varð, at hetta var ein "hypotetiskur spurningur", ið hann ikki vildi svara. Júst tað sama segði hann, tá hann varð spurdur um hetta í grønlendskum høpi. Seinastu hendingarnar í samband við Thule í Grønlandi [...] hava nevnliga í dag rætt til at umboða seg sjálvar í altjóða høpi. Løgfrøðisliga er ongin forðing fyri sjálvstøðugari føroyskari umboðan í uttanríkismálum - forðingin er politisk. Heldur enn at økja um sjálvstýrið [...] Grønlandi geva illgruna um, at tá danski forsætismálaráðharrin nevnir nakað ein "hypotetiskan spurning", er nógv sum bendir á, at hetta merkir, at spurningurin ikki er viðkomandi, tí eru føroyingar, grønlendingar
tá hann ikki longur sleppur at seta dagsskránna í almenna kjakinum. Ikki kann sigast, at viðmerkingin, um at hava dummað seg, er tann mest búni mátin at viðmerkja eina veljarakanning, ið ikki er, sum ein [...] herðaklapp í seinastu veljarakanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Útvarpið við tað, at hon stendur til at økja meirilutan frá 21 tinglimum til 23. Hetta merkir, at tann einasti stóri flokkurin, ið ikki er í [...] okkara vón, at samstarvsvilji fer at vinna á firtni og gangi, soleiðis at tíðin frá Heimastýrislógini til 1974 ikki fer at endurtaka seg, har Tjóðveldisflokkurin við einum einstøkum undantaki sat í andstøðu
Hans Inge Fagervik, fegnast hann um at hoyra úr Føroyum og at fáa boðini um, at sangurin enn klárar seg væl. Han hevur nevnt hetta í norskum miðlum, sum halda hetta vera áhugavert. Men so gerst hann á [...] við á listanum í sendingini 15 tær Bestu í Útvarpinum. Og tað hevur sangurin gjørt í 13 vikur nú. Í løtuni er hann nummar fimm. Kim Hansen sang føroysku útgávna av sanginum og var hetta eitt tað fyrsta [...] júst borið tey boð, at norska løgreglan havur lagt hald á størstu last av rúsevnum nakrantíð. Og hetta eru ikki góð tíðindini hjá einum, ið hvønn dag ger sítt fyri, at ungfólk ikki skulu falla til rúsmisnýtslu
m. Men hann vísir á, at sá, at hetta ikki var nakað fyri hann. Tó dylur hann ikki fyri, at hann altíð hevur verið sjálvsstýrissinnaður, og at hann mangan frá floksfeløgum sínum í Javnaðarflokkinum hevur [...] vinna og ikki ber til við vissu at siga, at olja finst í føroysku undirgrundini. Heldur ikki heldur hann tað bera til at vita, hvussu leingi til ber at liva av einari møguligari oljuvinnu, tí ikki bert til [...] meiningar um politikkin, førdur verður í Føroyum í dag. Og tá Sosialurin spyr hann, um tað er hugsandi, at hann fer at stilla upp til næsta val, svarar hann, at hetta er nakað, sum lokalfelagið á Sandoynni
og eg haldi, at hetta líkist ongum. Tí vórðu vit noyddir at seta lýsingina í. Nú er so bara at vóna, at hon verður fylgd. Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum sigur, at um lýsingin ikki verður fylgd [...] aftaná. Hetta kann í ringasta føri hava við sær, at viðkomandi verður koyrdur úr felagnum. Tað er ikki kravt at vera limur í Skipara- og Navigatørfelagnum, men felagið kann nokta limum sínum at arbeiða [...] Grundin til, at vit settu lýsingina í útvarpið var, at eg hevði hoyrt, at limir hjá okkum sigldu við ferðafólki, sigur Ellindur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum. ? Hetta er sjálvandi
Kommunan hevur í lóggávu fingið heimild til at byggja ellis- og røktarheim, um landsstýrið góðkennir verkætlanina og játtar rakstur til heimini. Hetta merkir ikki, at kommunurnar hava ábyrgd av, at fólk, ið [...] eldrarøktarøkinum. At kommunurnar í alt størri mun hava átikið sær alt fleiri uppgávur á eldraøkinum, tí landið ikki røkir sína skyldu, gevur ikki kommununum hesa skyldu, men er bert úrslit av, at kommunurnar [...] borgarum og tí ikki kunnu lata standa til. Her eru kommunurnar ikki øðrvísi fyri enn landssjúkrahúsið, sum eftir øllum at døma eisini hongur uppá eina uppgávu, sum stovnurin í veruleikanum ikki eigur. Niðurstøðan
royna vit ikki í fyrstu syftu at fáa okkara egnu heim aftur. Her átti at verið sett fokus á hetta, hví føroyingar ikki koma heim aftur. ? Lat okkum spyrja føroyingar í Danmark, hví tey ikki koma heim aftur [...] segði, at loysunarorðið er ikki altíð útlendingar. Hann helt, eins og Bergtóra, at vit fyrst eiga at royna at fáa føroysku heilsustarvsfólkini í útlandinum heim aftur. Kári á Rógvi helt, at vit eiga at leggja [...] undraðist á alt hetta nógva tosið um, at okkum vanta alt ov nógvar hendur í heilsuverkinum. Í Singapore verður arbeiðsmegi tikin inn eftir tørvi, og tí vildi hann vita, hví hetta ikki ber til í Føroyum Bill
væl, men tey høvdu vónað, at fleiri komu til tiltakið. - Kanska var hetta ikki tað besta kvøldið til eitt slíkt tiltak. Í fyrsta lagi var landsdystur í fótbólti sýndur í SvF hetta kvøldið, og haraftrat legði [...] hjálpir Dánjal leggur dent á, at feløgini í Føroyum gera ikki mannamun, tá ið hjálpin verður býtt út í Ísrael. - Vit fara at hjálpa øllum, sum tørva hjálp og fara ikki at gera mun á, um talan er um jødar [...] peningaliga hjálp við at seta pening á konto, sum er stovnað í Føroya Banka, Føroya Sparikassa og á postgiro. - Vit vita fullvæl, at neyðin er stór nógvastaðni í heiminum, og vit ynskja ikki at taka nakað frá
er einki at ivast í, at hetta nú er lagt aftur um bak. Eftir dystin móti vágamonnum mikukvøldið var Andrew enn einaferð maðurin í fokus, tó at hann kanska ikki sjálvur tóktist so greiður um hetta, tá vit [...] somikið væl í løtuni: - Hatta var sjálvandi ein deiligur dystur hjá mær, men eg dugi ikki at siga, hví tað gongur so væl júst nú. Kanska hongur tað saman við, at sjálvsálitið er í lagi. Ikki bert talent [...] talent Er hetta samstundis eitt tekin um, at tú ert um at blíva meira enn bara eitt talent, ella hvussu? - Tað hopi eg í hvussu so er at sleppa av við nú. Tað er eisini neyðugt hjá mær at vísa nakað nú, tí
spæla í Danmark. – Hetta er í mínari verð ótrúliga langt úti og óhoyrt, tí tá tað ikki er nóg gott at vera føroyameistari, dugi eg ikki við mínum besta vilja at síggja logikkin í úttøkuni. Í øllum ítrót [...] eg var blivin handilsleiðari og hevði ikki stundir at spæla júst tá. Tað skýmir eisini so tíðliga tá, at hevur tú eitt vanligt arbeiði, ber slett ikki til at spæla í november. Ójavnar treytir Síðani hevur [...] bara tí onkur annar hevur ein dreym um at sleppa út at kappast, sjálvt um hann ikki er nóg góður til tað. Síðani alt hetta er hent, er Ragnar givin at spæla í Føroyum, tí álitið á tey, sum skipa fyri