Heilsan frá víkingunum

Heima á Sandi hava fornfrøðingar funnið eitt spenni av sama slagi, sum funnin eru í víkingabústøðum í Norðurnoreg og Íslandi


Heima á Sandi: Ein ábending um víkingabúseting á Sandi er komin undan kavi í útgrevstrinum á Junkarsfløtti. Eitt sermerkt spenni er millum lutirnar, funnir eru.

Á Føroya Fornminnissavni í Hoyvík sita tey í hesum døgum og reinsa ein spennandi lut, funnin er Heima á Sandi. Eitt runt spenni, sum er hægst á miðuni framman og holað eitt sindur aftan. Tað endar við einum tøppi og hevur vatnrætt nálfesti við eyga. Einki er fest í eygað á hesum spenninum, men onnur líknandi spenni, sum funnin eru aðrastaðni, hava ketu hangandi í, har ymsir pýðislutir eru festir í, sigur Símun Arge, fornfrøðingur.

Símun Arge sigur, at hann veit ikki heilt vist enn, hvussu hetta skal tulkast. Hetta spennið er av serligum slag, sum lítið er kent í sunnara parti av Skandinavia. Men hinvegin eru tey funnin í Norðurnoreg og eisini í Íslandi.

Hetta bendir á, sigur hann, at meira samband kann hava verið fyri norðan, enn higartil kanska er hildið. Eisini hjá føroyingum. Vit hava vanliga hildið, at okkara handilssamband hevur verið her á Vesturlandinum í Noreg og syðri. Men kanska hevur tað kortini verið soleiðis, at føroyingar hava verið við í tí samskifti, sum hevur verið millum Ísland og Norðurnoreg.

Mynstrið í spenninum, sum nú er funnið Heima á Sandi, er greitt eysturlendskt, sigur Símun Arge, fornfrøðingur. Baltiskt, russiskt ella kanska finskt/samiskt. Heilt óhugsandi er avgjørt ikki, at samband hevur verið millum norðbúgvarnar har norðuri og samar og finnar.

Tað er, sum sagt, í nýggja útgrevstrinum Heima á Sandi, at hetta spennið er funnið. Grivið er í tveimum støðum í bakkanum Heima á Sandi í summar. Tað var soleiðis, at bakkin var farin at loypa í turkinum, sum var í summar. Okkurt forvitnisligt kom undan, og Fornminnissavnið gjørdi av at kanna, hvat hetta var.

Undir Høgnamørk varð komið fram á toftir, sum enn ikki eru endaliga kannaðar og staðfestar.

Eisini á Junkarsføtti var okkurt forvitnisligt at síggja. Har varð eitt beni lagt opið, og fláirnar kannaðar einar fýra metrar niður. Funnir vórðu nógvir væl varðveittir lutir. Eitt nú ein rúgva av djóra- fugla- og fiskabeinum.

-Og so høvdu vit eisini tað ótrúliga hepni, sum eisini skal til, tá vit funnu hetta spennið, sigur Símun Arge.

Tað gevur eina rættiliga góða ábending á, at her hevur veruliga verið mannabústaður helst longu í víkingaøld.