Útvapshøllin er væl betur egnað til tingsal enn tingsalurin í tinghúsinum.
Hetta heldur løgtingsformaðurin, Finnbogi Ísakson, og tað sama halda tey flestu av tingfólkunum.
? Higani fara vit ikki út aftur, segði okkurt av tingfólkunum í spølni úti á ganginum, tá fyrsti tingfundurin í útvarpshøllini varð hildin týsdagin.
Nógv rúmsáttari
Ein av fyrimununum við at brúka útvarpshøllina til tingsal heldur tingformaðurin vera, at hon er nógv rúmsáttari enn tingsalurin.
? Tað er gott pláss hjá tingfólkunum at sita í útvapshøllini, og av tí at plássið er so gott, verður heldur ikki so ring luft í útvarpshøllini, sum í tingsalinum, sigur Finnbogi Ísakson.
Eisini viðurskiftini uttan um útvarpshøllina heldur tingformaðurin vera ógvuliga góð. Hann vísir á, at gott pláss er hjá tingfólkum úti á gangunum, somuleiðis sum tingið eisini hevur fingið væl egnaða kaffistovu og fundarhøli, til taks frá útvarpinum.
Harafturat fegnast tingformaðurin um, at eingin gjóstur er í útvarpshøllini eins og í tingsalinum, tá vesturættin liggur trá.
? Viðurskiftini at halda tingfund í útvarpshøllini eru yvirhøvur nógv betur, sigur Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður.
Roksut at atkvøða
Av tí, at løgtingið bert fyribils skal halda til í útvarpshøllini, er elektróniska atkvøðuskipanin ikki flutt úr tingsalinum niðan í útvarpshøllina.
Tí mugu tingmenn reisa seg fyri at gera vart við, um teir eru fyri, ímóti ella atkvøða blankt fyri einum uppskoti.
? Hetta ger atkvøðugreiðsluna meira roksuta, ger Finnbogi Ísakson vart við.
Meðan tingfólk í tingsalinum við at trýsta á ein knøtt kunnu gera greitt, um tey eru fyri, ímóti ella atkvøða blankt fyri einum uppskoti, mugu tingfólk í útvarpshøllini reisa seg tríggjar ferðir, áðrenn hetta er greitt.
Tingformaðurin má spyrja tingfólkini um tey eru fyri uppskotinum, og síðani skulu tey, sum eru fyri, reisa seg. Tað sama er galdandi fyri tey, sum atkøða blankt ella ímóti.
Fíggjarlógin fyri í útvarpinum
Arbeiðið at byggja um tinghúsið gongur sum ætlað, og skal tað vera liðugt um mánaðarskiftið.
Men tað er ikki vist, at húsið verður heilt klárt áðrenn fíggjarlógaruppskotið skal viðgerast.
Tí er møguleiki fyri, at fíggjarlógin fyri ár 2001 verður viðgjørd í útvarpshøllini og tískil verður ein søgulig fíggjarlóg.
Tingfundurin týsdagin var eisini ein søguligur tingfundur. Hetta var fyrsta ferðin í 300 ár, at tingfundur varð hildin uttan fyri tingsalin.