Edvard Joensen
Viðareiði: Hampiliga væl av fólki hevur vitjað Hotel Norð í summar. Tó mest fólk, sum komin eru framvið og hava stokkið inn á gólvið at fáa sær ein bita. Gistingarnar kundu væl verið fleiri.
Tað skal nógv arbeiði til at fáa eitt hotel í útjaðaranum í Føroyum at bera til, sigur Elisabeth Nybo, sum í summar hevur leigað og rikið Hotel Norð á Viðareiði.
- Um ein ikki hevur hjartað við og arbeiðir einar 18 tímar um samdøgurði, ber tað ikki til, eru hennara royndir frá fyrsta summarinum, hon hevur rikið hotel.
Hinvegin ásannar hon, at marknaðarføringin hevur heldur ikki verið so góð, sum ynskiligt átti at verið. Hon kom seint upp í hetta, sigur hon, og flestu lýsingarbóklingar og tílíkt vóru longu farin á marknaðin. Men tað ætlar hon at bøta um til komandi ár, um hon heldur fram, væl at merkja.
Og ikki hevur hon heilt mist hugin kortini, sigur hon, uttan tó at siga heilt greitt, at hon fer undir at reka hotellið eitt ár aftrat.
Tað, hotellið hevur livað av í summar, eru einstaklingar og bólkar, sum eru komin at fáa sær ein bita ella skipa fyri ymsum tiltøkum. Sjálv byrjaði hon summarið við eini mótasýning í vár, har høvið eisini var at fáa ein bita, umframt at dansað varð út á náttina.
Slíkum tiltøkum hevur hon hug at skipa fyri eisini í heyst og vetur, sigur hon. Eitt nú fer hon at skipa fyri jólaborðhaldum, tá tann tíð kemur. Elisabeth Nybo sigur, at jólaborðhaldini á Hotel Norð fara at verða rímiliga tíðliga í ár. Um mánaðarskiftið november-december. Trý verða tey í alt, sigur hon.
Eisini eru onnur tiltøk, sum hildin verða á hotellinum. Brúdleyp sjálvandi og kanska onkur føðingardagur. Sum konkret dømi nevnir hon, at Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur bílagt hotellið til eitthvørt tiltak fyri leikarum, tá landskappingarnar eru endaðar. Og soleiðis eru møguleikarnir fleiri.
Eisini ber til bara at biða um mat av hotellinum. Elisabeth Nybo er útbúgvin kokkur, so tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki at fingið ein búff soleiðis av og á. Tað er bara at siga frá, nær og hvussu nógv koma, so kann tað gerast, sigur hon.
Skeiðvirksemi er eisini eitt, hon ætlar at satsa upp á, nú hotellið ikki er opið dagliga í vetur. Sengurnar standa kortini har, og hølini eru til taks. Bæði til størri skeið og til eini tvey smærri. Gistingarmøguleikar eru fyri 30 fólkum. Og skuldi staðið á, verða summarhús leigað á Viðareiði, soleiðis at øll sleppa undir tak, sigur Elisabeth Nybo.
Hóast hotellið er stongt, er tað ikki meira lukkað enn so, at opið er eftir avtalu. Er onkur, sum fegin vil gista eitt vikuskifti, ella bara eina nátt, á Hotel Norð, er bara at ringja til hotellið. Umstilling er til fartelefonina hjá vertinum, um eingin er á sjálvum hotellinum ta løtuna, ringt verður.
Umframt er kiosk á hotellinum, har tað um vikuskiftini ber til at keypa grillmat. Tað vil siga fríggjakvøld og leygarkvøld. Grillmaturin, sum biðið verður um í kioskini, verður so gjørdur í køkinum á hotellinum.
Gistingarnar hava, sum sagt, verið ov fáar á Hotel Norð í summar. Elisabeth Nybo sigur, at tey flestu, sum gist hava, hava verið norðmenn.
At so er, grundar hon á, at hon luttók í eini norskari sjónvarpssending, sum eisini varð víst í SvF fyrr í ár, har hon borðreiddi við lunda. Tað er eingin ivi um, heldur hon, at tann reklaman, hendan sjónvarpssendingin hevur gjørt í Noreg, hevur fingið norðmenninar at biða um at sleppa á Hotel Norð, tá tey eru komin til Føroya í summar.
»Og tey vildu øll smakka lunda«, leggur Elisabeth Nybo, leiðari á Hotel Norð á viðareiði, aftrat.