Ikki nóg gott at vera føroyameistari í golf

Ragnar Isaksen, sum var ein av trimum føroyskum golfspælarum á Oyggjaleikunum á Rhodos, verður ikki at síggja á Álandi í summar. Hóast hann bæði er føroyameistari og hevur vunnið stóru Tórshavn Open-kappingina, kennir hann seg settan til síðis

GOLF

 

Í flestu ítróttargreinum er føroyameistarin vanliga hann, ið verður hildin at vera tann besti og dugnaligasti, og hevur hann haraftrat vunnið aðrar kappingar, er vanliga eingin sum helst ivi um tað. Men soleiðis er ikki í golf, nú úttøkan til Oyggjaleikirnar á Álandi í summar er gjørd.

Ragnar Isaksen, sum bæði er føroyameistari og hevur vunnið stóru Tórshavn Open-kappingina, ið gongur yvir tríggjar dagar, er ikki tikin út, og sostatt verður hann ikki við á Álandi. Hann var annars ein av trimum føroyskum golfspælarum, sum vóru við til Oyggjaleikirnar á Rhodos í 2007.

– Soleiðis sum reglurnar vóru, skuldi eg sjálvandi verið millum spælararnar, sum fór til Álands í summar, tí eg havi snøgt sagt verið tann besti av teimum, sum hava spælt í Føroyum, sigur Ragnar, ið vísir á, at eftir kappingina um føroyameistaraheitið og Tórshavn Open-kappingina komu aðrar reglur.

– Nú var kravið, at tú skuldi lata trý skorikort inn í november mánaði, og síðani var úttøkan gjørd eftir teimum úrslitunum. Men eg gjørdi beinanvegin vart við, at júst í november kundi eg slett ikki vera við, tí eg var blivin handilsleiðari og hevði ikki stundir at spæla júst tá. Tað skýmir eisini so tíðliga tá, at hevur tú eitt vanligt arbeiði, ber slett ikki til at spæla í november.

 

Ójavnar treytir

Síðani hevur ein av hinum úttiknu spælarunum sjálvur fortalt Ragnari, at hann var tikin út, grundað á skorikort frá august og september, tí hann heldur ikki hevði stundir at spæla í november. – Um eg kundi gjørt tað sama, so hevði eg uppaftur meira sannførandi sloppið við, tí júst í august og september spældi eg tvær ferðir við 81 sløgum, sum er met, sigur Ragnar Isaksen.

Hóast Ragnar hevði bestu kappingarúrslitini at vísa á og enntá hevur sett tvey met, slapp hann ikki upp í part, og eru teir báðir, sum annars hava ligið niðan fyri hann í kappingunum, Oskar Eiriksson og Janus Norðberg, úttiknir í staðin, umframt Róa H. Christiansen og Jónfinn Thomassen, sum búgva og spæla í Danmark.

– Hetta er í mínari verð ótrúliga langt úti og óhoyrt, tí tá tað ikki er nóg gott at vera føroyameistari, dugi eg ikki við mínum besta vilja at síggja logikkin í úttøkuni. Í øllum ítróttargreinum eru tað tey bestu kappingarúrslitini og meistaraheitini, ið telja mest, tá bestu spælararnir skulu finnast, sigur Ragnar Isaksen.

– Um nakar skal takast fram um meg til eina so stóra kapping sum Oyggjaleikirnar, so má tað vælsaktans vera onkur, sum veruliga hevur verið betri enn eg. Soleiðis er tað bara ikki, og tá farið verður afturumaftur at tillaga reglurnar, so tær koma veikari spælarum til góðar, heldur enn at stimbra teir bestu, er lítið vert at kappast.

 

Meiningsleyst

Tá Ragnar var úttikin til Oyggjaleikirnar á Rhodos, gjørdist hann bæði bilsin og fegin, men tá hann fann útav, at hann – eftir framgongd og sigrar í størstu kappingunum – ikki slapp við til Álands kortini, gjørdist hann minst líka bilsin og haraftrat sera vónbrotin.

– At nakrir spælarar verða úttiknir, bara so teir skulu fáa ein seinasta kjans at vera við í einari kapping, sjálvt um onkur annar yngri er betri enn teir, er hvørki gott ella mennandi fyri golfspælið í Føroyum, staðfestir Ragnar.

– Tú kennir teg sum rukku, tá brúkar nógva tíð upp á golf, men kortini verður settur til viks, bara tí onkur annar hevur ein dreym um at sleppa út at kappast, sjálvt um hann ikki er nóg góður til tað.

Síðani alt hetta er hent, er Ragnar givin at spæla í Føroyum, tí álitið á tey, sum skipa fyri, er fullkomuliga fokið. Hann hevur tó góðar møguleikar at spæla, tá hann er niðri, og tað ger hann so ofta, sum tað ber honum til.