Samgongan fær eitt herðaklapp í seinastu veljarakanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Útvarpið við tað, at hon stendur til at økja meirilutan frá 21 tinglimum til 23. Hetta merkir, at tann einasti stóri flokkurin, ið ikki er í samgongu, hóast framgongd, er uppaftur meiri isoleraður frá meirilutanum. Hvussu svarar so stóri andstøðuflokkurin, tá hann verður biðin um at viðmerkja seinastu veljarakanning? Finnir hann tær diplomatisku vendingarnar fram? Rættir hann hondina út til samstarv? Nei, hann tosar um, at flokkurin hjá Løgmanni fær framgongd, tí at hann hevur dummað seg minst í samgonguni. Eitt ógvuliga sigandi úttalilsi, ikki fyri samgonguna, men sigandi fyri hvussu flokkurin, ið setti daggskránna við buldri og braki seinastu fimm árini, reagerar, tá hann ikki longur sleppur at seta dagsskránna í almenna kjakinum.
Ikki kann sigast, at viðmerkingin, um at hava dummað seg, er tann mest búni mátin at viðmerkja eina veljarakanning, ið ikki er, sum ein kundi ynskt. Spurningurin er, um ikki slíkur hugburður frá Tjóðveldisflokkinum júst er orsøkin til, at hann er í tí isoleraðu støðu sum hann er.
Svart hvíti politikkurin, har tað mest snúði seg um fullveldi ella einki, eydnaðist ikki sum ætlað, men tað tykist sum hesin veruleiki hevur ringt við at treingja ígjøgnum hjá leiðsluni í hesum flokki, ið oftani tosar sum um, at hon umboðar ein meiriluta av Føroya fólki. Tað ger hon ikki, og havandi í huga føroysku skipanina, har stjórnarvald fæst gjøgnum samgongusamstarv, so hevði sama floksleiðsla helst staðið seg betur við eitt sindur av sjálvrannsakan og kanska roynt at tosað við tey í egna politiska baklandi, ið hava víst í verki, at mál kunnnu røkkast við samstarvi heldur enn konfrontatión. Um flokkurin ikki ger hetta er tað spell, ti tað ger føroyska politiska lívið eitt sindur fátakari, enn tað annars kundi verið.
Tað skal verða okkara vón, at samstarvsvilji fer at vinna á firtni og gangi, soleiðis at tíðin frá Heimastýrislógini til 1974 ikki fer at endurtaka seg, har Tjóðveldisflokkurin við einum einstøkum undantaki sat í andstøðu alla tíðina, tí at flokkurin ikki kundi samstarva við hinar føroysku flokkarnar. Samstarv og virðing hvør fyri øðrum, er lykilin til at kunna luttaka í stýringini av hesum landi. Harfyri eg ikki sagt, at man skal sleppa øllum sínum grundleggjandi sjónarmiðjum. Spurningurin er um at finna ta røttu javnvágina saman við øðrum. "Fordu(ø)mmandi" úttalilsi gagna ikki hesi gongd. Livst so spyrst.
Sosialurin