? Grundin til, at vit settu lýsingina í útvarpið var, at eg hevði hoyrt, at limir hjá okkum sigldu við ferðafólki, sigur Ellindur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum.
? Hetta er sjálvandi hugstoytt, og eg haldi, at hetta líkist ongum. Tí vórðu vit noyddir at seta lýsingina í. Nú er so bara at vóna, at hon verður fylgd.
Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum sigur, at um lýsingin ikki verður fylgd, so verður støða tikin til málið aftaná. Hetta kann í ringasta føri hava við sær, at viðkomandi verður koyrdur úr felagnum. Tað er ikki kravt at vera limur í Skipara- og Navigatørfelagnum, men felagið kann nokta limum sínum at arbeiða saman við onkrum, sum ikki er limur.