Skarvurin

So komu vit aftur til september, tá ið loyvt er at skjóta skarv. So er tað: »er nakað eftir av skarvi at skjóta«.

Skarvurin fór at minka í stórum, tá ið loyvt varð at skjóta skarv á sinni. Ikki varð tilskilað, hvønn hátt, hann skuldi verða veiddur. Og fylgjan var og er, at hann verður skotin frá speedbátum inn á, ella við skarvaurðarnar. Ella lagt verður í flokkin púra fyrilitsleyst. Alt verður skotið, gamalt sum ungt. Fylgjan er eftir hesi mongu ár, at skarvastovnurin er skræddur upp. Aldur og kynsbýtið er avlagað í tí sindrið sum er eftir av honum. Og fer hann sum frá líður at hvørva úr føroysku fuglafaunauni.

Vit hava eina hampuliga fuglaveiðilóg, har loyvt verður at veiða ávísar aldursbólkar til tær ymsu árstíðirnar. Og lomviga og álku á vetri.

Tað er eitt virðismikið náttúrutilfeingi, sum má røktast væl og virðiliga.

Hetta er í lagi, at loyvt verður at veiða avlopið av einum stovni.

Men skarvurin verður ikki veiddur sum tað sømir seg eina mentaða tjóð. Hann verður fyribeindur, við tí veiðihátti sum loyvt verður.

Hetta at hann er minkaður nógv, vita sjálvandi allir teir sum skjóta. Tað byrjaði við at bátur kundi fáa einar 200 skarvar. Hvat fáa teir nú?

Tað er løgið at teir sum skjóta skarv og síggja at hann bara minkar, ikki sjálvir gera vart við tað, at skarvurin ikki tolir slíka veiðu.

Skarvurin er friðleysur og hevur ongan góðan. Og verður fyribeindur við myndugleikana vælsignilsi. Hetta er heilt óvanligt í øllum mentaðum londum. Her eru Føroyar eindømi.

Í Íslandi, Noregi, Hetlandi, Skotlandi ýðir av skarvi og hiplingi. Hiplingurin varð fyribeindur. Nú eigur skarvurin tørn.

Táið ein fuglastovnur er komin niður á eitt vist, er ivasamt, um hann kann koma fyri seg av egnum ávum. Sum t.d. skarvurin, sum er føroyskur burturav, og má verða lítið blandaður við annan skarv, um yvirhøvur nakað.

Nú er bara eitt at gera, og tað er at friða skarvin burtur av. Tíverri er onki annað at gera.

Hetta ið gjørt er móti skarvinum, er brot á allar etiskar og moralskar reglur og er tjóðini til lítlan sóma. Eisini í altjóða høpi.


Erik Mortensen