Sangurin um Mariu, sum er rúsevnismisnýtari, er við á listanum í sendingini 15 tær Bestu í Útvarpinum. Og tað hevur sangurin gjørt í 13 vikur nú. Í løtuni er hann nummar fimm.
Kim Hansen sang føroysku útgávna av sanginum og var hetta eitt tað fyrsta, ið hann yvirhøvur sang inn og gav út. Men sangurin er við á savnsfløguni Alt hjá Kim og fekk harvið nýtt lív aftur.
Fylgir við
Í Noreg situr maðurin, sum skrivaði sangin, nevniliga Hans Inge Fagervik.
Hann fegnast um lagnuna hjá sanginum í Føroyum. Hans Inge hevur vitjað í Føroyum nakrar ferðir, og tá hann fann útav, at Marita eisini fanst á føroyskum sum Maria, fegnaðist hann.
Og tað ger hann aftur nú, tá lagið er komið á almenna føroyska hittlistan.
Hann roynir at fylgja við gongdini í Føroyum.
Hans Inge er kendur sum virkin mótstøðumaður mótvegis rúsevnum, sum sangurin Marita eisini ber boð um.
Sangurin heldur enn
Tá vit ringja til Hans Inge Fagervik, fegnast hann um at hoyra úr Føroyum og at fáa boðini um, at sangurin enn klárar seg væl. Han hevur nevnt hetta í norskum miðlum, sum halda hetta vera áhugavert.
Men so gerst hann álvarsligur, tí miðlarnir hava hendan hósdagin júst borið tey boð, at norska løgreglan havur lagt hald á størstu last av rúsevnum nakrantíð. Og hetta eru ikki góð tíðindini hjá einum, ið hvønn dag ger sítt fyri, at ungfólk ikki skulu falla til rúsmisnýtslu.
Hans Inge ferðast nevniliga nógv út á skúlar at syngja og ikki minst tosa við ungfólk. Og í verkætlanini Rock mot Rus hevur hann eisini roynt seg uttan fyri Noreg.
Men sangurin um ta ungu gentuna Maritu, sum ikki kennir vinin aftur, tá hon biður um pening, og sum rættir fra ein nálarmerktan arm, er vørumerkið hjá Hans Inge Fagervik. Hans Inge hevur sungið í meira enn 30 ár nú og gav hósdagin út enn eina fløgu.
Sangurin um Maritu var ikki millum teir fyrstu, ið hann skrivaði. Tað eru tó 23 ár síðani hann skrivaði sangin, men enn skyggir hendan perlan og øll í Noreg kenna sangin og spurt verður eftir lagnum, tá Hans Inge fer á pall.
Væl nøgdur
Tað er ein væl upplagdur Hans Inge Fagervik, sum er í telefonhorninum úr Noreg. Hann hevur sungið í 30 ár og gav hósdagin út nýggja fløgu.
Og hann kennir væl føroysku útgávuna við gávuríka Kim Hansen og er væl nøgdur við útgávuna. At hetta er nakað av tí fyrsta, ið Kim sang inn sum unglingi, ger onki, tó at hann kanska hevði gjørt tað øðrvísi í dag, metir Fagervik, sum leggur dent á, at Kim er sera dugnaligur sangari og klaverleikari.
Kemur fegin til Føroya
Hans Inge Fagervik hevur vitjað í Føroyum nakrar ferðir og seinast var á fyrsta Summarfestivalinumm í fjør.
Og hann kemur fegin aftur, um boð eru eftir honum, tí honum dámar væl í Føroyum.
Og at Maria hevur fingið nýtt lív á føroysku tónatindunum heldur hann vera stuttligt og tað ætlar hann at nevna fyri norskum miðlum, so kanska Kim kemur í okkurt norskt blað.
Maria letur lív í sanginum, men livir tó framvegis manna millum og Hans Inge og Kim geva sanginum lív. Og gera teir tað ikki av sínum eintingum, ja so er víst, at lurtarafjøldin minnir teir á, at júst hesin sangurin enn ikki hevur verið. Og so vantar okkkurt, tí hendan sangperlan skyggir klár, hóast hon hevur 23 ár á baki.