Fullveldisætlan í leysari luft

Javnaðarmaðurin við sjálvstýrishugsjónum, Jógvan Adolf Johannessen, heldur lítið um fullveldisætlanir landsstýrissins. Hann heldur tær vera lítið ítøkiliga og at hanga í leysari luft. Jógvan Adolf er spentur til landsfund Javnaðarfloksins um vikuskiftið, sum fyri fyrstu ferð verður hildin á Sandoynni

Ikki munnu tað einans vera javnaðarfólk, ið eru spent til landsfund Javnaðarfloksins, sum verður hildin í Skopun um vikuskiftið. Á landsfundinum er væntandi, at flokkurin fer at koma við sínum fyrstu viðmerkingum til Hvítubók.

Jógvan Adolf Johannessen, fyrrverandi tingmaður Javnaðarfloksins úr Sandoynni, ætlar sær, eins og mong onnur á landsfund. Hann hevur sínar greiðu meiningar um Hvítubók, ið hann væntar fer at verða nógv umrødd á landsfundinum.


Bílagt verk

? Eg haldi ikki fullveldisætlanina hjá landsstýrinum vera serliga neyva. Talan er um ov nógv mál, ið hanga í leysari luft, og tí haldi eg, at tað ber til at siga, at ætlanin hongur í leysari luft.

Hvítubók hevur Jógvan Adolf ikki serliga stórt álit á. Hann sigur seg vit væl, at tað eru væl útbúgvin embætisfólk, ið hava evnað bókina til, men hann vísir á, at talan er um eitt bílagt verk, og hóast embætisfólkini hava aðrar metingar enn landsstýrið, er ógvuliga torført at muta ímóti, og tískil er Hvítabók eftir hansara tykki lagað eftir hugsjónum landsstýrissins.

Jógvan Adolf Johannessen vísir á, at fullveldissinnaða landsstýrið als ikki hugsar um, at umsitingin fer at verða nógvar ferðir dýrari, um vit fáa sjálvstýri. Hann vísir á, at vit tá fáa hópin av útreiðslum orsakað av ymiskum uttanlandstænastum, ið vit als ikki hava í verandi ríkisrættarligu støðu.

? Eg haldi, at alt ov lítið verður hugsað um ymiskar beinleiðis vansar víðvíkjandi Føroyum sum sjálvstøðugari tjóð. fólk ynskja bert at fáa fullveldi fyri einhvønn prís, og eftir mínum tykki er hetta politikkur í leysari luft, sigur ein avgjørdur Jógvan Adolf Johannessen.


Tjóðveldismaður á ungum árum

Jógvan Adolf Johannessen sigur, at hann í sínum heilt ungu døgum fjeppaðist eitt sindur uppií Tjóðveldisflokkinum. Men hann vísir á, at sá, at hetta ikki var nakað fyri hann. Tó dylur hann ikki fyri, at hann altíð hevur verið sjálvsstýrissinnaður, og at hann mangan frá floksfeløgum sínum í Javnaðarflokkinum hevur fingið skotið í skógvarnar, at hann hellir ov nógv á loysingarbógvin.

Men Jógvan Adolf Johannessen vissar um, at hann altíð hevur verið Javnaðarmaður burturav, hóast hann kanska hevur verið eitt sindur meira sjálvsstýrissinnaður enn mong onnur í flokkinum. Hann greiðir frá, at hann fyrstu ferð var á vali í 1962 sum 26 ára gamal. Tá skuldi tú vera 21 ár fyri at fáa valrætt. Hesa fyrstu ferðina Jógvan Adolf Johannessen var á vali, valdi hann Javnaðarflokkin, og tað hevur hann gjørt síðani. Og áhugi hansara fyri politikki hevur verið ógvuliga stórur síðani tá.

Á valinum í 1988 varð Jógvan Adolf fyri fyrstu ferð valdur á ting, og sjálvsagt var hetta fyri Javnaðarflokkin. Har varð hann sitandi í tíggju ár, til hann við seinasta val ikki fekk tingsess, hóast hann var nummar fýra á listanum yvir valevni við flestum persónligum atkvøðum, um roknað verður í prosentum samanborið við onnur valdømi.


Eldhugaður

Hóast Jógvan Adolf Johannessen nú er vorðin 63 ára gamal, er hann enn ógvuliga eldhugaður í politikki. Hann hevur sínar greiðu meiningar um politikkin, førdur verður í Føroyum í dag. Og tá Sosialurin spyr hann, um tað er hugsandi, at hann fer at stilla upp til næsta val, svarar hann, at hetta er nakað, sum lokalfelagið á Sandoynni má avgera, men verður hann biðin um at stilla upp, so ger hann tað, um hann hevur lív og heilsuna.

Jógvan Adolf er ikki bangin fyri at leggja fingrarnar ímillum, tá hann verður spurdur um ymisk politisk viðurskifti. Og eftirsum Tjóðveldisflokkurin er nógv frammi í løtuni orsakað av fullveldisætlanum og Hvítubók, er hann ikki bangin fyri at siga sína hugsan um hendan flokk og samgonguna annars. Hann vendir aftur til valið í 1962 og greiðir frá um atburðin hjá Tjóðveldisflokkinum:

? Eftir valið 8. mars í 1962 fingu vit eitt landstýri við Javnaðarflokkinum á odda. Tað var tá vit fingu fólkapensjónina ígjøgnum. Sjálvsagt var mótstøðan frá Fólkaflokkinum hørð, men sanniliga var Tjóðveldisflokkurin eisini ógvuliga hart ímóti at fáa eina fólkapensjónsskipan. Tjóðveldisfólk søgdu nevniliga, at hetta fór at seinka loysingini fleiri ár.

Tískil heldur Jógvan Adolf Johannessen ikki, at Tjóðveldisflokkurin er serliga sosialistiskur, eins og hann sigur seg vera. Hann vísir á, at einasti politikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum er at fáa loysing, og er hesin flokkur als ikki sinnaður at hjálpa tí »veika«, eins og hann sigur seg gera. Jógvan Adolf skundar sær at viðmerkja, at honum als ikki dámar at nýta orðið veikur, um arbeiðaran, tí í hansara eygum er hesin nógv hægri í metum enn til dømis embætisfólk í landsstýrinum og onnur.

Jógvan Adolf Johannessen heldur tað sama vera galdandi fyri Tjóðveldisflokkin í dag, sum í 1962. Flokkurin setir alt til viks fyri loysingarpolitikkinum. Harafturat heldur Jógvan Adolf tað vera løgi, at Tjóðveldisflokkurin hevur tveir ráðharrar, ið næstan ongar atkvøður fingu við valið. Her hugsar hann um fíggjarmálaráðharran og oljumálaráðharran. Eisini vísir hann á vinnumálaráðharran, ið er lopin frá flokki til flokk.

Eisini Sjálvsstýrisflokkurin fær av at vita frá Jógvani Adolf Johannessen. Hann sigur, at eftir hansara tykki er Sjálvstýrisflokkurin at meta sum ein skaploysingur, ið ongan politiskan lit hevur, men sum bert lagar seg eftir tí politikki, flokkarnir hann er í samgongu við, føra. Sjálvsstýrisflokkurin hevur eftir hansara tykki als onga stevnu, og kann bert metast sum ein kleppur í føroyskum politikki.


Sjálvstýri innan ríkið

? Hóast eg altíð havi verið rættuliga sjálvsstýrissinnaður, merkir hetta ikki, at eg haldi, at vit skulu loysa. Eg haldi tað bera væl til at finna fram til eina loysn innan ríkisfelagsskapin, ið inniber sjálvstýri við ríkisfelagsskapi við Danmark, sigur hann og vísir á Bretska kongaríkið, ið fevnir um fleiri sjálvstøðug lond.

? Eg haldi, at limirnir í Tjóðveldisflokkinum líða undir ávísum undirlutakenslum mótvegis dønum. Tí ynskja hesi fólk fullkomna loysing frá Danmark og einki annað, sigur Jógvan Adolf Johannessen og leggur afturat, at slíkar kenslur aldri hava bygst honum í barmi.


Svikaligar vinnur

Javnaðarmaðurin úr Sandoynni vísir á, at í løtuni byggir samgongan fullveldispolitikkin á góðar tíðir. Hetta heldur hann ikki kann bera til, tí fiskivinnan er ein ógvuliga svikalig vinna og ikki ber til við vissu at siga, at olja finst í føroysku undirgrundini. Heldur ikki heldur hann tað bera til at vita, hvussu leingi til ber at liva av einari møguligari oljuvinnu, tí ikki bert til at vita, hvussu nógv olja er í føroysku undirgrundini, um nøkur er.

? Eg tað eisini vera ógvuliga løgi, tá landsstýrið rósar sær av, at tað hevur gingist føroyska samfelagnum so væl seinastu árini. Metfiskiskapurin og høgu prísirnir eru Várharra fyri at takka og ikki landsstýrinum. Og tá hugsað verður um, hvussu góður fiskiskapurin hevur verið og hvussu góðir prísirnir hava verið, so hava vit fingið alt ov lítið burturúr.

? Hóast vit ansa eftir ikki at føra ovurfiskiskap, ið førir til oyðing av fiskastovnunum, kann væl henda, at fiskurin brádliga hvørvur. Tað er heilt vist, at eingin ovurfiskiskapur fór fram tá menn fiskaðu við ongli og steini, men hóast hetta, so hvarv fiskurin summi ár, sigur Jógvan Adolf Johannessen og vísir á, at havstreymur og hiti hevur nógv at siga, um nakar fiskur er við Føroyar ella ikki.

Jógvan Adolf Johannessen vónar tískil, at føroyingar taka annað skinn um bak og fara at føra ein skynsamari politikk. Hann ynskir at enda at bera eina heilsu til øll javnaðarfólk og heitir á tey, um at møta fjølment til landsfundin, ið er tann fyrsti á Sandoynni. Jógvan Adolf Johannessen vissar um, at hann fer at møta á landsfundinum, og hann ætlar sær ikki at vera heilt kúrrur.