undan kappingarársbyrjan í fjør, tá Stjørnan var á venjingarlegu í Íslandi.

Annika greiður frá, at tær tá royndu seg móti onkrum av oddaliðunum í Íslendsku kappingini, og hóast tær í fyrsta dystinum fingu av at vita, so hylnaðist venjingarlegan sum heild væl, og úrslitaliga gekst eisini á eini heilt góðari leið móti øðrum íslendskum liðum.

Hóast hon tykist sera spent um brádliga íkomna møguleikan í Íslandi, so leggur Annika afturat, at um talan verður um sáttmála, so er tað samstundis við sorgblídni, at hon sigur farvæl við liðfelagarnar í Stjørnuni.

Heldur enn fegin vil liðskiparin hjá klaksvíksgentunum sleppa at verja FM-heitið, sum liðið vann í fjør, men sum hon sigur, so er ikki vist, at eitt slíkt høvi býðst aftur. Hinvegin vísur hon tó eisini á, at enn er einki avgjørt, og verður hon vigað ov løtt av íslendingum, so verður sjálvandi aftur við Stjørnuni komandi kappingarár.

Umframt at hava roynt seg í Stjørnuni, hevur Annika eisini spælt í næstbestu donsku deildini. Tilvildin vil, at navnið á danska felagnum var »Stjernen«.