Stuðul
Seinasta leygarkvøld skipaðu feløgini, Vinur Ísraels og Ísraelsfelagið, fyri stuðulskonsert í Læraraskúlahøllini til frama fyri barnafamiljur, ið hava mist sín forsyrgjara og fátæk í Ísrael.
Dánjal Poulsen, formaður í felagnum, Vinur Ísraels og Svenning av Lofti, formaður í Ísraelsfelagnum, søgdu nøkur orð um tiltakið og um viðurskiftini í Ísrael.
Á stuðulskonsertini sang Havnarkórið, Anna D. Háberg og Gunnar Mikkelsen, sum er kendur frá tiltakinum, "Stjerne for en aften".
Dánjal sigur, at framførslan í Læraraskúlahøllini eydnaðist væl, men tey høvdu vónað, at fleiri komu til tiltakið.
- Kanska var hetta ikki tað besta kvøldið til eitt slíkt tiltak. Í fyrsta lagi var landsdystur í fótbólti sýndur í SvF hetta kvøldið, og haraftrat legði stór grind beinini í Sandágerði. Dysturin var liðugur, tá ið tiltakið byrjaði, men hetta kann kortini hava havt sína ávirkan, sigur hann.
Ófriður og ótryggleiki
Dánjal sigur, at fíggjarliga støðan í Ísrael er sera vánalig. Ófriður og ótryggleiki hava kostað mongum arbeiðsplássini. Aftrat hesum koma stóru útreiðslurnar av skaðum, bæði materiellum og persónligum, ið standast av teimum mongu yvirgangsatsóknunum, ið hava verið seinastu árini.
- Meira enn eitt túsund ósek og tilvildarlig menniskju hava lætið lív, og mong eru skadd fyri lívstíð.
Hann vísir á, at peningurin, sum kemur inn við innsavningini, fer óskerdur til at hjálpa familjum, ið hava mist forsyrgjara ? og til mat og klæði til fátøk á gøtuni.
Umframt stuðulskonsertina, kunnu fólk veita peningaliga hjálp við at seta pening á konto, sum er stovnað í Føroya Banka, Føroya Sparikassa og á postgiro.
- Vit vita fullvæl, at neyðin er stór nógvastaðni í heiminum, og vit ynskja ikki at taka nakað frá nøkrum øðrum.
Dánjal sigur, at hjálpin, sum kemur úr Føroyum, verður ikki avmarkað til bert at fevna um jødar, tí feløgini ynskja ikki at gera mannamun.
- Vit heita tí inniliga á landsmenn okkara um at taka undir við hesi innsavning. Tað kann tykjast sum um, at hetta ikki ger nakran mun, men sum sagt verður, "mangir løkir smáir gera stórar áir" ? og ein hjálpandi hond er altíð kærkomin.
Hann sigur, at í samstarvi við fólk, sum Vinur Ísraels og Ísraelsfelagið kenna og hava álit á í Ísrael hava tey tryggjað sær, at peningurin kemur óskerdur í rættar hendur.
- Ísrael hevur nógvar vinir, men landið hevur so sanniliga eisini nógvar óvinir, sigur Dánjal.
Innsavningin hjá Vinur Ísraels og Ísraelsfelagnum varar allan hendan mánaðin aftrat.
Trygdarhegnið hjálpir
Dánjal leggur dent á, at feløgini í Føroyum gera ikki mannamun, tá ið hjálpin verður býtt út í Ísrael.
- Vit fara at hjálpa øllum, sum tørva hjálp og fara ikki at gera mun á, um talan er um jødar ella onnur fólkasløg.
Hann vísir á, at á sjúkrahúsunum í Ísrael fáa øll somu hjálp; har verður heldur ikki gjørdur munur á fólkasløgum.
Trygdarhegnið, sum Ísrael hevur sett upp og vaktarhaldið móti yvirgangi, hava sambært Dánjali hjálpt ógvuliga væl ímóti yvirgangsatsóknum í Ísrael.
- Eg havi skilt, at hesi tiltøk hava steðgað eini 95% av øllum ætlaðum atsóknum móti ósekum menniskjum.
Hann vísir á, at einki land og einki fólk kann liva við, at bussar við ósekum fólkum verða sprongdir í luftina.
- Tað eru fýra ár, síðan hesar atsóknir byrjaðu, men seinasta árið er talið nógv minkað - takkað verið í fyrsta lagi trygdarhegninum og neyvum vaktarhaldi. Ein minni part av æruni fyri fækkaðu atsóknirnar eigur tann vælsignaði múrurin, sigur Dánjal.
Hann sigur, at hegnið er radiostýrt á tann hátt, at bara tú nertir við hegnið, koma vaktarmenn beinanvegin og kanna eftir, hvat er á vási.
- Tað kostar teimum óseku í bíðitíð, at bilar og fólk verða kannaði til tess at finna fram til, hvørji yvirgangsfólkini eru ? og tað er spell. Hetta kann samanberast við, at fólk, sum ferðast um lufthavnir, verða kannaði. Hetta gongur eisini ganga út yvir tey óseku.
Dánjal Poulsen sigur, at eingin vil verða raktur av yvirgangi ? hvørki á landi ella í luftini, og tí má eftirlitið taka ta tíð, tað tekur.
- Spurningurin er, hvørjir aðrir møguleikar eru, um ófriðurin skal basast og tryggleiki aftur skal valda, sigur hann.










